Hálsi, og er tað Poul Jacobsen, sum er stjóri í nýggja handlinum. Navnið á handlinum er EL-Keyp, og er hann partur av vælkendu handilsketuna EL-Køb, sum hevur 35-40% av marknaðinum í Danmark. Poul Jacobsen [...] í nýggjum høli við síðuna av Køksmiðstøðini, og sambært Poul Jacobsen hóskar tað eisini sera væl fyri handilin at liggja har, við tað at hatta er ein sokallað miðstøð fyri húsharhaldstól. - Vit síggja fleiri [...] vit bestu prísirnar sum eru á marknaðinum, sigur Poul Jacobsen við Sosialin. Poul leggur afturat, at tað hevur leingi verið arbeitt við hesi ætlan, og nú er so klárt at lata upp. Vinjard Johansen og Jarnold
og alt annað, ið er gjørt í fullveldismálinum, ger Høgni Hoydal greitt. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir somuleiðis á, at tað er løgmaður, ið er samráðingarleiðari, og tað er Høgni Hoydal, ið [...] øksl móti øksl til Danmarkar at samráðast. Tað er jú púra alneyðugt, at vit ikki geva mótpartinum ábendingar um, at vit eru ósamdir innanhýsis. Tað er jú tað ringasta, vit kunnu gera í eini samráðingarstøðu [...] hevur verið í fjølmiðlunum um hatta. Eg kann bara siga, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at øll eru ábyrgdarfull, og at fólk eru greið um, at tað í hesum týdningarmikla máli, er ógvuliga týdningarmikið,
sínar 359 síður er hon skjótt lisin. Hon lesur seg mest sum av sær sjálvum, og tú skilir, at hon er nú millum mest seldu bøkur í Europa, tí henda søgan, sum fevnir um trý ættarlið av kvinnum, er væl fortald [...] ið má sigast. Í so máta líkist hon Eydnufelagnum, sum er um tvey ættarlið av kinesiskum amerikanarum. Jú, eg hyggi eisini í sjónvarpið, men tað er vælsignað at hava eina bók liggjandi, hon fer ongan veg [...] afturat í ár, har umframt eru komin trý stuttsøgusøvn (Finnbogi Ísakson týddi) (at lesa stuttsøgur er ikki minni gevandi og stuttligt enn at lesa skaldsøgur) og tann frálíka Orðalagslæran hjá Jeffrei Henriksen
gjøldur? burtur úr øðrum landsstýrisfólkum. NÚ hava vit so oftani hoyrt tikið til, at ?hatta er bara Óli?. Jú so er. Men tað er meira enn tað. Tí teir boðskapir, sum verða meldaðir út í tíð og ótíð frá sama [...] andstøðu til teir hann er í samgongu við! Hvussu oftani hevur hann ikki verið við til at niðurgera tað, sum aðrir í samgongu hava ábyrgdina av, men samtíðis góðtaka tað! Hetta er ikki okkara politikkur [...] Nú tíðin er við at renna út fyri at leggja slíkt uppskot fram tekur andstøðan formann Fólkafloksins á tingi uppá orðið og sigur frá, at hon kemur við einum skattalættauppskoti. Breckmann er skjótur at
ið ikki kann tola at fåa vitjan uttan at alt er avtala niður til minsta punktum. Hvar er spontaniteturin. Hvar er treytaleysa samanhaldið? Hvar er víðagitna, føroyska gestablídni? Nú eitt árið var eg [...] frá. Nei, danskarar - teir flestu ið hvussu er - kenna sína vitjunartíð. Eg eri føroyingur. Men longu nú sært tú nokk, kæri lesari, at okkurt er galið. Tað er okkurt ravruskandi gali við einum persóni, [...] Men í Danmark er tað nú einaferð soleiðis at fólk ringja áðrenn tey koma framvið. So tosar man saman um leyst og fast, áðrenn man saman finnur eitt passanði tíðspunkt sum passar. »Det er en aftale. Vi
