Hann arbeiðir á førarasetrinum í einum gulum taxa í New York, og ferðafólkið undirheldur hann við við sínum paranoidu fantasium og teorium. Teoriirnar snúgva seg nógv um samansvørjingar. Jerry Fletchar heldur, at »teir« stýra øllum, og at vit øll eru offur fyri einum gevaldigum komplotti. Teoriirnar umfata bæði stórt og smátt - ótta fyri øllum frá fluori i vatni til stórar altjóða búskaparligar avtalur.
Men Jerry er ikki so býttur. Eitt stað, langt afturi í tíðini, í minni hansara, liggur minnið um ræðulig og samstundis veruligar upplivingar, at Jerry er vísir í, at tað ikki bara er nakað hann billar sær inn.
Tá Jerry ikki koyrir taxa, savnar hann allar tær upplýsingar, hann finnur um samansvørjingar. Hann skrivar tær niður og vísir m. a. Alice Sutton (Julia Roberts) tær, sum - hóast hon fleiri ferðir hevur tveitt hann á dyr í løgmálaráðnum, hevur eitt sindur av samhuga fyri honum og hansara hugskotum.
Alice Sutton stríðist eisini við sínar egnu tvangstankar. Hon trýr ikk upp á almennu forkláringarnar um morðið á pápa hannera, ein estimeraðan dómara, sum varð myrdur fyri fleiri árum síðani. Og hon trýr heldur ikki, at tann maðurin, sum varð dømdur fyri morðið er tann rætti. So hon nýtur stóran part av lívinum til sjálv at kanna málið.
Málið um Jerry fær aðra vend, tá hann verður burturfluttur av tí gátuføra sálarfrøðinginum, Dr. Jonas (Patrick Stewart), sum er eins áhugaður í at finna út av, hvat krógvar seg í heilanum hjá Jerry, sum hann sjálvur er. Men kanningarnar hjá dr. Jonas eru brutalar og um at kosta Jerry lívið. Og eftir eina dramatiska flukt, trínur hann fram hjá Alice, sum nú verður noydd at taka teoriir hansara í álvara.
Brádliga er taxasjaførurin og løgfrøðingurin vilst. Undir fluktini finna tey út av veruleikanum, sum hevur týdning fyri tey bæði.
Jerry vil verja Alice við lívi sínum - men hví! - móti hvørjum? og hvar kemur Jonas inn í myndina? Man talan kortini vera um eina stóra samansvørjing?