Um arbeiðið í Eysturoyartunnlinum fer at ganga líka so væl tað næsta hálva árið, sum tað hevur gingið seinastu sjey vikurnar, so verður tunnilin liðugt boraður longu í mai mánaði næsta ár – ella um stívliga 24 vikur.
Sosialurin hevur hugt eftir tølunum hjá NCC yvir, hvussu gingist hevur verið boringini seinastu vikurnar.
Her sæst, at síðan frásøgnina mánadagin hin 1. oktober og til seinastu frásøgn hin 12. november, sum var farna mánadag, eru boraðir tilsamans 920 metrar.
Tað er soleiðis, at NCC upplýsir hvønn mánadag, hvussu gingist hevur í undanfarnu viku.
Hyggja vit eftir boritølunum í hesum tíðarskeiði, sær vikuliga uppgerðin soleiðis út (borilongd í metrum í undanfarnu viku):
01. oktober (158)
08. oktober (132)
15. oktober (85)
22. oktober (102)
29. oktober (138)
05. november (159)
12. november (146)
Leggja vit hesi tøl saman, gevur tað 920 metrar. Býta vit so hesar 920 metrarnar við sjey vikum, fáa vit eitt miðal borital á 131,4 metrar um vikuna.
Sambært seinastu frásøgn hjá NCC eru nú 8.074 metrar boraðir av Eysturoyartunlinum, sum verður tilsamans 11.250 metrar langur.
Eftir at bora eru sostatt 3.176 metrar.
Taka vit hesar írestandi 3.176 metrarnar og býta talið við miðaltalinum av borilongd seinastu sjey vikurnar – 131,4 metrar um vikuna – fer tað at taka tilsamans 24,1 viku at bora tað, ið er eftir av Eysturoyartunlinum.
Tað merkir, at við verandi gongd í Eysturoyartunlinum verður tunnilin liðugt boraður um seks mánaðir – og seks mánaðir frá nú av er fram til 15. mai næsta ár.
Spurningurin er so, um steðgir verða um jóltíðir, nýggjárið og páskir, men eftir øllum at døma verður sjálvt boriarbeiðið liðugt tíðliga næsta summar.
Og tað er júst tað, sum stjórin fyri Eystur-og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen, segði tíðliga í hesum árinum.
Alt økið í Saltnesi, har Eysturoyartunnilin fer at koma upp, er ikki til at kenna aftur. Her er alt umskapað og at síggja til sera snøgt og væl frágingið.
Er langt ímillum, at tú ferðast um hesar leiðir, kennist tað, sum alt hetta stóra arbeiði – og ein velduga stór útfylling – hevur gingið við rúkandi ferð.
Men, enn er alt hetta arbeiðið ikki liðugt.
Sosialurin kann í dag við beinasemi frá Simon Nordendal vísa okkara lesarum, hvussu alt hetta økið í Saltnesi í dag fullkomiliga er umskapað.










