Konan og børnini eru og ferðast á Flatlondum, og sostatt verður sóknarpresturin í Fuglafirði, Peter O. K. Olofson einsamallur á borgini, stevnudagarnar. Presturin, ið hevur tíggju ár á baki í Føroyum, væntar at stevnan verður eitt sindur øðrvísi, nú ongi børn eru heima.
Sjálvt kallið hevur við sær, at Olofsen sjálvandi fer at halda guðstænastu sunnudagin. Harumframt eru tey í Fuglafirði farin undir nýtt tiltak fyri teimum yngru. Leygarkvøldið kl. 22 verður guðstænasta hildin fyri hesum unglingum í Fuglafjarðar Kirkju.
Opið hús í Thabor
? Nøkur ung spurdu meg í fjør, um eg ikki kundi skipa fyri guðstænastu leygarkvøld á Varmakeldu, og eg játtaði. Tey eru komin aftur til mín hesaferð, og tískil endurtaka vit tiltakið. Aftaná er opið hús í missiónshúsinum, Thabor, sigur presturin, ið eins og mong onnur ætlar sær á listaframsýning og til okkurt tónleikatiltak.
Tað einasta, ið liggur í føstum karmi í virkseminum hjá Peter O.K. Olofsen á Varmakeldustevnuni, er kirkjuligu gerningarnir.
Felagsskapurin
hevur týdning
Undanfarnar stevnur hava danski presturin og børnini verið fastir gestir á Tivoli-økinum, eins og vanligt hevur verið at vitja úti á sjálvari Varmakeldu. Kappróðrinum lurtar hann eftir í útvarpinum.
? Tað er ongin ivi um, at tann felagsskapur og tey skapanarevni, ið koma til sjóndar í sambandi við slíkar stevnur hava stóran týdning fyri bygdina, sigur Olofson.
Fuglafjarðaprestur kennir tó ikki sama spenning á sær, sum hann gjørdi heilt ungur, tá okkurt serstakt var í umbúna.
? Tað er greitt, at munur er á ungum og eldri í hesum føri. Hinvegin er tað bara gott, at hava eina barnsliga gleði, hóast ein er vaksin. Munur er tó á at hava eina barnsliga gleði, og at bera seg barnsliga at, leggur Peter dent á.
Ongin undantaksstøða
? Í øllum lívsins viðurskiftum er týdningarmikið at liva lívið við ábyrgd fyri sær sjálvum og sínum næsta, og hetta er sostatt eisini galdandi á Varmakeldustevnu. Vit eiga avgjørt at hava Guð fremst í huga í øllum leikum, sigur hann, og leggur dent á, at hetta eisini er galdandi í sambandi við kappróður, dans og annað, fólk stuttleika sær við á stevnunum. Sum hann sigur:
? Guð er nummar eitt í lívið okkara?
Olofson heldur, at tað ber ikki til at seta undantaksstøðu í gildi, til tess at sleppa burtur frá Guði, nakrar dagar.
Ikki rætt at vera drukkin
Men, Olofson, ber tað ikki til at fáa sær eina kenning, og síðani fara í dans at hugna sær við Guði uppiá sær, onkrastaðni í huganum, um tað kanska ikki er so frammlaga, júst í tí løtuni.?
? At drekka seg fullan, ella bara at hava kenning, stríðir ímóti Guði, tí tú hervið letur rúsandi løg fáa valdið á tær. At liva sum kristin, er sum at liva í einum stórfingnum urtagarði, fullum av yndisligum trøum og blómum. Kring hendan urtagarð er sjálvandi eitt stik. Innanfyri hetta stik ber til at ganga og njóta allan vakurleikan. Partur av vøkstrinum trívist best ytst ímóti stikinum, har til ber at hyggja út um urtagarðsmarkið; kanska tí hugur er at sleppa út. Onkur fellur kanska eisini út um stikið.
? Tað er kanska júst hetta, sum liggur í hasum spurninginum; hvussu langt ber mær til at sleppa burtur frá Jesusi, meðan eg enn kann kalla meg kristnan. Svarið hjá mær er, at mann kann ikki fáa sær eina kenning, nei?tí tað hoyrir ikki til eitt lív sum kristin?
Hin sanna gleðin
Men, Olofson, vanligt er at siga, at summi fólk bera ein rús væl; tey eru rólig og í góðum lag, og ongin fær nakran skaða av tí. Hinvegin eru summi, sum eftir bert fáum snapsum, so at siga ganga berserksgang; stutt sagt eru meira ella minni svøk undir rúsi. Tá so stórur munur er á avleiðingunum á rúsinum, hvussu ber tá til at seta markið við sjálvan rúsin..?
? Eg ivist í, um spurningurin er so tekniskur. Sjálvandi er munur á monnum. Men, rúsandi løgur er nú einaferð soleiðis, at drekkur ein ov nógv, tekur rúsurin valdið á tær. Og sum kristin, eigur ein altíð at vera til reiðar at møta Jesusi. Hvørja løtu. Og hesa løtu eigur ein hvørki at hava kenning, ella timburmenn.
? Tað sum ikki er rætt í sambandi við rús, er at rúsurin fær valdið á tær; og valdið hevur rúsurin á tær í báðum førum; tá tú ert vinarligur og glaður, ella tú gongur beserksgang. Tú ert ikki tann, tú eigur at vera, tá tú hevur kenning, ella ert fullur, sigur hin avgjørdi presturin í Fuglafirði, sum heldur mangt annað vera at gleða seg yvir á stevnu, saman við øðrum: Felagsskapin, náttúruna, kappróðurin og skapandi evni menniskjanna.
? Millum annað í hesum liggur hin sanna gleðin, og hana eigur ongin at taka frá okkum, og tað haldi eg at drykkjuskapur ger, sigur Peter Olof Krag Olofson at enda.