Ein dagur - bert fyri vaskikonur!

Tann 1. mai skipar Tora Tourist Traffic fyri serligum vaskikonudegi í Norðurlandahúsinum og vaskikonukvøldi á Hotel Föroyum

Tora Tourist Traffic hevur tey seinnu árini skipað fyri fleiri ymsum tiltøkum, ið serliga eru ætlað kvinnunum her á landi. Tað veri seg grønar vikur, konudagur, bindiklubbadagur og annað, og felags fyri øll tiltøkini hevur verið, at undirtøkan hevur verið stak góð.

Aftur í ár verður eitt líknandi hugskot sett í verk, tá Tora Tourist Traffic tann 1. mai skipar fyri einum heilt serligum vaskikonudegi, sum endar við einum vaskikonukvøldi.

Hesin serligi dagurin byrjar spakuliga klokkan 9 um morgunin, tí tá er Norðurlandahúsið opið, so fólk kunnu hittast og fáa sær ein drekkamunn við onkrum afturvið. Sjálv skráin byrjar klokkan 10 við fyrilestrum og undirhaldi, og hildið verður fram til klokkan 14.

Tann 1. mai er jú arbeiðaradagur og tí er skráin løgd soleiðis til rættis, at allar vaskikonurnar eisini kunnu fara á felagsfundin, sum er á Vaglinum klokkan 15. Henda dagin hava eisini fleiri handlar í miðbýnum serlig tilboð til tær vaskikonur, sum er við til tiltakið.

Um kvøldið, klokkan 19, verður so vaskikonukvøldið á Hotel Föroyum við skemti og undirhaldi, umframt at góðir vinningar verða lutaðir burtur hvønn fullan tíma, so leingi tiltakið er.

Og so kunnu vit leggja aftrat, at sjálvandi kunnu menn eisini vera við?