Tað gongur einki serligt við fótbóltinum hjá teimum í Sundalagnum og á Eiði. Teir eru framvegis hóttir av niðurflyting, og teir tykjast ikki hava serliga stórt álit á, at nógv stig skulu dragast í reiðrið, tá teir spæla á útivølli.
Í Sarpisgerði høvdu teir lítið fólk frammi. Tað var eyðsýnt, at tað ráddi um at halda tørn og varðveita stigið, sum teir vóru komnir við, og so vóna, at Finnbjørn Zachariasen einsamallur kundi megna okkurt frammi á vøllinum, og í 67 minuttir var málleyst. Fyrra umfarið var sera tamt. Heimaliðið, sum hevði bóltin nógv meiri, hevði tríggjar møguleikar, og útiliðið hevði ein málmøguleika.
Men so fekk heimaliðið hol á, og so gekk skjótt. Liðformaðurin hjá GÍ, Heini Heinason, varð skrivaður fyri fyrsta málið. Innleggið kom úr vinstru, Jóhannes Petersen royndi í fyrru atløgu at stýra bóltinum við búkinum inn um strikuna, og so avgreiddi Heini Heinason.
Næsta málið kom eftir 71 minuttir. Aftur hesa ferð var Jóhannes Petersen frammi við. Skotroyndin hjá honum tók í stólpan, og Leivur Hansen, sum hevði verið á verjukenda miðvøllinum, men í 2. hálvleiki varð fluttur á vongverjan í høgru, var fyrstur á returbóltinum.
Vakrasta málið skoraði Pól Andreas Jacobsen, tá hann minuttin eftir royndi seg við langskoti úr 22 metrum, og tá tað restaðu sjey minuttir var lukkan við Jóhannesi Petersen, sum eftir 59 minuttir var komin inn saman við Tummasi Magnussen. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru snittaði Petersen maðurin við høvdinum upp um Óla Kristian Djurhuus í málinum og upp í handara málhornið.