fyrrenn vit hava fingið hendan blokkin at bráðna fullkomuliga og hvørva, og vit hava tikið fulla ábyrgd av landsins viðurskiftum, kann farast undir at føra “vanligan” politikk, sum í teim londum, vit gjarna [...] blokkinum. Støðan í Føroyum Taka vit so og hyggja at viðurskiftunum hjá okkum í Føroyum, so eru umstøðurnar ikki heilt tær somu. Eins og í hinum Norðurlondum hava vit nóg mikið av flokkum, heilar sjey [...] og møguliga Miðflokkinum. Hin reyði blokkurin vildi so veri Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og møguliga Sjálvstýrisflokkurin. Men í Føroyum hava vit ikki vanlig politisk kriteriir. Føroyum tørva tað mest
gingið so gott. Hann hóraði undan allar kreppurnar, sum hava verið. ? Men tað kemst helst av, at hann hevur dugað væl at klára seg við lítlum, tá ið tíðirnar vóru ringar. Eina stóra kreppu hevði handilin [...] misti hann rættiliga nógva varu, sigur Erning. ?Kortini man hava gingið hampiligt, sum heild, tí í 1920 bygdi hann út, so at handilin fekk ta stødd, sum hann hevur nú. Sjálvur fekk hann sær bústað uppi á. [...] ikki er bókbindari. Tann seinasta kreppan, tann nú í nítiárinum tók eisini fast. ? Vit selja slíka var, sum ger, at vit merkja eina afturgongd skjótari enn tey, sum selja neyðsynjarvørur. ? Men tað gekk
Tað veri seg grønar vikur, konudagur, bindiklubbadagur og annað, og felags fyri øll tiltøkini hevur verið, at undirtøkan hevur verið stak góð. Aftur í ár verður eitt líknandi hugskot sett í verk, tá Tora [...] sum endar við einum vaskikonukvøldi. Hesin serligi dagurin byrjar spakuliga klokkan 9 um morgunin, tí tá er Norðurlandahúsið opið, so fólk kunnu hittast og fáa sær ein drekkamunn við onkrum afturvið. Sjálv [...] at allar vaskikonurnar eisini kunnu fara á felagsfundin, sum er á Vaglinum klokkan 15. Henda dagin hava eisini fleiri handlar í miðbýnum serlig tilboð til tær vaskikonur, sum er við til tiltakið. Um kvøldið
í søgu . Kvinnumál hava altíð havt stóran áhuga hjá Janu, og hjartamál hennara hevur verið at tala søkina hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi. Jana var við á stovnandi fundi í1989, tá Kvinnuhúsfelagið varð [...] Kvinnuhúsið á fíggjarlógina, takkað veri tí grundleggjandi arbeiði og teimum hagtølum, sum Jana hevði verið við til at savna ta fyrstu tíðina á Kreppumiðstøðini. Jana gavst, tá hon hevði verið í hesum arbeiði [...] Kvinnuhúsið fyllir framvegis í tilveruni, og Jana er altíð til dystin fús sum sjálvboðin vakt, tá boð eru eftir henni. Vit fara at ynskja Janu hjartaliga til lukku við føðingardegnum.
