57 ár og tikið besta prógvið nakrantíð

Tað hevur verið bæði mennandi og spennandi at taka HF prógv, sigur Símin í Túni, sum í 25 ár var trúboðari í Venezuela, og sum í gjár tók ímóti besta próvnum, sum nakrantíð er útskrivað á studentaskúlanum í Eysturoy

Eyðun Klakstein
---

Prógvhandan var á Kambsdali ígjár. 82 HF næmingar og studentaskúlanæmingar fingu prógv. Samlaða talið á prógvum, sum eru útskrivað av skúlanum, fór í gjár upp um tvey túsund, upplýsti Helga Foldbo setti rektarin á skúlanum.
Merkisvert var tað, at 57 ára gamli Símin í Túni á Toftum var millum teirra, sum fingu HF prógv. Hann var í 25 ár trúboðari millum innføddar indianarar í Venezuela, og hóast tað nú eru ellivu ár síðani, at hann og familjan fluttu aftur til Føroya, so er hann framvegis uppi í missiónsarbeiðnum. Onkra ferðina hevur hann verið aftur í Venezuela, og so hevur hann veirð uppi í arbeiðnum at umseta skriftirnar.
Nú hevur Símin tikið HF prógv, og tað er vorðið sum prógv. Miðaltalið er 10,9, og talan er um besta prógv, sum nakrantíð er útskrivað frá studentaskúlanum á Kambsdali. Trý 13 tøl og nógv 11 tøl eru í próvnum hjá Símini, sum hevur verið sjálvlesandi.
-Hetta hevur kenst bæði mennandi og spennandi. Eg havi lært eina rúgvu í fakliga partinum, og tað hevur verið hugaligt aftur at hava verið saman við ungdómunum. Málið var í fyrstu atløgu at standa royndirnar, og eg hevði ikki droymt um, at tað skuldi tørna soleiðis út. Men eg havi lagt nógva orku í lesturin, og tað hevur verið sera spennandi.
Hvussu ber tað til, at tú fórt aftur í skúla?
-Tað var eitt sindur tilvildarligt. Tá ið vit fluttu heim aftur, fór elsta dótturin í studentaskúlan. Tað bar við sær, at vit fingu samband við skúlan, og okkum dámdi væl. Sjálvur tók eg útbúgving innan missión í USA, tá ið eg var 16-19 ára gamal, men úr Føroyum havi eg ikki havt annað prógv enn realprógvið, sum eg tók á Glyvrum í 1971.
-Fyri hálvum øðrum ári síðani tosaði eg við ein lestrarvegleiðara á Kambsdali um møguleikan at taka nøkur fak sum sjálvlesandi. Tá hugsaði eg ikki um at taka prógv, men tað gekk hampuliga væl síðsta summar, og tað gav blóð á tonna. Eg var til skips tað mesta av seinna hálvári í fjør, men síðani í februar í ár havi eg verið rættuliga støðugur í skúlanum, og eg eri fegin um, at lærararnir og næmingarnir tóku so væl ímóti mær, tá ið eg ynskti at vera við til tímarnar, hóast eg var sjálvlesandi.
Hvat fert tú nú at gera?
-Í fyrstu atløgu fegnist eg saman við familjuni um, at hetta er liðugt. So fari eg at arbeiða og vónandi fer tað at bera til at sleppa til skips aftur.
Umhugsar tú at lesa víðari?
-Tað havi eg ongar ítøkiligar ætlanir um í løtuni. Lærdómurin er lættur at bera, og hann ger, at tað er lættari at fylgja við og kanska at taka lut í kjakinum á so nógvum økjum. Hugurin at lesa og læra er góður, so nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður.
Tað eru kanska fleiri meiri tilkomin, sum droyma um at læra og lesa. Hevur tú nøkur ráð at geva teimum?
-Umstøðurnar eru so ymiskar hjá okkum, men mínar royndir eru, at tað er ongantíð ov seint at útbúgva seg, og tað ber væl til at ganga í skúla, hóast floksfelagarnir og eisini flestu lærararnir eru yngri enn tú sjálvur ert.