fyrst fekk eitt gult kort fyri at toga ein NSÍ-leikara niður á miðjuni. NSÍ-arin var á veg fram, tá Zoran rætti armin út og tók í økslina á honum. Tað fekk hann so gult kort fyri, og tað var heldur eingin [...] farnir at spekulera í kortum, og tað loysti seg hjá Kurt at fáa eitt gult kort afturat, tá hann fyrst hevði fingið eitt, so tað gjørdi hann við at kalla meg fyri ein HB-fanatikara og alt møguligt annað. Birgir [...] venjarin Jóannes royndu at sissa fólk, og tað skulu teir hava takk fyri. Men eg ivist ikki í, at KÍ noyðist at rinda NSÍ endurgjald fyri brotnu hurðina.
teir fyri fyrstu ferð vóru í bestu deildini og gjørdu tað bragd at vinna deildina. Leygardagin vóru hvalbingar á vitjan á Sandi, og teir noyddust suður aftur við einum 2-4 ósigri. Nógv mál stutt fyri dystarlok [...] dystarlok Sandoyingar løgdu seg á odda, tá ið 19 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og tað setti liðskiparin hjá sandoyingum, Eli Hentze, í netið. 1-0 var eisini [...] fingu tó ein lítlan skelk. Fýra minuttir vóru eftir at leika, tá ið Alexander Vukotic minkaði um munin fyri hvalbingar, og tá ið farið var út um vanligu leiktíðina koyrdu sandoyingar bóltin í egið mál, og so
vera galdandi fyri næstbesta liðið hjá felagnum, sum eisini fekk eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Liðið hevur í seinastuni fingið nøkur kærkomin stig og er í ferð við at sníkja seg upp eftir st [...] um, hvat var betra liðið. Tað var bert eitt korter leikt av fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið legði seg á odda. Eftir klumpaspæl inni í KÍ-brotsteiginum endaði tað við, at ein verjuleikari hjá klaksvíkingum [...] perla. Vongverjin í vinstru, John Thomsen, streyk avstað heilt fram til baklinjuna og sendi síðani inn fyri, har Tórálvur Poulsen rann til nærmastu stong og setti tánna undir bóltin, og so var 3-0. Hálvleikstøðan
liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Ferðin var ikki tann øgiliga fyrstu løtuna, og ansingarnar vóru bæði neyvar og tættar. Gestirnir løgdu heldur bragdligari fyri, og tað mesta av uppspælinum [...] fór gjøgnum vintstru síðu hjá Bjarka Mohr og John Heri Dam, sum hesaferð fekk møguleikan í staðin fyri Hall Danielsen. Tað spurdust tó ógvuliga fáar vandamiklar støður burtur úr hesum. Tá ið bert seks [...] Johan Nielsen, var noyddur at umskipa liðið hjá sær, soleiðis at danin Søren Skov Jørgensen, ið annars fyri tað mesta hevur leikt í álopinum, spældi restina av dystinum á aftasta plássi. Hetta kom hann væl
Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, sum stjala yvirskriftirnar, tá føroysku landsliðsspælararnir royna seg uttanlands. Men soleiðis var tað ikki hesa ferð, og eisini í komandi viku verður ivaleyst meiri at [...] venjari hjá Kongsvinger, ikki hevur havt møguleika at síggja, hvat føroyski landsliðsmaðurin stendur fyri. Julian Johnsson var jú við landsliðnum í Bosnia-Hersegovina alla tað fyrstu heilu vikuna, sum nýggi [...] Guðlaugsson, Uni Arge og Jens Martin Knudsen hvør í sínari ódn verða týdningarmiklir liðir í stríðnum fyri steypasigrinum. Mótstøðuliðið verður ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, sum er íslendskur meistari og oddalið
so fekk heimaliðið hol á, og so gekk skjótt. Liðformaðurin hjá GÍ, Heini Heinason, varð skrivaður fyri fyrsta málið. Innleggið kom úr vinstru, Jóhannes Petersen royndi í fyrru atløgu at stýra bóltinum [...] fyrstur á returbóltinum. Vakrasta málið skoraði Pól Andreas Jacobsen, tá hann minuttin eftir royndi seg við langskoti úr 22 metrum, og tá tað restaðu sjey minuttir var lukkan við Jóhannesi Petersen, sum
snildir, tá teir royndu seg í snarálopum. Heimaliðið javnaði, tá 20 minuttir vóru farnir, og eitt minutt seinni vóru teir á odda. Fyrra málið fingu teir uppá brotsspark, sum varð dømt fyri hands, eftir at NSÍ [...] stikning innum NSÍ verjuna. Tað var eisini brotsspark, og tað var aftur Jack Jakobsen, og tað var aftur fyri hands, tá NSÍ javnaði til 3-3, og aftur hesa ferð undraðust teir á heimaliðnum um, at einki kort varð [...] innfyri úr høgru, og stóri miðverjin, Pætur Dahl, var hægstur og stútaði í kassan. Og dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, áðrenn vónbrotna heimaliðið fekk høvi at geav bóltin upp aftur.
sær framhaldandi pláss í bestu deildini. Tann royndin miseydnaðist, og sannlíkið fyri, at meiri enn hundrað ára gamla TB fyri triðju ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild, er nógv størri eftir vikuskiftið [...] vikuskiftinum. Men kortini vilja teir á Tvøroyri ikki boyggja seg. Moralurin tykist vera í góður, og teir hava framvegis álit á egnum evnum at syrgja fyri neyðugu stigunum, sum í hvussu so er kunnu lyfta teimum [...] fremst fyri at varðveita tað, teir høvdu í viðførinum. Áskoðararnir vóru nógvir, og ikki minst vóru nógvir vágbingar leygardagin og hugdu at botnstríðnum millum tey bæði oyggjaliðini, sum stríðast fyri lívinum
tað gera teir enn. Rættiliga fitt av fólki var til dystin, sum í fyrra hálvleiki fyri tað mesta gekk fyri seg mitt á vøllinum. Verjurnar hjá báðum liðunum stóðu væl og tóku sær av teimum naskastu [...] til at spæla saman, tá mest var brúk fyri tí. Sum oftast endaði tað við, at spælarin, sum hevði bóltin, tók eitt trekk ov nógv, og á tann hátt fóru nógvar royndir fyri skeytið. Annað, sum eisini hongur saman [...] fór at fáa eitt mál og tað kom. Ein bóltur varð spældur út í vinstra borð og síðani lagdur inn fyri. Leirvíkingar fingu beint bóltin eitt sindur burtur, men ikki nóg langt, tí hann kom út til John Johansen
avstað aftur við einum 4-1 sigri. NSÍ legði annars bragdliga fyri, og fyrstu tíggju minuttirnar høvdu klaksvíkskvinnurnar úr at gera við at verja fyri heimaliðnum, sum við eitt sindur av hepni kundi komið á [...] tá Anja Rein longu í fimta minutti legði útiliðið á odda. Men í 16. minutti javnaði Elin Jacobsen fyri skálakvinnur. Skála, sum vikuna frammanundan hevði tapt 16-0 í Klaksvík og bert skotið tvey mál í [...] byrjaði afturi á egnari hálvu úti í vinstru síðu, har Linda Hansen og Margreta Heinesen kombineraðu seg frameftir. Tað endaði við, at Linda Hansen sendi innfyri til Sonju Hansen, sum økti um LÍF-leiðsluna