Tveir 45 ára gamlir bilar til streetfood

Um dagarnar komu tveir umbygdir 45 ára gamlir Citroën H vørubilar til landið – innrættaðir við hvør sínum køki.

Um dagarnar komu tveir umbygdir 45 ára gamlir Citroën H vørubilar til landið – innrættaðir við hvør sínum køki.

 

Tað er Gist & Vist, sum hevur keypt bilarnar úr Onglandi, og teir skulu báðir selja mat á føroysku gøtunum.

 

– Annar bilurin skal gera og selja »fish & chips«. Hin skal gera og selja »mexican burger and tacos«, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist.

 

Talan er um tveir Citroën H frá fyrst í sjeytiárunum. Annar er málaður við siðbundu fish & chips litunum, gulum og bláum – hin er málaður við meksikansku litunum, reyðum og grønum.

 

Hesir bilar verða partur av gøtumyndini í Havn – og viðhvørt á bygd eisini.

 

– Hetta er sjálvandi treytað av, at øll loyvi fáast upp á pláss, sigur Johannes Jensen.

 

Men umframt at síggja bilarnar í havnargøtum og á festivalinum og øðrum tiltøkum kring landið, so fer eisini at bera til hjá privatum at leiga bilarnar, eitt nú til føðingardagar og veitslur, sigur Johannes Jensen.

 

Køkarnir í bilunum eru sera væl útgjørdir við øllum hentleikum, sum krevjast til slíkar køkar. Umframt køksúgerðina, so eru bilarnir eisini útgjørdir við góðari tónleikaútgerð.

 

Bilarnir eru gamlir, men teir eru høvuðsumvældir í Onglandi. Alt er gjørt sum spildurnýtt. Og hóast bilarnir eru dýrir at keypa, so eru køkarnir dýrari enn bilarnir.

 

Annar bilurin, tann til Fish & Chips, verður at síggja longu um vikuskiftið á G! Festivalinum í Gøtu. Hin bilurin er ikki reiðiliga klárur enn.

 

Johannes Jensen sigur, at hesin bilurin skal gera gott traditionelt enskt fish & chips.

 

– Tað verður úr føroyskum fiskatilfeingi, eins og tað er í Bretlandi, sigur Johannes Jensen, sum vísir á, at Føroyar eru stórveitarar av flakafiski til fish & chips vinnuna í Bretlandi, sum í sera stóran myn nýtir føroyska rávøru.

 

Umframt bilin til fisk og kips og til meksikanska matin hevur Gist & Vist eisini ein vogn, sum bakar epli – og hesi mobilu matstøðini fara at vera fastir fúsir, har fólk savnast úti í framtíðini.

 

----

 

Citroën H vørubilarnir vóru kendir í gomlum døgum. Tey sum eru eitt sindur tilkomin minnast grøna Citroën H bilin, sum Bileftirlitið hevði í sjeytiárunum, og sum plagdi at verða brúktur á málinum á molanum í sambandi við kappróður á ólavsøku.

 

Eisini danska løgreglan nýtti hesar bilar sum salatfat. Á myndum frá klaksvíksstríðnum í fimmtiárunum síggjast myndir av hesum politibilum, sum danska løgreglan hevði við til Føroya í sambandi við klaksvíksstríðið (tí tá hevði løgreglan í Føroyum ongan bil).