- At styrkt kappingareftirlitið, hevði verið ein sera góð íløga í vælferðina í Føroyum.
Tað heldur Terje Sigurðsson stjóri á Kappingareftirlitinum.
Bæði samgongan og aðrir politikarar tosað javnan og savnan um at styrkja kappingareftirlit.
Eitt nú vil samgongan ikki kanna prísstøðið í føroyska samfelagnum, tí tað fría kappingin skal tryggja, at prísirnir eru so lágir, sum tilber.
Men her er ikki samanhangur ímillum orð og gerðir.
Tí samstundis sum politikarar tosa um herda kapping, er játtanin til Kappingareftirlitið, so lág, at hon er á pínumarkinum.
Og ætlanin er heldur ikki at hækka játtanina næsta ár.
Sostatt verður játtanin aftur 1,8 milliónir aftur næsta ár.
Terje Sigurðsson, stjóri á Kappingareftirlitinum, ásannar, at tað er politiski myndugleikin, sum ger av, hvussu stórur dentur skal leggjast á kappingareftirlitið.
Men sjálvur heldur hann, at eitt sterkt Kappingareftirlit hevði verið ein tann besta íløgan, politikarar kundu gjørt í føroyska samfelagið.
Tað kann tryggja brúkarum so lágar prísir sum gjørligt og sostatt kann eitt sterkt kappingareftirlit eisini vera ein íløga í vælferðina í Føroyum.
Tað hevði stimbra kappingina og jú harðari kappingin er, tess betri er tað fyri brúkaran, tí tað trýstir prísin niðureftir.
Eitt sterkt kappingareftirlit kann eisini vera við til at avdúka um fyritøkur og virki samskipa sín príspolitikk.
Terje Sigurðsson vísir á, at í Íslandi brúktu myndugleikarnir kappingareftirlitið sum eitt beinleiðis amboð til at koma burtur úr kreppuni.
Tí styrktu íslendingar Kappingareftirlitið rættiliga nógv í kreppuni, so at tað kundi hava eftirlit við at tað verulig kapping á fíggjarmarknaðinum og aðrastaðni.
Men tað hava myndugleikarnir í Føroyum ikki gjørt.
Í Føroyum hevur Kappingareftirlitið eisini eftirlit við samanleggingum.
- Vit mæltu frá, at at tann uppgávan varð løgd undir kappingareftirlitið uttan so, at pengar fylgdu við, men hendi ikki.
Sostatt fór ein stórur partur av okkara arbeiðsorku til at hava eftirlit við samanleggingum og lítil og ongin orka var eftir til vanligt kappingareftirlit.
Síðani er eitt minstamark ásett, so at kappingareftirlitið bara skal kanna samanleggingar, tá ið tær eru av eini ávísari stødd.
- Tað hevur hjálpt munandi um støðuna, sigur Terje Sigurðsson.
Men hann sigur, at kappingareftirlitið kann vera so nógv.
Nú eru reglar gjørdar um alment keyp, so at hvørja ferð, ein almennur stovnur keypir fyri yvir 50.000 krónur, skal tað bjóðast út.
Tað merkir, at sambandi, sum er ímillum almennar stovnar og fastar veitarar, verður kvett, men tað hevur týdningarmikið, at kapping virkar, so at fyritøkur, fáa ein veruligan møguleika gera seg galdandi.
- Í hesum sambandi kann eitt sterkt kappingareftirlit vera við til at stimbra kappingina í privatu vinnuni, sigur stjórin í Kappingareftirlitinum. |










