kappast í Føroyum móti einum almennum flogfelag. Tað tóktist, sum at teir bara vildu hava okkum burtur. Áðrenn FaroeJet byrjaði at flúgva, flugu teir 3 ferðir til Keypmannahavnar. Tá ið vit komu í flúgving [...] ikki farið í søguna, um onnur leiðslan var ein onnur. - Um vit høvdu havt eina góða leiðslu, sum dugdi at selja okkara vøru, hevði tað 100 % vist gingið. Vit høvdu eina sera góða tænastu í luftini, og [...] - Vit høvdu eina góða tænastu í luftini, men fólkini á jørðini gjørdu ov nógvar feilir. Millum annað við mátanum, tey valdu at selja ferðaseðlarnar.Vit høvdu eina góða vøru, men leiðslan dugdi ikki at
sigur Johnny í Grótinum. Feilmedisinering er temaði í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð, og sjúkrahússtjórin sigur millum annað í blaðnum, at evni er sera viðkomandi, tí tað kemur fyri í Føroyum eins væl og [...] mannagongdir fyri, hvussu slíkt verður handfarið, sigur Johnny í Grótinum og vísir á, at í 2021 verður trupulleikin munandi minni, enn hann er í dag. - Í nýggja bygninginum fáa vit einstaklingastovur, har bert [...] tó tikið trupulleikan í álvara og sambært stjóranum gjørt nógv fyri at tryggja starvsfólk og sjúklingar. Fakfólk frá Apoteksverkinum hava seinastu árini havt ein virknan leiklut í, hvussu Landssjúkrahúsið
sniðgeva, ið kallast Sabine Poupinel ella í Wood Wood. Annars eri eg 2-3 ferðir um árið á handilsferð, og tá geri eg eitt rimmarkeyp. Tá eg keypi í Føroyum, keypi eg í Juniik. Serstakt plagg? Einar strammar [...] ikki lati meg í tey, eru tey til pynt og geva mær íblástur til arbeiðið. Eg havi eitt nú stutt síðan keypt mær einar skógvar, eg frammanundan visti, eg ongantíð fór í. Men nú standa teir í durinum til pynt [...] avgjørt ein troyggja, eg einaferð keypti í Blákrossbúðini fyri 10 kr. Hon er lekkur, spennandi og úr góðari góðsku. Eg havi átt hana í fleiri ár og fari altíð í hana 1-2 ferðir um árið saman við kovboybuksum
bjargingarfeløgini hava at gera í sambandi við ferðafólk, ið koma í neyð í føroysku náttúruni. - Í ár hava tað verið sera nógv ferðafólk í Føroyum, men vit hava havt minni at gera enn í fjør, tá tað vóru færri [...] Jespersen ivast ikki í, at orsøkin til, at summi ferðafólk koma í neyð í føroysku náttúruni, er manglandi kunning. - Eg haldi, at ferðafólkini fáa alt ov lítla kunning, áðrenn tey fara út í náttúruna. Tað er [...] útlendingum í ár, sigur Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini. - Men føroyingar koma eisini illa fyri, og vit hava verið eftir føroyingum umleið sjey ferðir í ár, sigur
til Føroya í tvær vikur at løða battarí ini og helt síðan leiðina út aftur í heim og suður til Callela, ið liggur norðan fyri Barcelona í Spania: - Vit vóru seks ferðaleiðarar frá Ung Rejs í Callela. Hvørja [...] arbeiðsdagur hjá Magnusi sum ferðaleiðari í Spania byrjaði sum oftast klokkan níggju um morgunin við »hotelltreffi« í móttøkuni á hotellum: - Vit skuldu sita í móttøkuni í ein tíma og loysa ymsar trupulleikar [...] síðani avgjørdi 22 ára gamli Magnus Debess Madsen í Havn at fara á ferðaleiðaraskúla hjá Service & Co í Spania: - Eg var júst liðugur á Handilsskúlanum í Havn og vildi royna okkurt nýtt og øðrvísi. Eg hugsaði
hjá monnum í fótbólti føroyska søgu, tá teir sum tað fyrsta føroyska ungdómslandsliðið í fótbólti nakrantíð, tryggjaðu sær pláss til eitt EM endaspæl. Í tí samanhanginum fekk SportBoxin í morgun vitjan [...] enn kennist eitt sindur óveruligt, og at hann hevur fingið ófatuligar nógvar reaktiónir heima úr Føroyum síðani bragdið. Til ber at hoyra samrøðuna við Áka Johansen við at trýsta á pílin undir myndini.
