- Fingið nógvar reaktiónir

SportBoxin: Søguligi U-17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen, var framvið í SportBoxini í morgun

Mánadagin skrivaði U-17 landsliðið hjá monnum í fótbólti føroyska søgu, tá teir sum tað fyrsta føroyska ungdómslandsliðið í fótbólti nakrantíð, tryggjaðu sær pláss til eitt EM endaspæl.

 

Í tí samanhanginum fekk SportBoxin í morgun vitjan av Áka Johansen, sum saman við Pól F. Joensen, hevur staðið á odda fyri søguligu føroysku U-17 dreingjunum.

 

Áki Johansen greiddi frá, at tað enn kennist eitt sindur óveruligt, og at hann hevur fingið ófatuligar nógvar reaktiónir heima úr Føroyum síðani bragdið.

 

Til ber at hoyra samrøðuna við Áka Johansen við at trýsta á pílin undir myndini.