Smærru bátarnir í høvuðsstaðnum stinnastir

Á mannfólkasíðuni eru FM heitini í 5-mannaførum og 6-mannaførum á veg til róðrarfeløgini í høvuðsstaðnum, sum annars ikki hava staðið seg so væl, sum tey plaga at gera

Í summar hevur tað ikki stemmað so væl í kappingini millum 8-mannaførini og 10-mannaførini hjá bátunum, sum umboða tey trý róðrarfeløgini í Havn og á Argjum, sum tað so mangan hevur gjørt.
Men í mannfólkakappingunum í 6-mannaførunum og 5-mannaførunum stendur eingin teimum kurl.
Lómur av Argjum tryggjaði sær leygarfdagin FM heitið í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, Drekin og Jallurin stríðast í sera tættari og spennandi uppgerð um FM heitið í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum, og í master kappingini millum 10-mannaførini er Havnarbáturin suverenur.
Á kvinnusíðuni eru úrslitini í ár ikki so glæsilig hjá teimum í Argja Róðrarfelag, Róðrarfelagnum Knørri og Havnar Róðrarfelag, sum tey mangan hava verið.
Undantøkini eru tó Jallurin í barnaróðrinum við gentum Herningur og Gongurólvur í master kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum.
Eftir at Jallurin hevði vunnið fýra tær fyrstu ferðirnar í barnaróðrinum fyri gentur, troðkaði Hulda av Tvøroyri á Fjarðastevnu seg eitt vet framum bláa bátin, men í Sandavági var eingin ivi. Jallurin vann trivaligan sigur, og harvið er kósin væl og virðiliga sett ímóti FM heitinum.
Herningur vann fyrsta FM masterróðurin fyri 6-mannafør við kvinnum, sum var á Fjarðastevnu. Leygardagin luttók Herningur ikki í hesi kappingini, og nú var Lómur hjá Argja Róðrarfelag bestur.

Menninir
Lómur hevur verið fremstur allar seks ferðirnar í summar. Sannførandi avrikini hava verið merkisverd, tí 6-mannafarið av Argjum við monnum hevur ongantíð áður vunnið ein tann einasta róður.
Riddarin hevur verið trúgvasti og drúgvasti kappingarneytin, og aftur leygardagin vóru teir úr Miðvági argasti mótstøðubáturin. Men Riddarin megnaði einki at gera við Lóm, sum var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri bátin úr Miðvági. Munurin var mest sum tann sami, sum hann var á Fjarðastevnu næstsíðsta leygardag.
Merkivert var tað, at Páll Fangi styrkti so nógv um sína støðu á bronsuplássinum. Á Fjarðastevnu var fjarstøðan frá fremsta plásinum og aftur til Páll Fanga meiri enn átta sekund, og leygardagin var hon minni enn fýra sekund.

Dreingirnir
FM stríðið í kappingini millum 5-mannaførini við dreingum stendur bara millum Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag.
Jallurin vann tríggjar tær fyrstu ferðirnar, og harvið tóktist hann liggja tryggur á FM kósini. Knørradreingirnir hava framvegis sjálvir møguleikan at tryggja sær FM heitið, men nú eru teir í ógvulga tættari kapping við Drekan hjá Havnar Róðrarfelag. Við sigrum tríggjar tær seinastu ferðirnar eru Dreka dreingirnir vornir stóra vónin hjá Havnar Róðrarfelag í ár - og í framtíðini!
Sigurin í Sandavági var so nógv tann dyggasti og tryggasti, sum Drekin hevur vunnið á Jallinum. Meðan tað undanfarnu ferðirnar hevur verið lítil og eingin munur, so var Drekin leygardagin fýra sekund ella meiri enn eina bátslongd frammanfyri Jallin.
Tann av hesum báðum høvuðsstaðarbátunum, sum verðúr fremri á Ólavsøku, verður FM vinnari. Eftir róðurin á Vestanstevnu kann ikki annað sigast, enn at tað er Drekin, sum er FM favorittur.
Dreingirnir á Jallinum vunnu FM fyri fyrstu ferð í fjør. Í hesi kappingini hevur Havnar Róðrarfelag vunnið FM ellivu ferðir – tríggjar ferðir við Drekanum og átta ferðir við Sílinum.