Kennir seg illa viðfarnan av samfelagnum

? Í 10 ár hevur ein sjúkur, eldri maður farin uppum tey áttati staðið á bíðilista fyri at koma inn á ellisheim. Men hann sleppir ikki inn. Í staðin má hann einsamallur liva sínar dagar innan teir fýra veggirnar í einum kamari, sum ikki er størri enn 12 fermetur, í eini kjallaraíbúð. Heimahjálpin er næstan tann einasta, sum vitjar inn á gólvið

Hvat er lønin eftir eitt langt lív at hava stríðst og strevast fyri samfelagið? At hava knossast og tænt landinum, goldið sín skatt heilt síðani ein tjenti sær tey fyrstu oyruni. Tá ið hesi fella frá, og ikki orka meir. Hvat ger samfelagið síðani fyri tey?

Hvørjar umstøður fáa hesi at liva undir? Ella er tað bara ein partur av hesum fólkunum, sum hava møguleikan at gera brúk av tí, sum samfelagið bjóðar teimum eldru. Og hví skal landið taka ein so stóran part av tí, tað gevur teimum eldru í pensjón innaftur í skatti?


Illa viðfarin

Øll tey nógvu, sum ikki sleppa inn á ellis- og røktarheim - bíðilistin til fimm av teimum stórstu heimunum liggur um 500, vísti Sosialurin á í gjár - hvørja sømdir fáa tey frá samfelagnum? Er tað familjan, sum má taka sær av teimum? Og hvat við teimum, har eingin í familjuni er at taka sær av hesum fólkunum.

Hetta er støðan hjá eldri manni farin uppum tey áttati. Oyru hansara eru illa farin, yvir 20 tablettir skal hann taka um dagin, og meginpartin av degnum liggur hann í seingini. Heimahjálpin kemur inn á gólvið av og á, og døgurða fær hann koyrdan, sum hann síðani sjálvur hitar sær í einum borðovni. Annars er hann einsamallur, og má meir ella minni klára seg sjálvan.

? Eg kenni meg illa og órætt viðfarnan av samfelagnum, ikki at hava nakrar betri umstøður at liva undir enn hesar, sigur hesin maðurin, sum ynskir at verða ónevndur.


Klára seg sjálvan

Í 10 ár hevur maðurin staðið á bíðilista at sleppa á ellisheim, men har sleppir hann ikki. Sjálvt um hann er farin væl uppum tey áttati, fær hann boðini, at hann er ov ungur í sinni.

Maðurin hevur trupulleikar av nógvum ymiskum slag. Hann hevur trupulleikar av maganum, hjartanum, hoyrir heilt illa, og orkar næstan ikki fram á gólv. Forkálkingin er eisini farin at gera um seg.

Hóast sjúkdómur og elli nývir mannin, so er tað kortini ikki hetta, sum er tað ringasta. Hinvegin av samfelagnum at verða settur púra einsamallur í eitt kjallarakamar, og so meir ella minni klára seg sjálvan. Tað er ikki lætt hjá einum, sum metir seg hava tænt samfelagnum alt sítt lív.

? Hetta er ikki eitt lív at liva, sigur maðurin. Hetta er meir ella minni eitt lív í lorti.

? Sjálvur kenni eg meg eisini illa viðfarnan av samfelagnum. Eg hugsi um, hvussu landið fer við sínum borgarum, eftir at teir í eitt langt lív hava tænt samfelagnum, og goldið allan sín skatt og aðrar skyldur.


Meginparturin tikin av krígspensjónini

Fyrsta er tað krígspensjónin. Leingi gekk til hon kom, men tá hon so endiliga kom fyri nøkrum árum síðani, var bara ein lítil partur útgoldin. Á pappírinum fær hann nærmari 100.000 kr. um árið, men útgoldið fær hann ikki meir enn ein triðing av hesum. Hinar tveir triðingarnar fer landið avstað aftur við.

? Eg haldi tað er alt ov vánaligt, at so nógv skal fara avstað aftur í skatti. Uppskot varð frammi um, at krígspensjónin skuldi verða skattafrí, men tað kom ikki ígjøgnum. Eg haldi tað er vánaligt, at vit ikki skulu fáa tað, sum vit hava fortjent at fáa. Teir flestu av okkum, liggja nú undir grønu torvu, og hava einki fingi. Men hjá okkum, sum liva enn og fáa nakað, verður stórsti parturin verður tikin aftur.

? Nú tosa løgtingsmenn eisini um, at geva sær sjálvum meir í løn. Teir hugsa nógv meir um seg sjálvar enn um onnur.

Sjálvur hevur maðurin ikki nógv at liva av. Krígspensjónin ávirkar vanligu pensjónina, so inntøkurnar eru ikki tær nógvu. Sjálvur skal hann gjalda húsaleiðu, mat, heilivág og annað, og tá alt er goldið er einki eftir.


Lønin frá samfelagnum

Tað er týðiligt, at maðurin kennir seg illa viðfarnan av samfelagnum, og hann spyr, um hetta skal verða støðan hjá teimum, sum hava tænt samfelagnum.

Eisini innan heilsuverkið, kennir hann til hesa støðuna.

Hóast hann hevur staðið á bíðilista í 10 ár, sleppir hann ikki enn inn á ellisheim. Hann hevur kortini verið nakrar fáar vikur til umlætting. Okkurt tíðarskeið hevur hann eisini verið innlagdur á sjúkrahús. Men har heldur hann, at sjúklingarnir verða ov illa viðfarnir og eftiransaðir. Til dømis var onkur gliðin av stólinum niður á gólv, og eingin kom og hjálpti viðkomandi uppaftur á stólin.

Sjálvur hevur hann roynt at fingið hjálp ymsastaðni frá, men hansara livikor eru ikki nógv batnað av hesum.

? Eg haldi tað er vánaligt av samfelagnum at geva mær hesa lønina fyri at hava tænt tí eitt langt lív.

? Hetta kann ikki halda áfram. Eg klári tað ikki meir, sigur maðurin.