fíggjarjáttan. Í fjør summar mistu umleið 30 eldri fólk í Eysturoynni heimahjálpina vegna sparingar. Fólk, ið hava verið inni í skipanini í nógv ár og sum veruliga hava ein tørv. Fyri ikki at koma í somu støðu [...] uppsagdur í fjør, fleiri fóru niður í arbeiðstíð, og nú eru fleiri brúkarar komnir inn í skipanina aftur. Eftir umskipingina er friður er komin í økið, sigur Ása Hanusson, økisleiðari fyri Heimarøktina í Eysturoynni [...] di Í Eysturoynni er eitt røktarheim, ið tekur 46 fólk. Umlættingarheimið í Gøtu, ið er tengt at røktarheiminum, tekur átta fólk. Sambýlini á Skála og í Fuglafirði hýsa ávikavist 10 og 13 fólkum. Í summar
eftirlit mann vil hava í Føroyum. Eyðun Mørkøre hevur roynt at gjørt vart við trupulleikan har. - Eg havi javnan sagt, at TAKS hevur tørv á at styrkja eftirlitið. Bæði í mun til skatt og í mun til toll- og [...] tíðina lagt merki til, at fleiri rúsevni eru í landinum. Tað er TAKS, sum hevur tolleftirlitið um hendi, og deildarleiðarin í tolleftirlitinum hjá TAKS er ikki í iva um, hví so er. Jens Christian Olsen sigur [...] rin veksur so nógv, men vit í tolleftirlitinum ikki eru fleiri, so er spurningurin jú, um tað gongur útyvir eftirlitið, sigur Jens Christian Olsen. Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, sigur: - Tollnormeringin
serfrøðingur í Miðeystursviðurskiftum, og í hesum døgum vitjar í Føroyum, her hann talar ymsastaðni um eitt nú aktuellu støðuna við flóttafólkunum og greiðir frá tí, ið hann væntar fer at henda í Europa og [...] harmast um tað Holocaust, sum í dag er ein veruleiki í Miðeystri, har kristin verða forfylgd og fyribeind, uttan at kristni heimurin letst um vón. - Kirkjur verða sprongdar í luftina, kristin verða dripin [...] flóttafólkini, sum fara í báti úr Libya til Italia, eru fortropparnir hjá sær, og Islamskur Statur ætlar at taka Rom og spreingja Vatikanið í luftina. - Eg ímyndi mær, at fregnartænasturnar í europeisku londunum
og Danmark eru í í dag, sigur Sjúrður Skaale. Fólkatingið bleiv sett í morgun, og sum vant helt forsætisráðharrin røðu. Tað var lítið, sum Helle Thorning-Schmidt hevði at siga um Føroyar í dag. Hon segði [...] millum Føroyar og Danmark, men júst í hesum døgum er støðan í Ríkisfelagsskapinum heldur óvanlig. Orsøkin er sjálvsagt sildatrætan og handilsbanni móti Føroyum. - Í hesum døgum er nógv at siga. Vit hava [...] og Danmark í hesum døgum, heldur Sjúrður Skaale vera ógvuliga sigandi. - Eg sigi ikki, at tað er rætt ella skeivt, men tað er í øllum førum ógvuliga sigandi, sigur føroysku fólkatingsmaðurin í kvøld. Hann