Tríggjar kvinnur aftan fyri hvalaherferðina

Tað eru tríggjar kvinnur, sum stýra hvalaherferðini ímóti Føroyum, Grønlandi og Danmark, og eru væl útbúnar við drúgvum royndum í umhvørvisvernd.

Tað vísa kanningar hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni.

Talan er um herferðina hjá fýra umhvørvisfelagsskapum upp undir fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, í Panama City 2. - 6. juli 2012.

Herferðin er vend ímóti øllum trimum londunum í ríkinum, tí hvalaveiða fer fram innan karmarnar av Ríkisfelagsskapinum.

Kanningin hjá fólkatingsmanninum vísir, at tað eru tríggjar kvinnur, sum stýra hvalaherferðini. felags fyri tær er, at tær eru væl útbúnar við drúgvum royndum innan umhvørvisaktivismu.

- Hetta sigur so mikið, at Føroyar mugu brynja seg við góðum og royndum fólkum til at taka dystin upp ímóti teimum trimum kvinnunum og teirra umhvørvisfelagsskapum, sigur Edmund Joensen.

Tann best kenda av teimum trimum, er bretin Jennifer Lonsdale,sum er kvinnan vinstrumegin á myndini.

Hon er tann av kvinnunum, ið ikki hevur akademiska útbúgving, men hinvegin hevur hon drúgvastu leiðsluroyndirnar í arbeiði í umhvørvisfelagsskapum, og hon er eisini ein góður kampanjuleiðari.

Umhvørvisligu barnaskógvar hennara eru slitnir í Greenpeace, og hennara størsta bragd sigst vera, at hon í síni tíð sníkti seg inn á eina hvalastøð í Vadsø í Noreg saman við tíðindafólkum og almannakunngjørdi myndir av virkseminum har.

Hon er stjóri í umhvørvisfelagsskapinum Environmental Investigation Agency (EIA) og var við til at stovna felagsskapin fyri 28 árum síðani.

EIA var stovnaður sum felagsskapur sum beinleiðis avleiðing av, at Jennifer Lonsdale og onnur høvdu verið í Føroyum og upplivað grindadráp, sigur Edmund Joensen.

Í dag arbeiðir hon, eitt nú umvegis IWC, við at forða fyri, at skip sigla á hval á heimshøvunum.

Sandra Altherr, sum er í miðjunim er týskari og doktari í lívfrøði.

Hon er í starvi hjá týska umhvørvisfelagsskapinum Pro Wildlife, og hevur í fleiri ár verið við í arbeiðinum, sum umhvørvisfelagsskapirnir leggja í IWC.

Saman við Birgith Sloth, skrivaði hon Føroya-kritisku frágreiðingina "Breaking Ranks", ið varð almannakunngjørd herfyri.

Í 2002 skrivaði Sandra Altherr frágreiðingina "Running out of fish ... who is responsible for the plundering of the oceans?" ella á føroyskum: Fiskurin hvørvur ... hvør hevur ábyrgdina av ránsveiðuni í heimsins høvum?.

Danin, Birgit Sloth, sum er høgrumegin, er eisini partur av liðinum aftan fyri herferðina. Hon er Cand.scient í lívfrøði.

Hon hevur, saman við Sandru Altherr skrivað frágreiðingina "Breaking Ranks", ið er sjálvt grundarlagið undir hvalaherferðini, ið er ætlað at ávirka almenning og myndugleikar kring heimin.

Hon hevur egna fyritøku og arbeiðir sum ráðgevari, fyrilestrarhaldari og skribentur.

Hennara serøki er at verja djór, plantur og hótta náttúru kring um í heiminum, og hon hevur arbeitt nógv við at fáa CITES-reglurnar implementeraðar ymsastaðni í heiminum. CITES-konventiónin bannar øllum handli við kjøti frá hóttum djórasløgum, herundir tvøst og spik av stórhvali.

- Sostatt kann staðfestast, at tað eru dugnalig fólk, sum reka herferðina ímóti Føroyum og hinum londunum í Ríkisfelagsskapinum, sigur Edmund Joensen.

- Mótstøðufólkini eru sterk, tey eru væl fyri og fáa góða hjálp. Tey royna av øllum alvi at seta Føroyar í eitt vánaligt ljós.

- Enn hevur Landsstýrið ikki latið við seg komið, og tað undrar stórliga, sigur Edmund Joensen, tí hann heldur, at hetta er at forsøma føroysk áhugamál.