Tað er stórur lætti og gott lag í Víkingaleguni við Margáir, har líkindini at spæla fótbólt í dag vóru av teimum fagrastu.
Inntil tað restaðu átta minuttir, sá tað ikki so gott út hjá nýggja venjaranum hjá Víkingi og hansara monnum.
18 minuttir eftir steðgin legði EB/Streymur seg fyri aðru ferð á odda. Talan var um rimmar mál, sum Rói H. Olsen skoraði. Hann hevur ofta verið á beinkinum, men í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, og hann skoraði eitt sera flott mál. Eldri beiggin, Bárður Olsen, trillaði bóltin upp á tvørs, og við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum smekkaði Rói H. Olsen bóltin út við stólpan og upp í nettakið aftanfyri Elias Fagrá í málinum hjá Víkingi.
Víkingur royndi at svara aftur, og í onkrum føri var talan um góða støðu, men tað gekk striltið at fáa mál.
Níggju minuttir undan leikloki sá vongverjin í høgru hjá EB/Streymi, Árni G. Olsen, gula kortið fyri aðruferð. Harvið vóru heimamenninir undirmannaðir, og tá ið Sølvi Vatnhamar avgreiddi frísparki frammarlaga í vinstru, so var Finnur Justinussen á rætta staðnum og stýrdi bóltin í málið.
So var 2-2, og dagsskráin var, um tað fór at eydnast undirmannaða heimaliðnum at halda tørn, ella um tað skuldi eydnast Víkingi at skora sigursmálið.
Klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið tað eydnaðist Víkingi at skora sigursmálið. Aftur var tað landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar, sum átti uppleggið, og aftur var tað Finnur Justinussen, sum var málskjútti.
Finnur Justinussen hevur nú skorað ellivu mál og líkist alt meiri tí Finni, sum plagdi at skora eina rúgvu av málum.
-Tað var tungt hjá okkum, tí spælið hjá okkum gekk ikki soleiðis, sum vit høvdu ætlað, og vit vóru tvær ferðir aftanfyri. At teir mistu ein mann hevði stóran týdning, men vit eru nøgdir við, at vit skoraðu trý mál, og vunnu trý stig. Tað er nógv at betra, og tað fara vit undir í næstu viku, sigur nýggi venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen.
Eftir horna og aftur og fram legði Niklas Kruse EB/Streym á odda 1-0 átta minuttir undan hvíldini, og stórar tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Sølvi Vatnhamar við brotssparki, og so var tað, at Sølvi tvær ferðir var arkitektur, tá ið Finnur Justinussen skoraði, og Jóhan Petur Poulsen vann fulla úrtøku í sínum fyrsta dysti við ábyrgd fyri besta liðnum hjá Víkingi.
Víkingur er nú tvey stig frá fjórða plássi og B36, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur.
Sjálvandi eru teir vónbrotnir í leguni hjá EB/Streymi. Inntil tað restaðu átta minuttir vóru Jákup Martin Joensen og hansara menn á veg ímóti fjórða sigrinum á rað, men tá ið fýra minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, mistu teir alt á gólvið.
-Kanska áttu vit at vunnið øll stigini ídag. Tí eru vit vónbrotnir. Tá ið vit mistu ein mann, snúði tað seg um at halda tørn um javnleikin, sum teir vunnu í sambandi við útvísingina og frísparkið, men tað eydnaðist ikki. Víkingur revsaði mistøkini, sum vit gjørdu, men í stórum parti av dystinum vóru vit javnir og omaná, og tað er flott ímóti liði, sum stríðist fyri at sleppa í Europa, meðan vit eru heilt aðrastaðni í kappingini, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
EB/Streymur er á sjeynda plássi við 19 stigum.
Sunnudagin fær Víkingur av Skála, og EB/Streymur skal spæla á útivølli ímóti NSÍ.
EB/Streymur – Víkingur 2-3 (1-0)
1-0: Niklas T. Kruse 38.
1-1: Sølvi Vatnhamar br 56.
2-1: Rói H. Olsen 62.
2-2: Finnur Justinussen 82.
2-3: Finnur Justinussen 94.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Hjalti Kárason Djurhuus, Rói H. Olsen (Teitur D. Olsen, 89.) – Gutti Dahl-Olsen, Bárður Olsen, Símun Sólheim (Petur Zachariasen, 88.) – Niklas T. Kruse (Arnbjørn T. Hansen, 76.)
Gult kort: Rói H. Olsen, Andras Ó. Olsen
Reytt kort: Árni G. Olsen 82. (2 gul kort)
Venjari: Jákup Martin Joensen
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Noah Mneney, Bergur Gregersen (Ingi Jonhardsson, 87.) – Bogi Reinert Petersen (Geza David Turi, 66.), Gunnar Vatnhamar – Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen
Gult kort: Bogi Reinert Petersen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen