Upptakt 8. umfar
Í 7. umfari gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt fleiri tær seinastu ferðirnar: HB vann tepran sigur, og millum tey, sum renna aftan á meistaraliðnum, vóru tað fleiri, sum kiksaðu.
Sunnudagin verður 8. umfar á skránni, og tá ið 9. umfar verður avgreitt 2. hvítusunnudag, sum er annan mánadag, verður fyrsti triðingurin av 2010 kappingini avgreiddur.
HB er fimm stig frammanfyri tey næstu. Sigrarnir hava ikki verið so sannførandi, men tað hevur givið fulla úrtøku, tá ið HB fimm tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum við sigrum upp á eitt mál.
Sunnudagin fer meistaraliðið at vitja í Fuglafirði, og 2. hvítusunnudag verður grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36. Um spenningurin um FM heitið ikki skal minka heilt nógv longu tíðliga í summar, so er tað neyðugt, at ÍF og B36 gera nakað við oddaliðið.
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur ÍF vunnið 2-0 – á Argjum og á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Eingin ivi er um, at ÍF fer at standa seg í kappingini í ár. Sunnudagin fæst at síggja, um fuglfirðingar fara at megna nakað ímóti meistaramaskinuni úr høvuðsstaðnum.
B36 heilkiksaði ímóti Víkingi. Vinstri vongverjin tykist vera ein av stóru trupulleikunum. Símun Joensen spældi har í fýra teimum fyrstu umførunum. Nú hann er skaddur, leitar Sigfríður Clementsen eftir nýggjari loysn. Sunnudagin var Bárður Olsen á vongverjanum í 1. hálvleiki. Bárður restaði tískil á miðvøllinum, har hann gjørdi nyttu í 2. hálvleiki.
Sunnudagin fær B36 aftur vitjan úr Eysturoy. Hesa ferð verður tað NSÍ, sum við trimum sigrum í eina viku, hevur víst, hvussu skjótt alt kann endavendast. Serliga trivaligur var NSÍ sigurin mikukvøldið á Svangaskarði ímóti B68, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur tapt við íalt sjey málum! Sunnudagin fáa toftamenn vitjan av botnliðnum AB, sum fer at hava Heðin Stenberg í málinum, eftir at Tórður Thomsen varð rikin av vøllinum í Streymnesi.
Við sigrinum á AB slapp EB/Streymur burtur av niðurflytingarplássinum. Saman við AB er B71 undir strikuni. B71 hevur higartil bara vunnið eina ferð á heimavølli. Tvær ferðir eru gestirnir farnar av Sandi við øllum – B36 3-0 og HB 1-0. Sunnudagin fer EB/Streymur suður til Sands. Fyri vánirnar hjá B71 at standa seg í bestu deildini hava avrikini og úrslitini á heimavølli nógv at siga. Í gjár var avrikið ímóti HB gott, men úrtøkan var eingin.
Fyri vánirnar hjá FC Suðuroy at standa seg í bestu deildini hava avrikini á Eiðinum í Vági nógv at siga. Higartil hevur úrtøkan á heimavølli verið fimm stig í trimum dystum. Avbjóðingin hesa ferð er stór. Við kærkomna sigrinum á útivølli ímóti B36 í viðførinum koma víkingarnir suður við stórum sjálvsáliti. Hjá Víkingi er luturin tann sami, sum hann er tað hjá ÍF og B36. Um tað ikki eydnast at fáa úrtøku, so er vandi fyri, at HB í uppaftur størri mun fer at sigla sín egna sjógv.
Serliga spennandi verður tað, um ÍF í tí, sum mest líkist toppdysti, hesa ferð fer at megna at knógva HB, sum higartil hevur víst seg at renna væl skjótari enn øll hini.