Sakførarar bukaðir og dómarar settir í húsavarðhald

Pakistanska løgreglan fer harðliga fram fyri at forða ófriði, nú landið er sett í undantaksstøðu

Fleiri hundrað løgreglumenn høvdu kringsett rættarbygningin í pakistanska býnum Karachi, tá ein mótmælisgonga við fleiri hundrað sakførarum á odda kom hagar í morgun. Sakførararnir sýttu fyri at steðga uttanfyri, men tá teir royndu at sleppa inn í rættarbygningin, legði løgreglan uppí.

 

-Fleiri av sakføarunum vórðu slignir og bukaðir, og í Karachi vórðu umleið 50 av okkara limum tiknir og settir í varðhald, sigur Akhtar Hussain, fyrrverandi formaður í sakførarafelagnum í Sindh-landspartinum, við AFP.

 

Aðrar tíðindastovur vistu at siga, at umleið 2.000 fólk vóru komin saman uttan fyri rættarbygningin í Lahore, og at meiri enn 300 sakførarar vórðu tiknir. Eygnavitni greiddu frá, at fleiri av teimum tiknu vóru bundnir, og at summir bløddu.

 

Pakistanska dómarafelagið kunngjørdi í morgun, at løgreglan hevði forðað fleiri dómarum at sleppa til arbeiðis. Tað ljóðaði, at nakrir dómarar høvdu roynt at sleppa inn um byrgingarnar hjá løgregluni, og at løgreglan hevði tikið teir og sett teir í húsavarðhald.

 

Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, sigur, at undantaksstøðan er neyðug, skal landið ikki sindrast orsakað av islamistiskum ágangi. USA og fleiri lond hava heitt á forsetan um at seta tær demokratisku skipaninar aftur í gildi sum skjótast.