og stendur nakað betur 15.Ne2 Rc8 16.g4 cxd4 17.Rf3 Nec6 [17...Nc4! 18.cxd4 (18.Qxf7+ Kd7 og svartur vinnur) 18...Nxd2+ og Rani missur c-finnuna] 18.cxd4 Nc4 19.g5 hxg5 20.Qxg5 Qe7 21.c3 Qxg5 22.Bxg5 Rh8 [...] eisini kundi givið svørtum remiskjansir] (Diagram) 36.Ng6! nú vinnur hvítur, riddarin hóttir eisini skák á f8 36...Rf7?! [36...Nxg6 37.Kxg6 Re7 38.Bxe7 tapir sjálvsagt eisini, men at missa býtismun er betri
um annað plássið í SMS-deildini við at vinna 30-26 á H71 í høllini á Hálsi í kvøld. Unga liðið úr Hoyvík var tó betur í fyrra hálvleiki, og var H71 á odda 14-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki fekk Kyndil [...] samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Marionnu G. Eystberg, ið skoraði ikki færri enn 14 mál fyri Kyndil. Hóast sigurin so leggur Marianna eina við, at enn er langt á mál hjá Kyndli, og tær mugu framvegis stríðast [...] royndirnar vóru á muni. Men unga H71-liðið mennist, og Marita vónar, at um ikki so langa tíð kunnu slíkir dystir koppa til eitt H71-lið, ið tá hevur fleiri royndir. Í Klaksvík vann Neistin 24-20 á Stjørnuni
sjeytiárunum, og sum plagdi at verða brúktur á málinum á molanum í sambandi við kappróður á ólavsøku. Eisini danska løgreglan nýtti hesar bilar sum salatfat. Á myndum frá klaksvíksstríðnum í fimmtiárunum [...] gøtumyndini í Havn – og viðhvørt á bygd eisini. – Hetta er sjálvandi treytað av, at øll loyvi fáast upp á pláss, sigur Johannes Jensen. Men umframt at síggja bilarnar í havnargøtum og á festivalinum og øðrum tiltøkum [...] køkarnir dýrari enn bilarnir. Annar bilurin, tann til Fish & Chips, verður at síggja longu um vikuskiftið á G! Festivalinum í Gøtu. Hin bilurin er ikki reiðiliga klárur enn. Johannes Jensen sigur, at hesin bilurin
men eisini í hálvfinalunum vóru sigrarnir púra greiðir. Alvin Egholm vann 5-1 á Flemmingi Hansen og Remy G. Hansen vann 5-0 á Jens Peturi Poulsen. Vóru hálvfinalurnar ójavnar, so var heldur meir spenningur [...] Heinisen seg fram til finaluna. Jógvan Pauli hevði í hálvfinaluni vunnið 5-3 á Gunnari Mouritsen, meðan Heini hevði vunnið 5-3 á Eyðuni Samuelsen. Jógvan Pauli legði hart út og kom skjótt uppá eina 5-1 leiðslu [...] Hetta gjørdist ein sera góður dystur. Flemming og Jens Petur løgdu seg á odda 3-1, men Henning og Petur svaraðu aftur og komu upp á 3-3. Løtu seinni var støðan 4-4, og tí skuldi avgerðin falla í 9. settinum
minuttir vóru Jákup Martin Joensen og hansara menn á veg ímóti fjórða sigrinum á rað, men tá ið fýra minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, mistu teir alt á gólvið. -Kanska áttu vit at vunnið øll stigini [...] minuttir eftir steðgin legði EB/Streymur seg fyri aðru ferð á odda. Talan var um rimmar mál, sum Rói H. Olsen skoraði. Hann hevur ofta verið á beinkinum, men í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, og [...] EB/Streymi, Árni G. Olsen, gula kortið fyri aðruferð. Harvið vóru heimamenninir undirmannaðir, og tá ið Sølvi Vatnhamar avgreiddi frísparki frammarlaga í vinstru, so var Finnur Justinussen á rætta staðnum
