Leygardagin var ikki bara ársins fyrsta rennikapping. Á Tórsbreyt royndu eisini nakrir kastarar seg í stilla men ísakalda vetrardegnum, skrivar fif.fo.
Í fjør sóu vit hvussu fleiri ungar Hvirlugentur gjørdu risaframstig í kastigreinunum. Kappingin leygardagin staðfestir, at genturnar so avgjørt ikki hava ligið á løtu síðuni, síðani kappingarárið endaði í september.
Tvørtur ímóti hava tær hildið støðið og reiðiliga tað. Vit fingu enntá trý nýggj bólkamet á degnum. Allar hesar fimm genturnar, sum kappaðust leygardagin, eru partur av gentukastibólkinum, sum Úrval hevur latið stuðul til.
Heimasíðan hjá Hvirluni hevur eisini skrivað um kappingina.
- Fyrsta greinin var hamarkast, og her royndu Guðrið Káradóttir Petersen, Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska seg. Hamarkast er primera greinin hjá Guðrið, og tað sást beinan vegin, tí hóast hon í ár skal kasta við kvinnu-hamarnum, so kom hon heilt út á 33,29 m í fjórða umfarið, sum er bólkamet við nógvum metrum. Lydia kastaði 3 kg hamaran út á 24,98 m í síðsta umfarið, meðan Helena kastaði 3 kg hamaran út á 22,48 m, skrivar hvirlan.fo.
Allar tríggjar luttóku eisini í diskuskasti, umframt at Sunniva Bogadóttir eisini var við. Her legði Helena, sum hevur diskuskast sum sína fyrstu grein, út við at kasta 1 kg tunga diskin heilt út á 26,05 m, sum er bólkamet. Næstu kastini spenti upp, og tí kom hon ikki longri hesaferð. Hinar tríggjar royndu tvær ferðir, og valdu so at gevast. Longst av teimum kom Lydia við 22,85 m, Sunniva kastaði 21,63 m og Guðrið 18,26 m.
So var kúlustoyt á skránni. Her var tað bara Lydia, sum hevur valt kúlustoyt sum sína fyrstu grein, ið royndi seg. Hon legði varliga út, men kom longri út fyri hvørt umfar inntil hon í fjórða umfarið kom út á 11,39 m við 3 kg tungu kúluni. Tað er bólkamet. Hetta gjørdist hennara longsta hesaferð.
Síðsta greinin var spjótkast og her royndi Sunniva seg saman við Elin Niclasen. Tær hava báðar valt sær spjótkast sum fremstu grein. Sunniva valdi at kasta við 600 g tunga kvinnuspjótinum, meðan Elin kastaði við 500 g spjótinum. Sunniva hevði eina stabila seriu, har tað longsta kom í fjórða umfari. Tað bleiv mált til 32,18 m. Elin kastaði væl, men spjótið vildi ikki markera (um oddurin ikki nertur við fyrst, so verður kastið ikki góðkent). Hon tók tí eitt trygdarkast í síðsta umfarið, sum bleiv mált til 26,66 m.
Venjarin var sera væl nøgdur við úrslitini, sum hann metir eru nógv darvað av kuldanum hendan dagin, skrivar fif.fo.
Mynd: Guðrið Káradóttir Petersen kastaði hamaran longst.