HB-kvinnurnar høvdu frí hetta vikuskiftið, og tað nýttu B36 og KÍ til at minka um munin upp til oddaliðið. B36 er nú bert eitt stig aftanfyri HB og hevur spælt ein dyst færri, meðan KÍ er fimm stig frá fremsta plássinum.
KÍ vann í Runavík
KÍ var í Runavík, og tær fóru avstað aftur við einum 4-1 sigri. NSÍ legði annars bragdliga fyri, og fyrstu tíggju minuttirnar høvdu klaksvíkskvinnurnar úr at gera við at verja fyri heimaliðnum, sum við eitt sindur av hepni kundi komið á odda bæði 1-0 og 2-0, áðrenn KÍ svaraði aftur.
Men byrjanin var kanska í so harðlig, tí tá 20 minuttir vóru spældir, var støðan longu 3-0 til KÍ?
Rannvá Andreasen gjørdi øll trý málini. Tað fyrsta kom, eftir at NSÍ-málverjin hevði hálvbjargað einum øðrum skoti, sum Rannvá so fekk fatur á. Tá vóru tíggju minuttir spældir, og sjey minuttir seinni lá bólturin aftur í NSÍ-málinum. Hetta málið skeyt Rannvá Andreasen beinleiðis upp á hornaspark!
Og í 21. minutti komu KÍ og Rannvá upp á trý mál eftir enn ein ripost frá NSÍ-málverjanum.
KÍ hevði fingið eina greiða leiðslu tíðliga í dystinum og hevði tamarhald á støðuni, men heimaliðið hevði eisini sínar kjansir. Ein av hesum kom tíggju minuttir áðrenn hálvleik, og Lív Hansen, ið er ein av fleiri, sum eru komnar úr grannunum B68, minkaði um munin til 1-3.
Men KÍ-liðið hevur spælt væl síðani kappingin fór í gongd aftur aftan á summarsteðgin. Hóast tær fingu ein leikara riknan av vøllinum í seinasta minutti av fyrra hálvleiki, megnaðu tær at halda fast um leiðsluna og enntá sjálvar fáa eitt mál afturat í seinna hálvleiki.
Tað kom, tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum, og málskjútti hesaferð var Poula Mikkelsen.
Dysturin millum NSÍ og KÍ var millum teir frægu, og bæði liðini vístu gott spæl í løtum. Í seinna hálvleiki hevði KÍ mesta spælið, men NSÍ hevði eins nógvar kjansir og gestirnir. Men Rannvá Andreasen spældi við KÍ.
Skála gav B36
ein hvøkk
Hóast KÍ vann í Runavík, er gloppið upp til oddaliðið HB helst ov stórt hjá føroyameistarunum at taka innaftur. Hinvegin sær B36 út til veruliga at kunna hótta HB, sum annars hevur ligið á odda meginpartin av kappingarárinum.
B36 var hetta vikuskiftið á Skála og var eisini stórfavorittur til henda dystin. Undan hesum dystinum hevði B36 bert mist tvey stig í kappingini, meðan Skála hevði tapt allar sínar níggju dystir og hevði málmunin 2-73.
Havnarliðið vann eisini dystin á Skála 6-1, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at munurin í málum bleiv so stórur.
Alt gekk annars eftir ætlan hjá B36, tá Anja Rein longu í fimta minutti legði útiliðið á odda. Men í 16. minutti javnaði Elin Jacobsen fyri skálakvinnur.
Skála, sum vikuna frammanundan hevði tapt 16-0 í Klaksvík og bert skotið tvey mál í níggju dystum, var komið upp á javnleik.
Henda støðan helt sær tó bert til tríggjar minuttir seinni, tá Judith Joensen legði B36 á odda 2-1.
Í seinna hálvleiki var tað B36, sum orkaði betur, og tær fingu eisini fýra mál afturat. Judith Joensen økti til 3-1 í 56. minutti og fullførdi sítt hat-trick í 70. minutti. Tveir minuttir seinni gjørdi Skála sjálvmál, so støðan bleiv 5-1, og fýra minuttir eftir tað skoraði Judith Joensen sítt fjórða mál, so B36 kom upp á 6-1.
Fleiri mál komu ikki, og við sigrinum varðveitti B36 trýstið á HB. Munurin minkaði niður í eitt stig, og B36 hevur spælt ein dyst færri.
LÍF fýra mál
innan eitt korter
EB-kvinnurnar vóru og vitjaðu í Leirvík sunnudagin, og tær noyddust at taka við einum ósigri upp á 0-5.
Heimaliðið fekk hol á í 25. minutti. Eitt innkast úr høgru síðu varð kastað til Duritu Justinussen, sum afturi við baklinjuna sneiddi sær á og sendi í handara síðunet til 1-0.
Fimm minuttir seinni var 2-0, og hetta málið var væl spælt. Tað byrjaði afturi á egnari hálvu úti í vinstru síðu, har Linda Hansen og Margreta Heinesen kombineraðu seg frameftir. Tað endaði við, at Linda Hansen sendi innfyri til Sonju Hansen, sum økti um LÍF-leiðsluna.
Sonja Hansen var aftur á rætta stað fimm minuttir seinni, tá hon var fyrst á bóltinum, eftir at EB-málverjin ikki fekk hildið einum skoti frá Margretu Heinesen.
Og tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, stakk Linda Hansen ein bólt fram gjøgnum EB-verjuna til Sonju, sum skoraði sítt triðja mál og sendi LÍF upp á 4-0.
Seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal, tá Linda Hansen sendi hornaspark innfyri til Kristbjørg Isaksen, sum økti til 5-0, og tað gjørdist endaliga úrslitið.
Í Leirvík hava tær framvegis ikki uppgivið at fáa heiðursmerki. Tær hava komandi viku dyst móti KÍ í Klaksvík, og síðani kemur B36 til Leirvíkar.
Móti EB var spælið í løtum merkt av, at Kristina Eyðbjørnsdóttir ikki er við longur. Sjálvandi ein stórur missur, men hinvegin hevur tað eisini ført við sær, at aðrar nú noyðast at taka meira ábyrgd og mugu tora at bjóða seg til. Móti EB riggaði tað væl, tí tá spældi LÍF meira sum eitt lið, enn tær fyrr hava gjørt.









