Tað er sum við frontin í Hoyvíkshaganum fyri tíðina. Sprongt verður, so tað syngur eftirí, nú Býráðið ger útstykking til eini 170 hús.
Tað hevur fingið grannarnar at støkka uppfrá. Teir eru bangnir og óttast fyri, at skaði hendir, um ikki okkurt verður gjørt at sissa spreingigleðina. Illgruni er um, at spreingimeistarin ikki verjir við máttum, sum hann eigur.
? Tað er ógvusligt. Larmurin er øgiligur, húsini ristast og vit síggja grótið regna niður. Enn er eingin skaði hendir, men tað tykir mær nógv ógvusligari, enn tað nýtist at vera. Tað sær út til, at teir leggja ikki omaná, sum teir skulu, sigur ein av nærmastu grannunum, sum býr inni á Gøtu, har spreingingarnar nú eru í nánd.
Løgreglan átalar
Løgreglan váttar, at hon hevur fingið fleiri fráboðanir um, at grannarnir kenna seg ikki tryggar og hava illgruna um, at alt fer ikki rætt fram.
? Grannarnir kæra seg um, at sprongt verður so harðliga, at tey eru bangin fyri, at okkurt kann henda. Vit hava átalað hetta hjá býráðnum, sum er byggiharri, men annars síggi eg einki í døgnrapportini um, at vit hava gjørt meira við málið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.
Tá vit tosaðu við Býráðið í gjár, kendu tey enn onki til nakra átalu frá løgregluni, men vístu til byggiplássið og Verkfrøðingastovuna, sum hevur yvirskipaða eftirlitið við byggiarbeiðnum.
Alt eftir forskrift
Palle Henriksen, verkfrøðingur, hevur ábyrgdina av byggiplássinum. Hann vissar um, at alt er, sum tað eigur at vera.
? Alt verður gjørt eftir forskriftunum, og alt gongur trygt fyri seg. Her verður ikki slakað við nøkrum. Tú veitst ikki altíð, hvussu skotini fara, og tí kann henda, at okkurt stórt kemur upp í millum mátturnar, sigur Palle Henriksen, sum staðfestir, at tað verður vart fyri, áðrenn skotið verður.
Hinvegin skilir hann væl, at fólk kenna seg ótrygg, tí tað er ein ógvuslig hending, tá sprongt verður fyri einari so stórari útstykking. Men onki er at óttast.
? Hetta er ein stór útstykking, tíðin er knøpp, og tí eru stór buldur at hoyra viðhvørt. Men vit eru hampiliga langt frá húsum, og vit taka eingi óráð fyri, sigur Palle Henriksen.
Boðskapurin er tann sami frá Verkfrøðingastovuni, sum hevur yvirskipaða eftirlitið fyri Býráðið. Hóast teir ikki eru barnagentur, sum sita yvir hvørjari spreinging, so er teirra fatan, at tað er forsvarligt í Hoyvíkshaganum.