Eingi prógv fyri at Piddi er deyður

Í tíðindasendingini hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 21 í kvøld, segði Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, at hin 32 ára gamli útlendingurin er skuldsettur fyri manndráp, tó at eingi prógv eru fyri, at Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi, er deyður.

Jón Klein Olsen vildi ikki siga, hvørji spor løgreglan hevur at ganga eftir, og hví hon hevur so sterkan illagruna um persónin, sum nú situr varðhaldsfongslaður - fyribils í 14 dagar.

At hin 32 ára gamli útlendingurin noktar seg sekan, hevði varapolitikommiserurin onga viðmerking til.

- Vit hava nú 14 dagar til at fáa fleiri prógv á borðið í málinum, legði Jón Klein Olsen aftrat.

Hann segði eisini, at løgreglan hevur einki lík, tó at hin 32 ára gamli er skuldsettur fyri manndráp og spurdur, um løgreglan yvirhøvur er vís í, at Dánjal Petur Hansen er deyður, segði varapolikommiserurin, at tað eru tey ikki vís í.

- Nei, vit kunnu ikki siga við vissu, at Piddi er deyður, segði Jón Klein Olsen við útvarpið hjá Kringvarpinum klokkan 21 í kvøld.

Skuldsetti maðurin hevur kært úrskurðin um varðhaldsfongslingina til landsrættin. Tað upplýsir verji hansara, Anfinn V. Hansen, fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum.