Einir 30 – 40 bilar stóðu fastir í kavanum

Sløkkiliðini í Vágum hava havt úr at gera í nátt – og ávarað verður framvegis um ring koyrilíkindi

Soleiðis sá út á Høgareyni oman fyri Vestmanna í morgun. Myndin er frá Landsverki

Tað hava verið rættiliga vánalig koyrilíkindi í gjárkvøldið og í nátt – og aftur í morgun verður ávarað um, at koyrilíkindini eru ring.

 

Serliga var støðan vánalig í Vágum. Løgreglan sigur, at har lendi ein flúgvari á midnátt, men tá ið bilarnir fóru av flogvøllinum aftur við ferðafólki, endaði galið. Løgreglan sigur, at einir 30 – 40 bilar rendu seg fastar í kavanum á Sandavágshálsi.

 

Løgreglan sigur, at boðini frá Landsverk vóru, at tey fóru at grava klokkan fimm á morgni, so tey góvu sløkkiðnum boð. Sløkkiliðið útvegaði maskinur at grava við og somuleiðis varð brandstøðin á Giljanesi latin upp og har var kaffi at fáa so at ferðafólk kundu fara inn hagar at fáa varman aftur.

 

Í morgun eru aftur ring koyrilíkindi fleiri staðni kring landið. Landsverk sigur, at tað er ikki so galið í Sandoynni og í Suðuroy, men á Porkerishálsi og á Ørðaskarði er nógvur vindur, yvir 30 metrar um sekundið.

 

Annars er tað er hált í støðum á Streymoynni, Eysturoynni, í Vágum og í Norðoyggjum. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum í løtuni og á Vestmannavegnum og á Gjáarvegnum er jarðrok

 

Soleiðis sá út á Høgareyni oman fyri Vestmanna í morgun. Myndin er frá Landsverki