SvF fær nýggjan leiklut

Frá at hava verið einasta sjónvarpstilboð til føroyingar, skal SvF nú finna nýggjan leiklut, sum ein av teimum mongu sjónvarpsrásunum, føroyingar brúka, verður sagt í nýggjari stevnu fyri SvF, Øravíkarskjalinum

Øravíkarskjalið er heitið á nýggjari programmpolitiskari stevnu fyri Sjónvarp Føroya. Tað eru sjónvarpsnevndin og leiðslan í SvF, sum í felag hava orðað eina stevnu, sum skal stuðla undir einum miðvísum programmpolitikki í føroyska sjónvarpinum.

Stevnan er viðgjørd á fundum á Viðareiði, í Havn og í Øravík í tíðarskeiðinum frá november 1996 til november 1997, og leygardagin settu limirnir í sjónvarpsnevndini og leiðslan í SvF sínar undirskriftir undir orðingarnar í stevnuni.

Og í Øravíkarskjalinum, sum uttan iva fer at liggja til grund fyri mongum kjakið í framtíðini, verður staðfest, at føroyska sjónvarpið skal hava nýggjan leiklut. Frá at hava verið einasta sjónvarpstilboð til føroyingar, skal SvF nú finna ein nýggjan leiklut sum ein av mongu sjónvarpsrásunum, føroyingar brúka.

Málið hjá SvF fer framyvir at verða, at tað skal verða tann rásin, sum føroyingar velja sær fram um allar hinar. SvF skal verða meginrásin, og so kunnu føroyingar velja sær aðrar rásir til at supplera SvF við.

Og fyri at røkka hesum málið, er ein grundstevna fyri SvF orðað, og hon sigur, at Sjónvarp Føroya skal gera og senda so nógv og gott føroyskt tilfar sum tilber, og soleiðis virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at liva, virka og trívast í føroyska samfelagnum, og at taka støðu til og ávirka tað á ein fólkaræðisligan hátt.

Somuleiðis skal Sjónvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og at liva í og saman við tí.

Hesa uppgávu skal SvF røkja eftir ynski og tørvi hjá øllum føroyingum, men programmpolitiskt óheft av politiskum og fíggjarligum seráhugamálum!


Javnvág millum undirhald og upplýsing

Í Øravíkarskjalinum verður ein neyv og ítøkilig programmpolitisk stevna løgd, og nomið verður við nógv øki.

Staðfest verður, at SvF er almenna føroyska sjónvarpsstøðin, og er at meta sum ogn hjá øllum landsins hyggjarum. Hon virkar í almennari tænastu eftir teimum meginreglum, sum vanliga verða samanfataðar í hugtakinum public service.

Hetta áleggur SvF at tryggja, at sjónvarpstilfarið í sínum innihaldi er óheft av fíggjarligum og politiskum seráhugamálum, at tað er fjølbroytt og margfalt, og at tað er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars.

SvF skal veita hyggjarunum atgongd til týðandi upplýsing og orðaskifti um øll avgerandi samfelagsviðurskifti, skal venda sær til nógva avmarkaðar áhugabólkar eins væl og til ein størri hyggjaraskara, og tað skal geva hyggjaranum gott innlit í og uppliving av føroyskari mentan og list. Lagdur verður eisini dentur á, at SvF skal hava høga góðsku, bæði tá talan er um upplýsing og undirhald.

Í nýggju stevnuni verður sagt, at SvF skal hava passandi javnvág millum upplýsing og undirhald, breiðar og smalar sendingar, føroyskt og útlendskt tilfar, og tilfar úr býi og bygd.

Lívið og virksermi á bygd eigur at verða viðgjørt í sama álvara, sum tá talan er um høvuðsstaðin og onnur størri pláss í landinum, og SvF skal bera so í bandi, at fólkið í útjaðaranum er við í samfelagskjakinum á jøvnum føti við tey í meginøkinum.


Mest demokratiska sjónvarpið íheiminum

Í Øravíkarskjalinum verður sagt, at SvF helst er ført fyri sjálvt at fíggja programmpolitisku strembanina eina tíð afturat, um ongar forðingar verða framdar móti rættinum hjá støðini at vinna inntøkur.

Men av tí at føroyski marknaðurin er so avmarkaður, og av tí at tað sum heild er eins dýrt at gera sjónvarpssendingar í einum lítlum landi sum í einum stórum, kann tað gerast neyðugt at myndugleikarnir sum frá líður taka spurningin um almenna fígging upp aftur til viðgerðar.

Øravíkarskjalið leggur eisini upp til, at SvF kann gerast til ta mest demokratisku sjónvarpsstøðina í heiminum. Hetta skal gerast gjøgnum public-access, tað vil siga at hyggjararnir fáa atgongd til SvF og framleiðslu av sendingum. Hetta skal SvF eftir førimuni eggja fólki til, og møguliga kann fígging uttan fyri SvF fáast til at gera eitt tílíkt forum til veruleika.

SvF skal eisini miða eftir, at allar sendingar eru antin føroyskar ella føroyskaðar, og tað verður ikki hildið rætt, at SvF fer inn í eina nýggja øld, uttan at sendingar verða týddar og sendar við føroyskari talu og/ella føroyskum teksti. Tí verður næstu árini lagdur dentur á at menna týðingina av útlendskum tilfari.

Á síðunum 10 og 11 ber til at lesa Øravíkarskjalið í fullari longd.