greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini, høvdu fólk sama vaml fyri politikarum, sum fólk hava ídag. Tí í [...] seg her hjá okkum: Eitt støðugt klandur ímillum persónar og partíir, ein júkan upp í saman um tað sama, ein illvilji og ein illsemja, ið forðar allari samvirkan til bata fyri landið....3. Hetta kundi fyri [...] síðani ritað navn sítt fast sum eitt hitt víðskygnasta skald okkara. Hann er óneyðugt at siga meiri um. Hin bókin, »Frælsmannamál«, er eitt rúgvismikið úrval av blaðgreinum og røðum, hildnar á fólkafundum
undirsjóvartunnli um Vestmannasund, sum Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen hava gjørt, almannagjørd. Og millum tey mongu evnini, sum verða tikin upp í frágreiðingini, snýr ein partur seg eisini um frítíðarvirksemi [...] úr Vágum sum búgva í Havn hava sagt sína hugsan um undirsjóvartunnilin. Jens Erik Rasmussen sigur, at hann hevði ikki flutt vestur, kom fast sambandi um Vestmannasund, tí ítróttarliga avbjóðing er størri [...] en hevði flutt vestur og so ferðast til arbeiðis, hevði undirsjóvartunnil komin, eisini um tað kostaði tað sama, sum tað ger í dag.
Sendingin »Víða um« hevur viðhvørt góð evni. Kanska hevði tað verið betri, um svarini komu sum samtala og ikki bara blivu lisin upp. Einaferð hevði henda útvarpskvinnan stak góðar sendingar um sosial problem [...] hví sami persónur skal hava tvær tónleikasendingar sama dag. Man slíkt vera vanligt í øðrum londum, ? í so nógv ár??? Gott nokk hevur hesin nógva vitan um tónleik, men ber ikki til at hesin leggur til rættis [...] problem, um gerandislív og dagsins ókendu hetjur. Eg kundi ynskt at hoyrt líknandi sendingar aftur. Kórsendingin er ofta góð, og unga daman í ungdómssendingini riggar væl. Ungfólkið í húsinum situr trúliga
økið, sum bretar hava boðið út til oljuleiting, um talan verður um eitt sakarmál. Nýggir føroyskir tónar Meðan føroyingar higartil hava sett fram krav um at brúka miðlinjuna, tvs. fiskimarkið sum undir [...] við, at vit kunnu gera eitt krav galdandi uppá økið talan er um, tá málið seinni kanska verður sent til Haagdómstólin. Tá Sosialurin frætti um hetta málið miðskeiðis í farnu viku komu tíðindini samtíðis [...] hevði stóra grein um málið og síðani eisini skotska dagblaðið Press & Journal. Sambart Press & Journal so hevur Bretland gálvað eftir Danmark og Føroyum í hesum málinum, ið snýr seg um rættin til ein stóran
fór veruliga fram um heimaliðið. Í fyrra hálvleiki gekk báðar, men stundum gjørdust fleiri mál á muni. StÍF fór fram um 6-3, Stjørnan javnaði so til 6-6. So fóru gestirnir aftur fram um, hesaferð 9-6, men [...] tað Stjørnan, sum fór fram um, tá tær gjørdu tað til 10-9. Seinastu minuttirnar fyri hálvleikin fór StÍF fram um aftur, og í hálvleikinum var støðan 12-10 til gestirnar. Tað mundi neyvan tykjast heilt vónleyst [...] leiklok gjørdi StÍF tað til 20-14, og tað var allur ivi um úrslitið burtur. Stjørnan stríddist tó líka til endan, og tær kláraðu eisini at minka um munin við tveimum málum, so endaliga støðan gjørdist 25-21
TB 2. deild hjá monnum. Dráttur á strikuni Tað var um reppið, at Dráttur umsíðir vann eina flogbóltskapping, tá tær komu í finaluna í FK-kappingini um vikuskiftið. Tær vístu gott spæl og vann í innleiðandi [...] at rópa á havnaliðið, og tað endaði eisini við at Fleyr vann fyrsta settið, og so gjørdi tað tað sama hjá ÍF, at teir vunnu dystin 2-1. Spennandi finala Finalan stóð tí ímillum Fram og Mjølnir, og dysturin [...] Mjølnir vann fyrsta settið 21-16. Í næsta settið broyttist støðan, tí nú tóku spælararnir hjá Fram sær um reiggj. Fram helt leiðsluna alla tíðina til móti endanum av settinum, tá Mjølnir javnaði til 20-20
oljulóg og 1. útbjóðing tykist at fara at halda so nøkunlunda, so spøkir enn eitt mál. Talan er um ósemjuna um markið. Her liggur tað so í kortunum, at ein ella onnur avkláring skal koma í seinasta lagi hálvan [...] leggja uppskotið til eina kolvetnislóg - oljulóg - fyri tingið í gjár. Í skrivandi løtu vita vit ikki, um framløga var á tingfundinum í gjár, men hon var so á skránni. Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við [...] tingfundin fríggjadagin sigur tingformaðurin, sum leggur aftrat, at tað verður einki annað mál á skránni sama dag sum oljulóggávan er fyri. Jógvan I. Olsen roknar ikki við at teir brúka meira enn henda eina dagin
er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars. SvF skal veita hyggjarunum atgongd til týðandi upplýsing og orðaskifti um øll avgerandi samfelagsviðurskifti, skal venda sær [...] tilfar, og tilfar úr býi og bygd. Lívið og virksermi á bygd eigur at verða viðgjørt í sama álvara, sum tá talan er um høvuðsstaðin og onnur størri pláss í landinum, og SvF skal bera so í bandi, at fólkið [...] brúka. Málið hjá SvF fer framyvir at verða, at tað skal verða tann rásin, sum føroyingar velja sær fram um allar hinar. SvF skal verða meginrásin, og so kunnu føroyingar velja sær aðrar rásir til at supplera
danski forsætisráðharrin at hitta umboð fyri Føroyar. Á samkomuni varð tosað um mangt og hvat. Hann tosaði um tann neyðuga dialogin, um at báðir partar eru ærligir yvir fyri hvørjum øðrum - ?om at have gensidig [...] verið eitt gott høvi hjá honum at vitjað í Føroyum rundan um tann 1. apríl næsta ár, tá Heimastýrislógin fyllir 50 ár. Ráðstevna Talan er annars um at skipa fyri eini ráðstevnu, tá Heimastýrislógin hevur [...] hann so enn er. Nyrup góður fyri føroyingar Uppá fyrispurning um tað ber til at fáa ein dialog við danska forsætisráðharran, tá hugsað verður um bankakreppuna og alt, sum kom í kjalarvørrinum á henni sigur
onnur vanlig menniskju, og ein kann næstan ikki annað enn harmast um, at fólk forvinna pening upp á slíkt. Postal kann spælast um modem ella um net við upp til 15 onnur. Tað er eitt Windows 95 spæl og krevur [...] gongur aftur í flestu telduspølum, og fleiri av teimum eru heldur ógvuslig. Oftast ræður um at myrða og oyða alt rundan um seg. Men tá spølini eisini eru rættiliga óverulig, og sum regul fyriganga á einum fjarum [...] tarvar. Tey vena seg og rópa um hjálp, so tað næstan er ótolandi. Tað einasta ein kann gera, er at geva teimum eitt nakkaskot. Tástani gevast tey. Psykotiskt spæl Spælið snýr seg um, at ein eins og sálarliga