at eigarin ikki hevur goldið ábyrgdartrygging, men tað kann eisini vera tí, at vegskattur ikki er goldin. Ein onnur orsøk til at nummarpláturnar verða tiknar, kann vera at eigarin hevur fingið boð um at [...] Í nátt hevur løgreglan verið á ferð norðanfyri og leita eftir bilum, sum nummarpláturnar skulu takast av. Løgreglan sigur, at nummarpláturnar eru tiknar av seks bilum og tað kann vera av ymsum orsøkum
Tórshavnar Kommunu. - Langa starvstíðin onkursvegna prógvar fyri okkum, at tú hevur trivist í starvinum, og sera mongu royndirnar, tú hevur savnað øll hesi árini, munnu hava eitt sera stórt virði fyri kommununa [...] hann fyri fyri útróðrarmenn í heimbygdini Nólsoy, umframt at arbeiða á flakavirkinum. Í frítíðini hevur hann eisini róð við Tarvinum í Nólsoynni. - Eg fari okkara alra vegna at takka tær fyri títt trúfesti
Kringvarpið hevur lagt sálamarnar út á netið, so at teir eru tøkir hjá einumhvørjum at lurta eftir. Hetta er gjørt, tí ofta verður spurt eftir sálmum, sálmaløgum og ávísum upptøkum. Kringvarpið hevur allar sálmar [...] nýttir til morgunlesturin. Í 2009 var sjøtul settur á at syngja sálmarnar inn av nýggjum. Kringvarpið hevur verið runt í Føroyum í ymsum kirkjum og skipað fyri sokallaðum "sálmakvøldum", har KVF lýsti við
ára gamla norska leikaran, Peder Nersveen, sum heima í Noregi eitt nú nú hevur spælt við Elverum og HamKam. Peder Nersveen hevur fingið fulla spælitíð fyri NSÍ í teimum báðum fyrstu dystunum í Betrideildini [...] sjónbondum, har greitt verður frá ymiskum viðurskiftum, upplivingum og øðrum úr gerendisdegnum. Higartil hevur Peder Nersveen gjørt fýra vloggar úr Føroyum. Teir snúgva seg eitt nú um royndarvenjingina, gerandisdagin
hon. - Her er als ikki talan um eina politiska starvssetan. Mentamálaráðið hevur ikki sett tíðindaleiðaran í starv aftur, men hevur bara ógildað uppsøgnina hjá stjóranum, sigur hon. [...] landsstýriskvinnu, Rigmor Dam. Helena Dam á Neystabø sigur, at talan ikki er um, at Mentamálaráðið hevur yvirstýrt stjóran, men at uppsøgnin einans er ógildað. - Málið verður tí sent aftur til stjóran í
m, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt, tí kanska hevur tað tálma veitsluhugin eitt sindur, at tað er arbeiðsdagur í dag. Í øllum førum hevur tað verið stak friðarligt í nátt
dag boðaði Magn frá, at tey høvdu keypt Demich, sum í stóran mun hevur lagt seg seg eftir at gera grønar orkuskipanir. Løgtingið hevur samtykt, at 2030 skal onki oljufýr vera eftir í Føroyum, tí tá skulu [...] einkarrættin til at gera streym. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hendrik Egholm greiða frá, hví tað hevur so stóran týdning at SEV fær kapping.
Síðani hava dreingirnir verið fangaði í hellinum. Í longri tíð hevur verið roynt at bjarga dreingjunum og fáa teir útaftur, og í dag hevur verið veruligt gjøgnumbrot, tí fýra dreingir eru higartil bjargaðir [...] Thailandi skulu seinni í dag hava tíðindafund um bjargingina, og tá fæst neyvari at vita, hvussu tað hevur gingið við bjargingini í dag. Thailendsku myndugleikarnir vænta, at bjargingarætlanin tekur millum
Kanada, ið higartil ikki hevur megnað at funnið eina semju við hini norðuramerikansku londini. NAFTA fríhandilsavtalan ásetur handilsviðurskiftini millum Kanada, USA og Meksiko og hevur verið í gildi síðan [...] ein felags avtala kann undirskrivast fríggjadagin. Mett verður, at handilin millum tey trý londini hevur eitt árligt virði á umleið 6,4 billiónir krónur.
kapitul. Ringt var eisini til André Olsen sum hevur fylgt enska landsliðnum væl. André Olsen heldur, at hóast vónbrotið er stórt í Onglandi, at lið teirra hevur havt eina góða kapping. [...] sunnudagin, ið verður millum Frakland og Kroatia, og hvønn Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge halda hevur uppiborið at fáa heiðurin at verða besti spælarin í kappingini. Oddbjørn Joensen metir, at favorittstøðan