Íløgustuðul - er hann almenn kuvøsu hjálp

Í seinastuni hevur orðaskifti verið í fjølmiðlunum um íløgustuðulin. Bankastjórar og reiðarar hava talað. Ymiskir á máli, sum ogur menniskjur nú einaferð eru.


Til tað, sum reiðarin hevur ført fram er bert eitt at siga. Sum eitt orðatak sigur:

»Ammur og kør fyllast, ja sjálvt hvalurin á havinum, men hasin parturin av flotanum fyllist ei«. Eitt botnleyst kar.

Tað hevði verið hóskandi at komið fram við, hvussu mangir menn eru knýttir at hvørjum skipabólki sær, hvat kostar hvørt skip og hvør maður tí almenna.

Aftur til bankstjórarnar. Tað má vera undarligt at mæla til at avtaka allan stuðul til fiskivinnuan, og samstundis umsita tann størsta íløgustuðulin frá Føroya fólki, nevniliga 3 milliardir. Eru hesir pengarnir kuvøsu hjálp til bankan? Hevur tað gjørt Føroya Sparikassa veikari í mun til Føroya Banka?

Kann tað hugsast, at størsta forðingin hjá monnum at seta pengar í føroyskt vinnulív er tann, at fortreytirnar verða broyttar í tíð og ótíð av teimum stýrandi? Tað valdar alt ov stórur ótryggleiki á øllum økjum.

Bert við at stara seg blindan at veiðiflotanum, hava menn sett kikarin fyri tað skeiva eygað. Alt fyritaksemi í samfelagnum fær kuvøsu hjálp. Framtaksgr.-Fiskavirking - Fiskasølan - Sandoyarætlanin - Ferðavinnan - og mangt annað.

Tað er bert eitt at vóna, at teir ráðandi gera tað so liviligt fyri fiskivinnuna sum gjørligt, bæði á sjógvi og landi, tí tilboðini eru góð úr øðrum londum eftir føroyskum sjófólki. Royni tí at fara væl um teir, sum eru eftir, so at vit ikki koma í ta støðu, at eingir indianar eru eftir, bert høvdingar.


Vinarliga

Martin Strøm