Síðsta umfarið undan summarsteðginum varð avgreitt um vikuskiftið. Á Toftum og á Tvøroyri varð spælt longu fríggjakvøldið, meðan dystirnir í Fuglafirði og í Gundadali vóru sunnudagin.
Tað eydnaðist hjá HB at manna lið og at fara suður á Sand, men tá teir komu suður var eingin dómari. Slíkt er tíverri ikki ókent í 3. deild, og ofta hevur tað verið soleiðis, at liðini hava verið samd um eina ella aðra neyðloysn, og so hava dystirnir verið avgreiddir. Hesa ferð varð dysturin ikki spældur, men tá vit frættu, varð roknað við, at hann verður spældur seinni í hesi vikuni.
Tá vit vóru í sambandi við FSF skrivstovuna í gjár, var bara ein dómaraseðil komin teimum í hendi. Tað ber boð um, at nú er maskinaríið farið í summarfrí, men vit mugu vóna, at feløgini syrgja fyri, at seðlarnir koma á rætta staðið.
Vit hava ikki so nógv at siga um teir einstøku dystirnar hesa ferð. Á Toftum var merkisvert, at Jóhannes Petersen skoraði tvey mál fyri B68 móti GÍ. Hann hevur altíð spælt í GÍ, men fríggjadagin varð spæliloyvið flutt út á Toftir, og nýggi B68 maðurin var ikki so blíður við sínar fyrrverandi liðfelagar. Málverjin hjá B68, Allan Joensen, skoraði upp á brotsspark til 6-1, tá tað vóru tveir minuttir eftir.
Heldur ikki Egil Steintórsson var blíður við sínar bygdamenn, tá vágbingar fríggjakvøldið komu norður á Sevmýri at seta hol á jóansøkuskránna. Veteranurin skoraði fýra mál, og við stórsigrinum slapp TB sær eitt fitt pettið burtur frá botninum.
Í Fuglafirði gjørdi Hergeir Eldevig enn eina ferð um seg. Hann skoraði longu tá tríggir og fimm minuttir vóru farnir, og hann staðfesti 5-1 sigurin, tá tjúgu minuttir restaðu.
Í Gundadali vóru tveir av teimum, sum høvdu sitið á beinkinum, tá 1. deildarliðið vann móti NSÍ, við móti FS Vágar. Tað vóru Ronnie Samuelsen og D. P. Johansen ella Piddi. Serliga hesin seinni gjørdi nógv um seg. Hann skoraði ikki færri enn seks mál, og fýra av teimum gjørdi hann við høvdinum.
Málverjin hjá FS Vágum varð vístur av vøllinum, tá hann á hálva tímanum gjørdi brotsspark, sum Jón Hardley umsetti til mál. Tað restaðu fimm minuttir, tá Búgvi Joensen pyntaði um fyri FS Vágar til 13-1. Tá vóru allir B36 menninir frammi, tí teir ætlaðu sær á málskjúttaralistan.
Í teimum fýra dystunum vórðu skorað 35 mál, og tað man vera met fyri hvønn dystin í einum umfari.
Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skal TB í Gundadal at spæla móti B36. Um gongdin hjá B36 verður tann sama, sum hon hevur verið higartil, so verður uppflytingin greið, tá B68 22. august kemur í Gundadal.
Vikuskiftið frammanundan hava teir í árstalsfelagnum í Havnini verið í Fuglafirði, og um teir vinna báðar hesar dystirnar, umframt at teir frammanundan hava vunnið á TB og VB, so kann eingin røkka teimum.
B68 og ÍF kappast um næstfremsta plássið. Innanhýsis uppgerðin teirra millum verður á Toftum 29. august.