Fingu bót fyri at lata børnini sita leys

Í gjáramorgunin kannaði løgregluna ferðsluna við fleiri skúlar, og varð dýrt hjá nøkrum foreldrum

Í gjáramorgunin varð løgreglan við fleiri skúlar í Havnini og í Eysturoynni og kannaði, hvussu støðan var í bilunum, sum koyrdu børnini í skúla. Løgreglan sigur, at sum heild var gott skil á – men tó so vóru tað nøkur foreldur, sum ikki høvdu spent børnini fast í trygdarbelti. Tað er ein dýr søga, tí tað kostar bilførarunum 1.500 krónur í bót umframt at teir fáa klipp í koyrikortið.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur verið avbera friðarligt. Tað var ikki so nógv í býnum og tey hava bara eina fráboðan um fólk, sum komu til hendurs við eitt skeinkistað. Men duravørarnir á staðnum fingu skilt partarnar sundur og sent teir hvør til sítt, so har spurdist ikki meri burtur úr.

 

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilførari ikki helt sína treytaleysu víkiskyldu við teirri avleiðing at hann rendi á ein annan bil. Eingin fólkaskaði var, men tá ið tað elvir til ferðsluóhapp at treytaleys víkiskylda ikki verður hildin, kann tað kosta bilføraranum koyrikortið.

 

Í gjár steðgaði ein bilur upp við rundkoyringina til Eysturoyartunnilin oman fyri Hvítanes til og tað seinkaði ferðsluni rættiliga illa í ein hálvan tíma til sløkkiliðið hevði fingið sleipað bilin burtur.