Spennandi Dartkapping

Dartkapping varð hildin í B36-húsinum um vikuskiftið

 

Dart


Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið kappaðust kvinnurnar eisini. Í einmansleiki vann Astrun Lützen og hon vann eisini tvímansleikin saman við Katrini Poulsen.

Í B-bólkinum hjá monnunum leiktu Jógvan Pauli Joensen og Heini Heinisen seg fram til finaluna. Jógvan Pauli hevði í hálvfinaluni vunnið 5-3 á Gunnari Mouritsen, meðan Heini hevði vunnið 5-3 á Eyðuni Samuelsen. Jógvan Pauli legði hart út og kom skjótt uppá eina 5-1 leiðslu. Men so komu ivaleyst nervar uppí hjá Jógvan Paula, tí hóast hann hevði møguleikan at avgera øll settini, so vann Heini fimm sett á rað og harvið finaluna 6-5.~


Favorittarnir fullu

Í A-bólkinum fullu onkrir av favorittunum enn einaferð tíðliga í kappingini. Henrik Pedersen varð aftur hesaferð sligin út í fyrsta umfari og Petur Grønagarð snávaði í øðrum umfari.

Allir hálvfinalistarnir vunnu greitt sínar fjórðingsfinalur, men eisini í hálvfinalunum vóru sigrarnir púra greiðir. Alvin Egholm vann 5-1 á Flemmingi Hansen og Remy G. Hansen vann 5-0 á Jens Peturi Poulsen. Vóru hálvfinalurnar ójavnar, so var heldur meir spenningur í finaluni. Remy vann finaluna 6-4.


Stór undirtøka

Í tvímansleiki luttóku 16 pør og tað er tað mesta í langa tíð, og eisini hesaferð var tað okkurt par, sum vanliga ikki spælir saman, ið kom langt í kappingini. Flemming Hansen/Jens Petur Poulsen hava verið tað støðugasta parið higartil og teir komu eisini í hálvfinaluna uttan trupulleikar. Teir hittu í hálvfinaluni Henning Thomsen/Petur Grønagarð. Hetta gjørdist ein sera góður dystur. Flemming og Jens Petur løgdu seg á odda 3-1, men Henning og Petur svaraðu aftur og komu upp á 3-3. Løtu seinni var støðan 4-4, og tí skuldi avgerðin falla í 9. settinum. Her vóru Flemming og Jens Petur stinnari, og teir tryggjaðu sær tí finaluplássið við at vinna 5-4.

Jackie Joensen/Bjarni í Stórustovu høvdu vunnið 4-3 á Henrik Pedersen/Poul Poulsen í eini sera spennandi fjórðingsfinalu. Men í hálvfinaluni, har mótstøðumenninir vóru Jan Midjord/Remy G. Hansen, megnaðu teir ikki at gera so nógv um seg. Jan og Remy gjørdu skjótt av og vunnu 5-2.

Finalan gjørdist sera spennandi og til tíðir eisini væl leikt. Finalurnar verða leiktar best av 11 settum, og eins og í undanfarnu kapping mátti øll 11 settini spælast fyri at finna ein vinnara. Tað vóru ongantíð meir enn tvey sett á muni og tá komið var til 11 sett, stóð nógv á monnum. Nógvir nervar vóru uppi í og allir fýra misnýttu ein møguleika at avgera dystin, áðrenn Flemming setti pílin í double og tryggjaði