Ein blokkur og annar

Ikki fyrrenn vit hava fingið blokkin at bráðna fullkomuliga og hvørva, og vit hava tikið fulla ábyrgd av landsins viðurskiftum, kann farast undir at føra “vanligan” politikk, sum í teim londum, vit gjarna vilja samanbera okkum við. Tíðin má tí vera komin til, at teir sjálvstýrissinnaðu flokkarnir taka seg saman í ein blokk áðrenn næsta løgtingsval og semjast um eina fullveldisskipan

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, landsstýris- og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
----------

Eitt orð, sum mangan verður nýtt í politiska orðaskiftinum, er blokkur. Hetta orðið hevur mangar týdningar, men í før­oyska orðaskiftinum hevur tað serliga ein týdning, og tað er: studn­ingurin úr Danmark. Blokk­stuðulin, ella bara blokkurin, verður drigin fram í heilum. Av summum hildin at vera einasta lívsvón føroyinga, meðan onnur halda hann virka doyvandi uppá føroysku fólkasálina.

Samanhangandi heild
Í hesi greinini ætli eg mær fyrst og fremst at umrøða ein annan blokk, sum hevur verið nakað frammi í seinastuni, men eg komi kanska eitt sindur inn á danska blokkin eisini. Hyggur tú í orðabókina, so sært tú, at ein av týdningunum av orðinum er: samanhangandi eind.
Í hesum sambandi fari eg at draga fram, tað sum m.a. Anita á Fríðriks­mørk tók fram á landsfundi Tjóðveldisins herfyri, har hon mælti til, at føroysku flokkarnir fóru at reka blokkpolitikk. Einstakir ummælarar hava meira ella minni tikið undir við hesum. Hug­burð­urin aftanfyri er, at veljarnir áðrenn eitt val, skulu vita, hvørjir flokkar eru “í blokki” saman, soleiðis at teir áðrenn valúrslitið fyriliggur, skulu vita hvør skal samlast um stjórnarvaldið. Við øðrum orðum: Flokkarnir skulu savna seg í (tveir) bólkar ella blokkar, har teir hugsjónarliga meira ella minni halda seg hoyra heima.

Blokkpolitikkur í øðrum londum
Áðrenn vit fara víðari skal stutt umrøðast viðurskiftini í nøkrum øðrum londum. Besta dømi um blokkpolitkk er USA. Har eru stórt sæð bert tveir lands­umfatandi flokkar, sum kappast um veljaranna vælvild. Úrslitið er, at nøkur valskeið ráða demokratarnir, og onnur valskeið er tað republikanarnir, sum hava valdið.
Eitt annað dømi er Stórabret­land. Har eru tveir stórir flokkar Labour og Konservativu, meðan tann minni Liberali flokkurin sjáldan hevur beinleiðis ávirkan, men við hvørt, sum júst nú, kann vera tungan á vágskálini.
Í hesum báðum stóru londun­um vita fólk, hvønn politikk tey fáa við at velja annan av teim stóru flokkunum. Nakað ørðvísi er tað í til dømis Norðanlondum. Í hesum okkara grannalondum er, eins og hjá okkum, politiska landslagið býtt upp í nógvar flokkar, alt frá uttarlaga á vinstra­vonginum til nakað út á høgra­vongin. Tað grannalandið vit kenna best er Danmark. Í løtuni eru 8 flokkar í danska fólkatinginum. Áðrenn seinasta val var øllum greitt, at 4 av flokk­unum, Sosialdemokratarnir SF, Eindarlistin og Radikalu, hoyrdu til “reyða” blokkin, meðan hinir 4 flokkarnir, Vinstra, Konservativu, DF og Liberal Alliance, hoyrdu til “bláa” blokkin. Hvør av blokk­unum hevði sítt uppskot til for­sætisráðharra. Fólk vistu sostatt frammanundan, at um tey atkvøddu fyri t.d. Eindarlistanum, var tað samstundis ein atkvøða fyri Helle Thorning Schmidt sum stjórnarleiðara, meðan ein atkvøða til t.d. DF samstundis var ein stuðul til Lars Løkke Rasmussen. Flokkarnir høvdu sostatt bundið seg frammanundan til, hvønn forsætismálaráðharra teir peikaðu á, líkamikið um teirra egni flokkur kom beinleiðis við í stjórnina ella skuldi virka sum sokallað parla­mentariskt grundarlag. Hetta parlamentariska grundarlagið ger, at stjórnin kann virka, men stjórnarflokkarnir hava ikki einsa­mallir avgjørdan meiri­luta, og tí kann stjórnin í summum førum gera avtalur við aðrar flokkar, sjálvt um onkur stuðulsflokkur ikki er við.
Grundgevingin hjá flokkunum at skipa seg í blokkar er, at teir í høvuðsheitum eru samdir um yvir­skipaða politikkin, t.d. búskaparpolitikk, sosial­politikk, útlendingapolitikk, umhvørvispolitikk, vinnupolitikk o.s.fr. Tað kemur tó eisini fyri, at flokkarnir skifta blokk. Til dømis hevur radikali flokkurin við hvørt verið í bláa blokkinum.

