bátarnar var størri, og tað var glopp í millum Tjaldrið, sum vann seg fram á fjórða plássið, og Junkarin á fimta plássinum. Kvívíksdreingir vunnu FM í fjør, men higartil í ár hava teir verið heilt friðarligir [...] Síðani 1973 hevur tað verið kappast um FM í kappróðri, soleiðis sum tað verður gjørt í ár. Vinnarabáturin fær sjey stig, næstfremsti báturin fimm stig, triðji báturin fær fýra stig og so víðari. Vestm [...] róðurin hjá dreingjunum altíð er tann fyrsti, sum tað verður kappast í, so bendir alt á, at vestmannadreingir vera fyrstu FM vinnarar í ár. Tað skal vilja heilt væl við hjá teimum, og tað skal ganga illa
kunnu sleppa framum Ørv. Bæði í Klaksvík og í Hósvík høvdu vit vánaligan start, og vit høvdu báðu ferðirnar kensluna av, at vit ikki høvdu fingið tað burturúr, sum vit høvdu í okkum. Hetta sigur Høgni Lauritsen [...] Elsti maður er 27 ára gamal, og hinir eru úr 18 árum og upp í 22 ár. Teir hava allir drúgvar royndir í kappróðri. ? Vit fóru í bátin longu 10. apríl. Fyrstu vikurnar ráddi tað um at fáa árablørurnar burtur [...] móttøkan í neystinum er altíð góð, men sjálvandi var lagið serliga gott leygarkvøldið, tá tey ótu smyrjibreyð í neystinum, tí hetta var fyrsta ferðin, at FM vinnarin vann síðani á norðoyastevnu í fjør. Fleiri
burtur í einki. Komandi leygardag í Fuglafirði verður aftur róð tvey túsund metrar, og tað man vera lítið at ivast í, at gongdin fer at líkjast henni, sum hevur verið tríggjar tær fyrstu stevnurnar. Í Sandavági [...] urin fór at vinna triðja FM róðurin í ár, og at báturin, sum fyri fyrstu ferð luttók í fjør, fór at vinna níggjunda róðurin út av níggju, sum hann hevur luttikið í. Eysturoyingar rógva ikki seigan, men [...] at Havnarbáturin skuldi detta longur aftur í røðini, men í síðsta enda høvdu teir orku til at halda seg á triðja plássinum. Kjølur luttók fyri fyrstu ferð í ár. Teir royndu at hanga uppií fyrstu løtuna
sigrar. Vestmenningurin hevur verið frammarlaga í 1994, í 1995 og í 1997, og tey bæði seinast nevndu árini vunnu teir FM. Í ár og í fjør hevur Eysturoyingur verið í einum flokki fyri seg sjálvan. Bátsformaðurin [...] Vestmenningurin vóru á í 1994 og í 1995: ? Tað sigur ikki altíð so nógv at sammeta kappróðrartíðir, tí veður og vindur hevur so nógv at siga, men eg haldi, at støðið hjá Eysturoyingi í fjør og í ár og tað, sum [...] sum vit vóru á í 1994 og í 1995 minnir ikki so lítið um hvørt annað. Munurin er sjálvandi, at hesi bæði árini var spenningur í alla tíðina, tí vit vóru tveir bátar, sum vóru tættir og kappaðust, meðan ey
verður spældur seinni í hesi vikuni. Tá vit vóru í sambandi við FSF skrivstovuna í gjár, var bara ein dómaraseðil komin teimum í hendi. Tað ber boð um, at nú er maskinaríið farið í summarfrí, men vit mugu [...] so verður uppflytingin greið, tá B68 22. august kemur í Gundadal. Vikuskiftið frammanundan hava teir í árstalsfelagnum í Havnini verið í Fuglafirði, og um teir vinna báðar hesar dystirnar, umframt at teir [...] meðan dystirnir í Fuglafirði og í Gundadali vóru sunnudagin. Tað eydnaðist hjá HB at manna lið og at fara suður á Sand, men tá teir komu suður var eingin dómari. Slíkt er tíverri ikki ókent í 3. deild, og
