Nýta vit stuttu konsertina á Norðuratlantsbryggjuni leygarkvøldið sum barometur, so hava føroyingar sanniliga nakað at gleða seg til í summar. Eisini hóast Nephew hevur spælt á G! fyrr. Í 2005. Og 2007. Og 2010. Tí nú vit skriva 2013 er bólkurin framvegis ómetaliga vælupplagdur.
Leygarkvøldið buldraði bólkurin avstað við yvirskoti. Løgini og – ikki minst – tað, ið Simon Kvamm segði millum løgini, varð borðreitt so sannførandi og presist.
Sjálvt teir mest skeptisku áhoyrararnar megnaði Kvamm at avvápna, tá hann – sum øll hini, freistast ein til at siga – fór undir at rósa stórslignu føroysku náttúruni.
- Nú eru tit ivaleyst mong, sum hugsa, kanst tú fáa tunguna vekk úr einum ávísum staði, segði Kvamm og eg má viðganga, at tað var júst tað, eg hugsaði. Men so var tað, at hann púra rætt staðfesti:
- Men tit elska tað. Tað gera tit. Tit elska at hoyra hvussu pent, vakurt og serstakt tað er í Føroyum. Herfyri tosaði eg við Útvarp Føroya. Eg greiddi frá mínum sambandi við Føroya, og at vit í Nephew dáma væl at spæla har. Men útvarpsmaðurin vildi hava meiri. Kanst tú ikki seta fleiri orð á tað, Simon? Kanst tú ikki greiða nærri frá tínum tilknýti til Føroya, Simon? Hvønn týdning hava Føroyar fyri Nephew, Simon? Eg royndi og royndi at greiða frá og greiða frá, men útvarpsmaðurin vildi hava meir og meir. Tit kunnu ikki fáa nokk av rós. Tit elska tað, staðfesti maðurin, sum í 2005 legði gøtusand fyri føtur sínar, tá hann mælti tiltiknu orðini:
- Abbi mín var gøtumaður!
Mintu á álvaran
Líka so nógv sum føroyingar, sambært Simon Kvamm, elska rós – líka so nógv elskaði fjøldin í Norðuratlantsbryggjuni Nephew. Teir komu beint frá stórari konsert í Albertslund, men sóu av sonnum út til at hugna sær á lítla pallinum á bryggjuni.
- Vit hava júst spælt eina konsert, men hugsaðu so, skulu vit ikki bara spæla nøkur løg aftrat fyri føroyingunum, segði Simon Kvamm sum eitt tað fyrsta, tá hann trein á pallin. Hann minti tó á, at orsøkin til, at hann og hinir bólkarnir spældu ókeypis til hetta tiltakið var, at tey ynsktu at stuðla Fountain House Føroyar grunninum, sum skal fáa til vega eitt Fountain hús í Føroyum.
- Vit í bólkinum hava fylgt lagnu Rasmusar (Rasmussen, blðm.). Fyri okkum sá tað út sum, at hann í ov stóran mun varð latin upp til sín sjálvs og sínar trupulleikar. At síggja til hevði hann einki psykitiatiskt trygdarnet undir sær, segði Simon Kvamm við Útvarp Føroya, tá tað bleiv kunngjørt, at Nephew luttóku á Fountain house stuðulskonsertini í Danmark.