høg mál er kanska eisini ein partur av frágreiðingini til, at liðið bara helt á fram at vinna. Tað verður jú ofta tikið til, at tað torførasta er at halda sær á toppinum. - Tað týdningarmesta er sjálvandi [...] vinna, er jú eisini ein partur av spælinum, og hetta krevur jú eisini, at tú hevur hug til at vera við. - Eg má siga, at fari við eldhuga inn á vøllin, og brenni eg til dømis ein 100% møguleika, so er tað [...] at tapa, tað klári eg ikki serliga væl. Hatta har við »tap og vinn við sama sinn« tað er so avgjørt ikki eg. - Tað er jú heldur ikki soleiðis, at tú við vilja letur onnur lið vinna. »Nei, nú hava vit vunnið
Kríggj er friður. Svart er hvítt. Hatur er kærleiki! Og vit kundu lagt afturat: Høgni, Arnfinnur og Zacharias Wang eru rættsiktaðir. Hetta eru dogmini, sum henda vitleysa landsgonga er baserað uppá. Er tað [...] Tinganesi. Hetta er nevniliga so grov kúvending, at hon bara hevur opportunistiskar orsøkir, har er einki sakligt politiskt aftanfyri. Øll vita, at var NATO ikki neyðugt í 1959, so er tað hundrað ferðir [...] í arm við kapitalistinum, Poul Mohr. Gud viti, hvar teir báðir dálka seg? Ikki er tað av føroyskari olju, men hvør veit, kanska amerikanskari. Mem hon kann geva baksláttur! Jú, meira enn so ? okkurt broytist
Kríggj er friður. Svart er hvítt. Hatur er kærleiki! Og vit kundu lagt afturat: Høgni, Arnfinnur og Zacharias Wang eru rættsiktaðir. Hetta eru dogmini, sum henda vitleysa landsgonga er baserað uppá. Er tað [...] Tinganesi. Hetta er nevniliga so grov kúvending, at hon bara hevur opportunistiskar orsøkir, har er einki sakligt politiskt aftanfyri. Øll vita, at var NATO ikki neyðugt í 1959, so er tað hundrað ferðir [...] í arm við kapitalistinum, Poul Mohr. Gud viti, hvar teir báðir dálka seg? Ikki er tað av føroyskari olju, men hvør veit, kanska amerikanskari. Mem hon kann geva baksláttur! Jú, meira enn so ? okkurt broytist
syndrið, sum er komið aftrat á hesa víðkaðu kunngerðina frá Mentunnargrunninum, er ikki nógv. Tað at listafólk nú kunnu fáa starvsløn í hálvt ár, eitt ár og trý ár, er ein skipan, sum ikki er í samsvar við [...] tað, sum skal til er at orða ein mentunnarpolitik, sum heldur eini fimmtan, tjúgu ár fram í tíðina. Tað sum er hent í seinastuni er, at mann hevur fingið eitt samfelagskjak og við hesum er givið pláss fyri [...] upp til 150.000 ella 200.000 krónur. Men tað er ein sovorðin óvilji móti at gera nakað við hetta yvirhøvur. Er tað tí, at landið skal gjalda, at ilviljin er so stórur? Eg haldi, at tað hongur saman við
hana ikki. Hatar hana. Og alt hon umboðar. Hetta er list og ikki fals. Men Paul McCartney er maðurin, ið heldur saman, skipar og fær burturúr. Og tað er ikki so lítið. Enn kennast fólk við Beatles og teirra [...] niður snúgva seg um somu rørslu. Alt broytist, og er tó í javnvág, og hvat, ið enn hendir, er tað tú, sum setir tað í gongd. Moralurin í hesi søgu er, at um tú góðtekur hæddarpunktini, so mást tú eisini [...] hjá altíð fryntliga Kára í SMS. Kagi innar í permuna, sum er í arkarbrotið, jú Klaus Voorman eigur hana. Sami maður, sum skar Revolverplátuna so hegnisliga í 66. I feel fine. "Innan Elvis var einki" skal