B71 sett kós móti 1. deild

Fótbóltur: Sandoyingar hava sett beina kós ímóti 1. deild, og leygardagin vunnu teir trý týðandi stig aftrat, tá Royn varð sent heim aftur við einum 2-4 ósigri

Tað er nógv, sum bendir á, at vit aftur fara at síggja B71 í 1. deild komandi kappingarár, tá ið tað eru liðin 10 ár, síðani at teir fyri fyrstu ferð vóru í bestu deildini og gjørdu tað bragd at vinna deildina. Leygardagin vóru hvalbingar á vitjan á Sandi, og teir noyddust suður aftur við einum 2-4 ósigri.


Nógv mál stutt

fyri dystarlok

Sandoyingar løgdu seg á odda, tá ið 19 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og tað setti liðskiparin hjá sandoyingum, Eli Hentze, í netið. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn bríkslaður í gongd, tá ið sandoyingar øktu um leiðsluna. Tað var enn einaferð Eli Hentze, sum hevði síðsta fót á bóltinum.

Um miðjan seinna hálvleik legði Jónsvein Bærentsen heimaliðið á odda 3-0, og so hildu tey flestu, at so var hesin dysturin vunnin, men sandoyingar fingu tó ein lítlan skelk.

Fýra minuttir vóru eftir at leika, tá ið Alexander Vukotic minkaði um munin fyri hvalbingar, og tá ið farið var út um vanligu leiktíðina koyrdu sandoyingar bóltin í egið mál, og so var knappliga bara 3-2!

Hvalbingar komu tó ikki nærri øðrum stiginum, og í síðstu sekundunum økti Jónsvein Bærentsen til endaligu støðuna 4-2 til heimaliðið B71.

Kósin hjá sandoyingum er sett, og trupult er at fáa eyga á nakað lið, sum megnar at forða teimum í at vinna sær sess aftur í bestu mansdeildini í fótbólti.