Málið er at endurvinna meistaraheitið

8-mannafør: Umborð á Argjabátinum halda teir, at møguleikarnir eru góðir at basa Ørvi, sum fyri fyrstu ferð í ár ikki vann

Leygardagin vann Argjabáturin fyri fyrstu ferð í ár. Ørvur hevur vunnið hinar báðar róðrarnar, men teir umborð á Argjabátinum rokna framvegis við møguleikanum, at teir kunnu endurvinna FM heitið.

Í fjør var kappingin millum 8-mannaførini tøtt. Fleiri bátar vunnu, og Argjabáturin vann bara eina ferð ? tað var á norðoystevnu. Men argjamenn vóru mest støðugir, og tí vunnu teir FM.

? Vit eru tvey stig aftanfyri Ørv, og vit rokna avgjørt við møguleikanum, at vit kunnu sleppa framum Ørv. Bæði í Klaksvík og í Hósvík høvdu vit vánaligan start, og vit høvdu báðu ferðirnar kensluna av, at vit ikki høvdu fingið tað burturúr, sum vit høvdu í okkum.

Hetta sigur Høgni Lauritsen, bátsformaður á Argjabátinum. Hann hevur róð í fimm ár, og hetta er annað árið, at hann er við Argjabátinum. Tað eru fýra argjamenn umborð, og so koma hinir úr Havnini og aðra staðni frá. Elsti maður er 27 ára gamal, og hinir eru úr 18 árum og upp í 22 ár. Teir hava allir drúgvar royndir í kappróðri.

? Vit fóru í bátin longu 10. apríl. Fyrstu vikurnar ráddi tað um at fáa árablørurnar burtur, og síðani flaggdagin hava við vant nógv. Tað er hugaligt at rógva, nú tað eru kappingar hvønn leygardag. Nú venja vit bara tvær ferðir um vikuna. Triðja kvøldið fara vit ein lítlan túr, og so vaksa vit bátin og gera klárt til næstu kaping, greiðir bátsformaðurin frá.

Argjafólk eru spent, og móttøkan í neystinum er altíð góð, men sjálvandi var lagið serliga gott leygarkvøldið, tá tey ótu smyrjibreyð í neystinum, tí hetta var fyrsta ferðin, at FM vinnarin vann síðani á norðoyastevnu í fjør.


Fleiri kappast

Miðvingur vann tvær ferðir í fjør, og á Tvøroyri fingu miðvingar ein góðan start, og teir vóru næstu kappingarneytarnir hjá Argjabátinum á málið.

? Hesa ferð var starturin hjá okkum og Ørvi umleið tann sami. Miðvingur lá væl innanfyri okkum, og tá vísningurin móti havnalagnum var rættuliga skeivur vistu vit ikki, um vit høvdu vunnið ella um vit vóru næstfremstir, og tú kanst ætla, at lagið var gott, tá boðini komu um, at vit høvdu bast miðvingum, sigur Høgni Lauritsen.

Bátsformaðurin trýr uppá, at tað fer at bera til hjá teimum at vinna á Fuglafirði, men hann roknar við harðari kapping:

? Ørvur fer at gera alt fyri at fáa fatur á okkum aftur, Miðvingur vísti á Tvøroyri, at hann er væl fyri, og so rokni eg við, at Víkarbáturin fer at vera drúgvur.

Víkarbáturin fekk gult kort, tí teir tjóvstartaðu eina ferð.