hesi seinastu trý eitt hálvt árini síðani vit stungu í sekkin og komu heim aftur til oyggjarnar. Her í miðbýnum hava vit nú fleiri matstovur úr ymsum heimskrókum, vit kunnu frøa góman (fyri ikki at tala um [...] Marokko til Mykinesar. Vit kunnu ganga á kafé um dagarnar og drekka cappucino og eta tertur ella pita-breyð, sum vóru vit í suðurlondum (ella bara í Keypmannahavn), og um kvøldarnar fara vit á pub og drekka irish [...] fyri uttan. Í stórbýum (ið vegna hóskandi stødd kunnu loyva sær at nýta hetta heiti) er eitt fólkaslag, sum ikki kann fara út at spáka einsamalt, men noyðist at hava ein hund sum umbering til at flyta apostlarnar
eisini ein leitorðalista aftast, sum er ógvuliga hentur, tá ein vil fáa okkurt ávíst uppspurt, og eftir hvønn serstakan part eru verkevni, ið hava til endamáls at fáa tann lesandi at gruna og grunda um umrødda [...] er, at fólk, sum frammanundan ikki hava ein brennandi áhuga fyri máli og mállæru, lúgvast og fáa staðfest, at mállæra er júst so kavfúgvandi rotin, sum tey altíð hava hildið! Hetta er stórur og álvarsligur [...] Kári Davidsen og Jonhard Mikkelsen hava enn eina ferð lagt aftur at føroyska mállæruvarðanum. Hesa ferð er tað ein endurskoðað útgáva av Eini ferð inn í føroyskt, sum upprunaliga varð skrivað sum ein fyribils
amerikanarum er skakað. Mong hava gjørt gjøldur burtur úr Geroge Bush, ið júst var vorðin forseti í USA tá. Hann sat og las úr eini barnabók fyri nøkrum børnum í Florida, tá hann fekk boðini um álopið. [...] Øll minnast, hvar tey vóru stødd, tá tíðindini um álopini á World Trade Center og Pentagon frættust. Á Dimmalætting vóru fólk í ferð at gera blaðið liðugt. 11. september í 2001 var ikki nakar serligur [...] USA! Ein flúgvari hevur rent á Pentagon!" Tá fleyg eg á føtur og fataði, at onkur leyp á USA, og journalistiska adrenalinið fór til stroks. Steðgið blaðnum! Vit skriva eina nýggja forsíðu! CNN óvirkið So
bera felagnum fíggjarliga. Samfelagsmál hava altíð havt tann stóra áhugan hjá Poul, og mangt kjakið hava vit báðir verið ígjøgnum, og hóast vit kanska ikki hava verið so samdir politiskt, so hevur kjakið [...] at hava verið millum teir føroyingar, sum leitaðu nýggjar leiðir fyri at vinna sær til dagin og vegin, og í mangar mátar hava sett varðar eftir seg, fyri eftirtíðina at líta aftur á. Um veturin, tá ikki [...] hevur hann verið ein góður maður. Tá mamma hansara gjørdist lamin, umbygdi Poul húsini, soleiðis at hann kundi hava mammu sína heima og vera um hana. Abbabørnini hava øll sum ein havt sítt serliga pláss
sum landsstýrið nú ger, er at brúka tað lóggávu og skipan, sum vit hava í løtuni. So leingi heimastýrislógin er galdandi má hon brúkast. Og tá er ikki neyðugt í sama mun at gera avtalur við Danmark, tí Føroyar [...] lóggávan gevur heimild til. Vit fingu heimastýrislógina gjøgnum bakdyrnar. Tey, sum eru á mínum aldri og eldri, minnast fyrstu tíðina aftaná heimsbardagan og tær drúgvu samráðingar, sum tá vóru um nýggja stýrisskipan [...] politikkarar, íroknað Nyrup Rasmussen, hava, framhaldandi fer at økja danska studningin og gera Føroyar meiri heftar av donskum pengum. Sjálvt um stuðulin ikki skuldi veri neyðugur fyri føroyska búskapin, men
Kappingareftirlitið rættiliga nógv í kreppuni, so at tað kundi hava eftirlit við at tað verulig kapping á fíggjarmarknaðinum og aðrastaðni. Men tað hava myndugleikarnir í Føroyum ikki gjørt. Í Føroyum hevur K [...] samanleggingum. - Vit mæltu frá, at at tann uppgávan varð løgd undir kappingareftirlitið uttan so, at pengar fylgdu við, men hendi ikki. Sostatt fór ein stórur partur av okkara arbeiðsorku til at hava eftirlit [...] er eitt minstamark ásett, so at kappingareftirlitið bara skal kanna samanleggingar, tá ið tær eru av eini ávísari stødd. - Tað hevur hjálpt munandi um støðuna, sigur Terje Sigurðsson. Men hann sigur, at