Eftir at hava fingið eina fráboðan í morgun um, at arbeitt varð á einum byggiplássi í Havn, fór løgreglan á staðið at tosa við arbeiðsformannin. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga [...] at teir høvdu gloymt, at tað er heiligdagur í dag, og teir góvust beinanvegin at arbeiða, visti løgreglan at siga í morgun.
Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bátur hevði siglt á okkurt á leiðini norðan fyri brúnna um Streymin. - Tað vísti seg, at hetta var ein skjóttgangandi bátur, og [...] hendingini. - Tað var myrkt, men her var einki illgrunavert, og maðurin kom trygt til lands aftur, veit løgreglan at siga í morgun.
málið snýr seg um, tí løgreglan vil einki siga. Fleiri politibilar við útrykningi fóru úr Havn stutt eftir klokkan trý, og hesar myndirnar eru tiknar á Strondum fyri løtu síðani. Løgreglan skrivar tó soleiðis
Í løtuni arbeiðir løgreglan við einum máli, sum tók seg upp í miðbýnum í Havn beint eftir midnátt í gjárkvøldið. - Talan er um eitt mál, har onkur møguliga er sligin. Málið verður kannað, men enn vita [...] visti í morgun at siga, at talan var um tveir persónar, sum vóru úti í býarlívinum í Havn í nátt. Løgreglan sigur, at avhoyringar skulu gerast, og seinni vita tey helst nærri at siga, hvussu hetta málið úr
Kenda fjallið varð stongt, meðan líkið varð bjargað. Tað skrivar norska løgreglan á sosiala miðlinum X. Umleið klokkan 10.30 í dag komu fyrstu boðini um, at ein persónur var gliðin av kantinum á tí 600 [...] høgur niður í Lysefjorden. Persónurin, sum gleið, var við einum lítlum ferðalag, skrivar norska løgreglan. /ritzau/
í gjárkvøldið vitjaði løgreglan hjá einum matveitara norðanfyri. Illgruni var nevniliga um, at matveitarin, sum bara hevur loyvi til at veita mat út úr húsinum, eisini hevði gestir, sum eta í hølunum hjá [...] saman við avvarðandi myndugleika, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun. Løgreglan sigur, at matveitarin fekk at vita, at viðkomandi skal halda seg til galdandi loyvi og reglur. -
Gjáramorgunin, tá fólk vóru á veg til arbeiðis og í ein góðan tíma tilsamans gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum. Eftir øllum at døma hevur ferðslan í hesum tíðarskeiði í stóran mun gingið [...] Hesin varð máldur at koyra 106 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferð er 80 kilometrar um tíman. Løgreglan sigur, at hesin bilførarin fær klipp í koyrikortið, og haraftrat fær hann eina bót.
bilførari tó tikin í Havn, sum verður skuldsettur fyri at koyra rúsaður við øðrum enn rúsdrekka. Løgreglan fann eisini nakað av rúsevnum og amboðum til rúsevnanýtslu í bilinum. Vaktleiðarin visti í morgun [...] vórðu vit eisini boðsend til ein stovn í Havn, har tveir brúkarar vóru farnir til hendurs, legði løgreglan aftrat í morgun.
Umframt at kanna ferðsluna Millum Fjarða og á Fuglafjarðarvegnum fyrrapartin í gjár, hevur løgreglan eisini verið úti við saksinum í nátt. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tilsamans [...] tilsamans átta sett av nummarspjøldrum vórðu tikin í Eysturoy og Norðoyggjum. Tá løgreglan tekur nummarspjøldur, er orsøkin oftast, at vektgjald ella trygging ikki eru goldin rættstundis - ella, at bilurin
Tá løgreglan í gjár gjørdi kanningar í Klaksvík, var ein bilførari tikin fyri at koyra í fartelefon, meðan hann koyrdi. Tað er ikki loyvt, og tí fekk hann 1.500 krónur í bót. Verri gekk hjá einum bilførara [...] bilførara í Vágum. Tá løgreglan steðgaði honum, vísti tað seg, at hann ikki hevði koyrikort. Hann hevði havt koyrikort, men hevði mist tað. Hóast frádømingartíðin langsíðani var farin, so hevði hann ikki tikið