Støðan í Føroyum
Taka vit so og hyggja at viðurskift­unum hjá okkum í Føroyum, so eru umstøðurnar ikki heilt tær somu. Eins og í hinum Norður­londum hava vit nóg mikið av flokkum, heilar sjey. Og út frá vanligum politiskum kriterium kundu vit fyri sovítt skipa flokk­arnar í nakað sum líktiskt einum reyðum og einum bláum blokki. Eg kundi sæð fyri mær ein bláan blokk við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Framsókn og møguliga Miðflokkinum. Hin reyði blokkurin vildi so veri Javnaðar­flokkurin, Tjóðveldi og møguliga Sjálvstýrisflokkurin.
Men í Føroyum hava vit ikki vanlig politisk kriteriir. Før­oyum tørva tað mest grund­leggjandi fyritreyt fyri einum normal­um politiskum virksemi, nevniliga at hava fult ræði í egnum landi og samfelag. Tí koma vit inn á tað, sum í stóran mun skilir í føroyskum politikki, nevni­liga sjálvstýri og stjórnar­­politiskt frælsi. Ímyndin av hesum trupulleika er áður­nevndi blokk­urin, eisin rópt ríkis­veitingin. Ikki fyrrenn vit hava fingið hendan blokkin at bráðna full­komu­liga og hvørva, og vit hava tikið fulla ábyrgd av landsins viður­skiftum, kann farast undir at føra “vanligan” politikk, sum í teim londum, vit gjarna vilja samanbera okkum við.
Størsta takið hjá føroysku politikkarunum er tí at koma burtur úr hesum ósjálvstøðugu bondunum. Fyri at fremja hetta er helst neyðugt at skipa ein sjálv­stýrisblokk, sum setur sær fyri at fremja fullveldi. Tá hetta er avgreitt kann møguliga annar blokkpolitikkur verða førdur.
Tá flokksbýti tók seg upp í Føroyum fyri góðari øld síðani fingu vit tveir flokkar, Sjálv­stýris-flokkin og Sambandsflokkin. Nú hava vit sjey. Tá Pauli Ellefsen var í vælmaktini plagdi hann at speireka sjálvstýrisvongin við at siga, at Sambandsflokkurin var framvegis ein og sami flokkur, meðan Sjálvstýrisflokkurin var syndraður sundur í fleiri flokkar. Fyrst fór Javnaðarflokkurin burtur av Sjálvstýrisflokkinum, síðani var tað Vinnuflokkurin, sum bleiv til Fólkaflokkin. Síðani var tað Tjóðveldisflokkurin og so seinri teir ymisku smærri flokkarnir. Sjálvt um rættiliga langt er komið á sjálvstýrisleið, so restar tó enn nakað í at taka avgerandi stigini, og tað hava allir “arvingarnir” hjá upprunaliga Sjálvstýrisflokkinum ábyrgdina av.
Tíðin má tí vera komin til, at teir sjálvstýrissinnaðu flokkarnir taka seg saman í ein blokk áðrenn næsta løgtingsval og semjast um eina fullveldisskipan. Hetta skulu veljarnir so vita áðrenn valið.So vítt eg havi skilt stevnuskráirnar, so skuldu hesir flokkar kunna gingið inn fyri einum slíkum tiltaki: Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin. Harafturat eigur Javnaðarflokkurin, sum er runnin av sjálvstýrisrót, at kunna tikið undir við hesum. Tá er bert Sambandsflokkurin eftir í hinum bólkinum. Men um tiltakið eydnast, so ivist eg ikki í, at hesin flokkurin eisini finnur seg til rættis í politiska virkseminum saman við hinum flokkunum í einum framtíðar frælsum Føroyum.