verður 47 ára gamal, so hevur kommunuskrivarin í Fuglafirði røkt skrivarastarvið í 24 ár, og síðani 1. desember í 1976 hevur hann næst eftir formannin í Fuglafirðar kommunu havt fyrisitingarligu ábyrgdina [...] Eg var liðugur í studentaskúlanum í Hoydølum í 1972. Tey bæði næstu árini fekst eg við fyrifallandi arbeiði, meðan eg hugsaði um, hvat fyri lesna eg skuldi fara í holt við. Á sumri í 1974 var eg sloppin [...] Fyri einum mánaða síðani bjóðaði býráðið í Fuglafirði til móttøku. Høvið var, at býráðsskrivarin, Jákup Frants Larsen, hevði verið í starvi hjá kommununi í 25 ár, og hóast hann ikki er eldri enn so, at
vunnu føroyameistaraheitið í 1. deild. Ein annar á føroyameistaraliðnum í 1979 spælir enn tann dag í dag í 1. deild í Føroyum. Tað er Abraham Hansen, sum var einans 20 ár í 1979. Abraham spældi so seint [...] veitslurómur var í Fuglafirði í fleiri dagar. Tá ÍF vann FM-heitið í 1979, var hetta startskotið til eitt tíðarskeið í føroyskum fótbólti, har Eysturoyggin kom at vera nógv tann mest vinnandi oyggin í landinum [...] minniligur dagur tann 30. september í 1979, tá ið besta mansliðið hjá ÍF vann fyrsta føroyameistaraheitið í 1. deild inn í Eysturoynna. Seinasta leikumfar var, og í Fuglafirði høvdu teir vitjan av B36 úr Havn
føroyameistarar í fótbólti, og í hesum sambandi fara sonevndu 79 liðini hjá ÍF og KÍ at leika longu í kvøld. Tað gleðir ungi formaðurin í ÍF seg til: ? So kunnu vit ungu, sum leika í 1. deild í dag sita yviri [...] liðugt, so stevnudansurin kundi verið hildin í Fuglafirði, sum alt hitt, sigur ungi oddamaðurin. Afturúrsigldir í kappróðrinum Áhugan fyri kappróðri í Fuglafirði, heldur Roy vera ov lítlan millum unga ættarliðið [...] nógvur sjálvdráttur í fyrireikingunum í ár, heldur ungi formaðurin sum kortini fegnast um, at so mangt ymiskt er á skránni. ? Vit hava í stóran mun brúkt gamla stoypiformin til Varmakelduna í ár, tí tað hevur
eru tey í Fuglafirði farin undir nýtt tiltak fyri teimum yngru. Leygarkvøldið kl. 22 verður guðstænasta hildin fyri hesum unglingum í Fuglafjarðar Kirkju. Opið hús í Thabor ? Nøkur ung spurdu meg í fjør, [...] Flatlondum, og sostatt verður sóknarpresturin í Fuglafirði, Peter O. K. Olofson einsamallur á borgini, stevnudagarnar. Presturin, ið hevur tíggju ár á baki í Føroyum, væntar at stevnan verður eitt sindur [...] Aftaná er opið hús í missiónshúsinum, Thabor, sigur presturin, ið eins og mong onnur ætlar sær á listaframsýning og til okkurt tónleikatiltak. Tað einasta, ið liggur í føstum karmi í virkseminum hjá Peter
trolaranum, Ólavi Halga, hvønn túr í hálvttriðja ár. Størsta partin av arbeiðslívinum var hann knýttur at landingini í bygdini. Í 23 ár landaði hann sildaskip í Fuglafirði. ? Eg sigi tað bart út: Hetta var [...] ið í Fuglafirði, og longu í 1940, tólv ára gamal hevði fyrsta leiklut sín. Virkin á Varmakeldu Á Varmakeldu, fer Hans Jacob at syngja og spæla uppá harmoniku á musikkkafeini, ið verður í Fuglafirði st [...] hjá Nils Malmros, Barbara. Í danska filminum hevði hárfagri pensjónisturin úr Fuglafirði leiklutin sum Tórmaður. Tað var hann, sum segði frá huldusøgum í filminum. Úr máling í tónasmíð Átta ferðir hevur