Fyri einum mánaða síðani bjóðaði býráðið í Fuglafirði til móttøku. Høvið var, at býráðsskrivarin, Jákup Frants Larsen, hevði verið í starvi hjá kommununi í 25 ár, og hóast hann ikki er eldri enn so, at hann14. november verður 47 ára gamal, so hevur kommunuskrivarin í Fuglafirði røkt skrivarastarvið í 24 ár, og síðani 1. desember í 1976 hevur hann næst eftir formannin í Fuglafirðar kommunu havt fyrisitingarligu ábyrgdina av kommununi.
Jákup Frants Larsen er kanska meiri enn nakar annar ímyndin av kommununi í Fuglafirði, og tað sást eisini, tá móttøkan var, og ein rúgva av fólkið hugdi inn á gólvið.
Formenninir í Fuglafirðar kommunu hava sitið leingi í sessinum, men hóast skrivarin ikki er eldri enn so, at hann er í tí aldrinum, tá tað eru fleiri, sum fara í starvið, ið kanska verður mett sum lívsstarvið, so hevur kommunuskrivarin starvast saman við fýra bygdarráðs- og býráðsformonnum (Fuglafjørður valdi eitt langt skifti at vera størsta bygd í landinum, áðrenn teir gjørdu av at taka býarheitið, sum kommunur við fleiri enn fimtan hundrað íbúgvum hava rætt at brúka).
Tá Jákup Frants Larsen kom í starv hjá kommununi í 1974, var Ditlev Eldevig formaður í kommununi. Hann sat fram til og við 1976. Tá tók Sigfríður Vørðhamar við. Í fyrstu atløgu var hann formaður í eitt skeið ? fram til og við 1980 ? og seinni var hann formaður frá 1989 og til og við 1996. Steintór Larsen var formaður frá 1981 og til og við 1988, og síðani á nýggjárinum í 1997 hevur Hallbjørg Hansen verið formaður í Fuglafirðar kommunu.
Karmarnir eru
ikki víðir
Tað er bara í tveimum kommunum í Eysturoy, at uppstillingin til kommunuval er politisk. Onnur er Gøtu kommuna, og hin er í Fuglafirði. Jákup Frants Larsen hevur verið skrivari, meðan formenn og samgongur av ymiskum slagi hava stýrt kommununi, men skrivarin heldur ikki, at talan hevur verið um stórvegis mun á tí, sum politikararnir hava ætlað og útinnt:
? Nú hava vit eina inntøku uppá umleið 30 milliónir, og tá rentur og avdráttir eru farnir av, og tað er goldið til almenna og heilsumál, IRF og aðrar postar, sum býráðið sum so einki kann gera við, so er tað so lítil partur av inntøkuni, sum býráðið hevur at ráða yvir. Raksturin liggur meiri ella minni fastur, og so er spurningurin, hvat lokalpolitikararnir vilja brúka íløgukrónurnar til, og í tí hava allir vilja betrað um treytirnar hjá vinnulívinum og annars gjørt tað so liviligt hjá fólkinum, sum tað hevur borið til.
Og so vísir skrivarin á, at síðani í sjeyti árunum eru stórar íløgur gjørdar í eitt nú havnarlag, fótbóltsvøll og ítróttarhøll, barnagarð, kirkjugarð, eldrasambýli og byggibúning.
Lesturin mátti dvína
Kommunuskrivarin var bara 21 ára gamal, tá hann kom í starvið, sum eftir øllum at døma gjørdist lívsstarvið hjá honum:
? Eg var liðugur í studentaskúlanum í Hoydølum í 1972. Tey bæði næstu árini fekst eg við fyrifallandi arbeiði, meðan eg hugsaði um, hvat fyri lesna eg skuldi fara í holt við. Á sumri í 1974 var eg sloppin inn á læraraskúla og inn á lærdan háskúla at lesa løgfrøði, men so var tað, at kommunan søkti eftir einum skrivstovumanni, eg søkti, fekk arbeiðið, og so hugsaði eg sum so, at hetta var vert at royna, og síðani havi eg verið her, og eg havi havt eitt spennandi og fjølbroytt starv.