ein listi, sum vísir hvussu hetta land verður stavað á ymiskum málum. Eini 50 mál eru á listanum, 15 brúka C-, eitt brúkar G- og øll hini K-. Flest mál á hesum lista brúka K-. Kinesiskt hevur ikki bókstavin [...] Dømið var um ein næming í 3. g, sum leitaði eftir tilfari til uppgávu um Cuba. Tá leitað var eftir Cuba (skrivað rætt soleiðis sum fólk á Cuba skriva tað), so var einki at finna. Leitiskipanin krevur eitt [...] um landið Cuba (sum Kruse vil stavað við K-). Tað er munur á! Henda misskiljing ger so, at restin av tí, sum Kruse skrivar, einki hevur upp á seg, hvørki sum argument ella upplýsing. Ein skeivur spurningur
Nýta vit stuttu konsertina á Norðuratlantsbryggjuni leygarkvøldið sum barometur, so hava føroyingar sanniliga nakað at gleða seg til í summar. Eisini hóast Nephew hevur spælt á G! fyrr. Í 2005. Og 2007. Og [...] Nephew. Teir komu beint frá stórari konsert í Albertslund, men sóu av sonnum út til at hugna sær á lítla pallinum á bryggjuni. - Vit hava júst spælt eina konsert, men hugsaðu so, skulu vit ikki bara spæla nøkur [...] nøkur løg aftrat fyri føroyingunum, segði Simon Kvamm sum eitt tað fyrsta, tá hann trein á pallin. Hann minti tó á, at orsøkin til, at hann og hinir bólkarnir spældu ókeypis til hetta tiltakið var, at tey
so kom hon heilt út á 33,29 m í fjórða umfarið, sum er bólkamet við nógvum metrum. Lydia kastaði 3 kg hamaran út á 24,98 m í síðsta umfarið, meðan Helena kastaði 3 kg hamaran út á 22,48 m, skrivar hvirlan [...] so avgjørt ikki hava ligið á løtu síðuni, síðani kappingarárið endaði í september. Tvørtur ímóti hava tær hildið støðið og reiðiliga tað. Vit fingu enntá trý nýggj bólkamet á degnum. Allar hesar fimm genturnar [...] kúlustoyt á skránni. Her var tað bara Lydia, sum hevur valt kúlustoyt sum sína fyrstu grein, ið royndi seg. Hon legði varliga út, men kom longri út fyri hvørt umfar inntil hon í fjórða umfarið kom út á 11,39
avgerðin um 5G-netið eina og aleina skuldi byggja á vinnulig atlit. Inntil seint mikukvøldið. Tá gjørdi forsætisráðharrin endiliga greitt, at telesamskiftið er eitt trygdarmál, og at ein lóg er á veg, sum [...] "tryggja sítt vald", segði hann. Danmark vil "draga mál, sum vit hava ræði á, aftur til Danmarkar". Einki óvæntað har. Men Jørgen legði seg á sama bógv, tá hann segði, at "tað kemur ikki uppá tal, at nakar annar [...] so verður víst á, at USA sanniliga eisini njósnast - sum avdúkingarnar hjá Snowden so væl vísa. Men valið stendur ikki millum hesi bæði stórveldi. USA er als ikki við í kappingini um 5G. Vit eru hinvegin
Ólavur Fríði Nybo úr Haraldssundi, hava sett á stovn. Seinni nevndi er stjóri í felagnum, hvørs endamál er at eiga og reka fiskiskip. Hitt er smápartafelagið D.G. í Hoyvík, sum Jónhard Fríði Danielsen úr [...] úr Hoyvík hava sett á stovn. Fyrri er nevndarformaður og seinni er stjóri. Endamálið er at reka fiskivinnu og at fara fiskitúrar við ferðafólki. Enn eitt ráðgevingarfelag er sett á stovn. Hetta eitur Sp/f