Til tað, sum reiðarin hevur ført fram er bert eitt at siga. Sum eitt orðatak sigur: »Ammur og kør fyllast, ja sjálvt hvalurin á havinum, men hasin parturin av flotanum fyllist ei«. Eitt botnleyst kar. [...] hevði verið hóskandi at komið fram við, hvussu mangir menn eru knýttir at hvørjum skipabólki sær, hvat kostar hvørt skip og hvør maður tí almenna. Aftur til bankstjórarnar. Tað má vera undarligt at mæla [...] Føroya Banka? Kann tað hugsast, at størsta forðingin hjá monnum at seta pengar í føroyskt vinnulív er tann, at fortreytirnar verða broyttar í tíð og ótíð av teimum stýrandi? Tað valdar alt ov stórur ó
framyvir, er neyðugt at koma við broytingum, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard heldur, at danska blaðið hevur misskilt hetta málið, og als ikki skilir, hvat høvuðsmálið í ríkisfelagsskapinum er. ? [...] landsstýrinum lán í samband við bankakreppuna. ? Tað er rætt, at føroyski búskapurin fór fallit, men tað er júst bankakanningin, sum skal vísa, hvat fór fram, og um tað var soleiðis, sum okkum varð upplýst [...] um »Færøsk smertegrænse«, og er tað fráboðanin frá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg, teir viðgera. Blaðið vísir á, at støðan í Føroyum, hóast framgongd, framvegis er »usikker og skrøbelig, hvilket
at málsetningurin hjá føroyskum myndugleikum - um so er at forkanningarnar eru lovandi - er at øki kunnu latast oljufeløgum at leita á í 1999. Um so er at møgulig fund vísa seg at verða lønandi, kann boring [...] sigur, at tað framvegis er óvist, um tað finst olja og gas á føroyskum øki í mongum og av slíkum slag, at lønandi vinna fæst burtur úr teimum. Víst verður eisini á, at hetta er ikki bert treytað av jarðfrøðini [...] jarðfrøðini, tað stendur og fellur eisini við, hvat oljuídnaðurin megnar reint tøkniliga sæð, og síðani hevur eisini framtíðar olju- og gassprísurin nakað at siga. Enn er bert talan um forkanningar, har tað við
verið á góðum verkætlanum. - Er trupulleikin í virkseminum ikki politiska uppíleggingin, eitt nú sum í Miðvági herfyri? - Framtaksgrunnurin er ein vinnurekandi grunnur, sum er politiskt óheftur, við stýri [...] samfelagnum, so er tað ikki annað enn tað, sum veljararnir ynskja. - Eg havi sum formaður samskifti við t.d. virkið í Miðvági og arbeiðsfólkini har. Tað er mín uppgáva. Uppgávan hjá politikararunum er at føra [...] føra politikk. - Eg kann ikki leggja meg út í, hvat tingið ger. Tinglimir eru fólkavaldir og skulu lóggeva. Hetta er tann demokratiska skipanin. - Grunnurin er undir landsins lógum, og eg varð valdur til formann
bókum av ymiskum slag, og at tað alt ov ofta verður sagt ja uttan at kannað verður, hvat tú fært fyri pengarnar. ? Talan er ofta um útlendskar telefon-, telefax- ella virkisskráir, og áheitanir um at taka [...] hesa luttøku var 3.249,50 krónur, men ikki er óvanligt, at prísurin kann vera tvær reistur hetta. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at um henda telduskrá í heila tikið er til, hevur hon neyvan nakað virði. Bert [...] sigur Arbeiðsgevarafelagið, at talan er um bøkur, sum veruliga verða prentaðar og sendar út til m. a. donsku sendistovurnar. Men í hvønn mun tær verða brúktar, er nakað heilt annað. Føroyar Arbeiðsgevarafelag
verður komið inn á sjálvan tunnilsspurningin. Hvat er ein undirsjóvartunnil og hvørji krøv verða sett til hann. Ein avgerandi spurningur í hesum viðfangi er spurningurin um trygd, og í hesum sambandi hava [...] eisini Bjarni Olsen, búskaparfrøðingur og Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur. Fundurin er almennur, men innbjóðing er send umboðum fyri Løgtingið, landsstýrið, kommunur o.ø. [...] Málið um fast samband um Vestmannasund er aftur vorðið aktuelt. Herfyri boðaði landsstyrismaðurin í samferðslumálum frá, at hann fór at taka málið uppaftur, og nú hevur Vága Vinnufelag latið gera bókling
um staðið, komið verður til. Hóast dýrt er í Reykjavík, er ikki líkt til, at íslendingar lata tað ganga út yvir klædnabúnan. Tann, sum klagar um, at tað ikki er livandi fyri høgum prísum í Føroyum, hevur [...] meira enn eitt sindur at uppliva, samanborið við íslendskar prísir. Og hóast tímalønin er nógv lægri enn okkara, er líkt til, at íslendingar klára at liva. Og teir liva eftir øllum at døma væl. »Hvussu [...] spyrji. »Vit arbeiða bara so mikið meira.« Reinur býur Reykjavík er reinur býur. Tað slepst ikki undan at leggja til merkis, hvussu rein luftin er í mun til aðrar stórar býir. Eingir stinkandi skortsteinar.
hetta er neyðugt. Politikararnir áttu at gjørt eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið, og tað er ikki meira ógjørligt, enn at tað fæst fyri pening. Tað er alt ein spurningur um raðfesting, hvat vit brúka [...] úsinum aftur í vikuvís. - Tað undrar meg, hvat tá verður av teimum sjúku, tí mær vitandi eru sjúkurnar ikki horvnar, og ei heldur tørvurin á viðgerðum. Nú er so ætlanir at lata týdningarmiklar partar av [...] umhugsa at søkja starv har, og tað er uttan mun til, um tað eru læknar, sjúkraystrar. fysioterapeutar ella onnur. Hvør tímir at søkja starv á einum sjúkrahúsi, sum partvís er afturlatið samanlagt fleiri mánaðir
avtalur. Men Jerry er ikki so býttur. Eitt stað, langt afturi í tíðini, í minni hansara, liggur minnið um ræðulig og samstundis veruligar upplivingar, at Jerry er vísir í, at tað ikki bara er nakað hann billar [...] gátuføra sálarfrøðinginum, Dr. Jonas (Patrick Stewart), sum er eins áhugaður í at finna út av, hvat krógvar seg í heilanum hjá Jerry, sum hann sjálvur er. Men kanningarnar hjá dr. Jonas eru brutalar og um at [...] myrdur fyri fleiri árum síðani. Og hon trýr heldur ikki, at tann maðurin, sum varð dømdur fyri morðið er tann rætti. So hon nýtur stóran part av lívinum til sjálv at kanna málið. Málið um Jerry fær aðra vend
fáa størri yvirskot á fíggjarlógini. Tað er við at minka um útreiðslurnar. - Almennu útreiðslurnar eru øktar. Er tað skilagott? - Tað er rætt, at ein lítil øking er í almennu útreiðslunum. Tað kemst av, at [...] ppskotinum, og hin er, at tað er umráðandi ikki at tátta ov nógv í. - Frágreiðingin nevnir júst, at fíggjarligu skerjingarnar í 93 og 94, eru orsøk til góða úrslitið í dag? - Tað er rætt, at tað í árunum [...] sæst einamest av, at hóast vit hava lægri skattatrýst, fíggjarognaravgjaldið er avtikið og avgjaldstrýstið er linkað, so er meiri peningurin komin í Landskassan. - Tað merkir, at hóast avmarkingar við