Tá Jákup Franst Larsen kom í starv hjá kommununi, var Obert Eliasen kommunuskrivari. Av heilsuávum fór hann úr starvinum 1. august 1975, og so røkti Jákup Frants skrivarauppgávunua inntil tað í 1976 varð lýst eftir nýggjum skrivara. Jákup Frants søkti, fekk starvið og hevur formliga sitið í skrivarastarvinum síðani 1. desember 1976.
Skrivarin og formaðurin
Kommunuskrivarin í Fuglafirði heldur fyri, at tá hann kom í starv hjá kommununi visti hann ikki nógv um kommunal viðurskifti og kommunupolitikk. Meðan hann gekk í Hoydølum hevði hann gingið til bókhald í handilsskúlanum, og tað kom væl við í kommunustarvinum, tí tey fyrstu árini var uppgávan hjá skrivaranum fyrst og fremst at bóka.
Hetta er síðani broytt. Kommunala fyrisitingin er nógv styrkt síðani fyrrpartin í sjeyti árunum, tá nýggj kommunulóg varð samtykt, og politiska viðgerðin var víðkað til umframt í sjálvum bygdarráðnum eisini at vera í nevndum. Nú eru seks fólk í starvi á kommunuskrivstovuni í Fuglafirði, m.a. býarverkfrøðingur og ein bókhaldari.
Sambært starvsfólkareglugerðini hjá kommununi, sum varð góðkend av landsstýrinum í november 1998, er kommunuskrivarin næsti fyrisitingarligi maðurin hjá býráðsformanninum, og tá tað ikki er fulltíðar starv at vera býráðsformaður í Fuglafirði, so er tað uppgávan hjá skrivaranum at hava ábyrgdina av fyrisitingini:
? Formaðurin er á kommunuskrivstovuni hvønn fríggjadag. Annars hava vit dagligt samband, og tað eru fáir dagar, at formaðurin ikki er á skrivstovuni, tá hon er liðug við sítt borgarliga starv. Soleiðis eru treytirnar.
Førningur frá teimum eldru
Í Fuglafirði siga tey, at tað er ikki tað lokalmál, sum skrivarin ikki er inni í, og fuglfirðingar siga, at skrivarin man duga alt matrikulkortið yvir Fuglafjørð uttanat.
Jákup Frants Larsen sigur, at í Fuglafirði er ikki skift út ? hvørki innangarðs ella uttangarðs ? har er nógv ogn, og tí er jørðin smábýtt. Spurningurin um útskifting var frammi í sjeyti árunum. Jørðin varð matrikulerað, men hon varð ongantíð útskift.
? Eg visti millum lítið og einki um jarðarviðurskiftini, tá eg kom í starv hjá kommununi. Tá var kommunuskrivstovan í gamla skúlanum, har sum bókasavnið nú er. Fleiri av teimum eldru monnunum høvdu tað fyri, at teir komu inn á gólvið at práta, og kanska kendu teir eina ábyrgd fyri at læra meg um jarðarviðurskiftini. Eg legði meg væl eftir at lurta eftir teimum, tá teir tosaðu um jørð, familjur og onnur viðurskifti í bygdini, og tað, sum teir lærdu meg, hevur verið sera hent.
Men kendi tú tað ongantíð soleiðis, at fuglfirðingar vóru ótryggir við at hava ein kommunuskrivara, sum var so blaðungur?
? Ikki á nakran negativan hátt, men heldur hin vegin. Eg havi í hesum sambandi hug at nevna Herluf Bertholdsen, sála. Hann var lærari, og hann hevði verið skrivari hjá kommununi í 21 ár (frá 1943 og til 1964). Eg hevði havt hann til lærara, og tá eg kom í skrivarastarvið, kendi eg, hvussu stóran áhuga hann hevði í, hvussu tað gekk, og hvussu hann ynskti at lyfta uppundir og stuðla mær, og tað at hann og aðrir vístu áhuga og stuðlaðu hevði við sær, at tað gekk skjótari at seta seg inn í kommunalu viðurskiftini.
Hvussu leingi verður Jákup Frants Larsen í skrivarastarvinum?
? Mær dámar ógvuliga væl arbeiðið. Tað er hugaligt at samskifta við fuglfirðingar, landsmyndugleikarnar og aðrar kommunur, stovnar og fyritøkur og at samstarva við hini á kommunuskrivstovuni og lokalpolitikarnar. Eg havi ongar ætlanir um at skifta arbeiði, men vit taka ein dag í senn, tí vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða.









