Hvussu fara Hoydalsneytar at trívast í »Mordaraklubbanum«?

Nógv tey flestu fólk eru tíbetur í dag eftir hálvttriðja ára vanstýri farin at vamlast við teir maktsjúku opportunistarnar, sum fullveldissektin hevur sjóðað saman, bæði í Tinganesi, í útvarpi og ikki minst sjónvarpi. Heilavaskið hevur sum hjá Milosevitj verið miðvíst organiserað úr erva.

 

Virgar T. Dalsgaard


Men tað, sum átti at givið fólki mestu andstygd er, hvussu kyniskt fyrrverandi kompromisleysir NATO-hatarar nú royna at sleppa okkum uppí NATO uttanum donsku stjórnina og uttanum allan kritikk frá impotentum journalistum, sum bara tiga ella geyla við føraranum í Tinganesi. Hetta er nevniliga so grov kúvending, at hon bara hevur opportunistiskar orsøkir, har er einki sakligt politiskt aftanfyri. Øll vita, at var NATO ikki neyðugt í 1959, so er tað hundrað ferðir minni neyðugt í dag! Tá var ein reellur militerur vandi ? nú er eingin!


Renna ørindi fyri landsgonguna

Í einumhvørjum øðrum landi høvdu slíkir politiskir orðloysingar verið skræddir sundur av journalistum hvønn einsta dag, men okkara skrivaratrælir hava heilt friðað tær politisku nátthúgvurnar í Tinganesi.

Seinast í 50- og fyrst í 60-árunum høvdu Atli Dam og eg saman við fleiri millum annað ta uppgávu í Studentafelagnum í Keypmannahavn at skula argumentera ímóti stalinistiskt frelstum tjóðveldismonnum, sum allir tá søgdu seg vera NATO-fíggindar burturav.

NATO søgdu hesir profetar, var heimsins størsta politiska ólukka og mátti tí niðurberjast sum pest! Teir umrøddu alsamt NATO sum heimsins skaðiligasta mordaraklubba!

Vit aðrir vóru avgjørt ikki fegnir um Nato, men vit mettu kortini, at tað var neyðugt tá, tí hetta var miðskeiðis í »kalda krígnum« og vit høvdu minni álit á alternativinum hjá »tjóðveldiskammirátunum« eystanfyri.

Men vit fingu lisið og páskrivað afturfyri sum teir sosialdemokratisku revisionistisku svíkjarar vit vóru. Vit fingu t.d. at vita, ikki minst frá brøðrunum Hoydal, at einhvør, sum bara tosaði við ein Nato-mann ella pønsaði uppá nakrantíð at fáa Føroyar inn í mordaraklubban, vildi fyri ævigar tíðir verða brennimerktur sum landasvíkjari, (eitt orð, sum aftur er komið uppá móta hjá harra Høgna), kapitalistasvín og sleikjandi ørindasveinur hjá amerikonskum imperialistiskum gangstaraveldi.

Teir brúktu nógv onnur kelinøvn, men hesi vóru tey vanligastu. Tað er altíð psykologiskt áhugavert at síggja, at teir, sum reelt altíð hava arbeitt móti føroyskt/donskum áhugamálum fyri fremmandar tjóðir, eitt nú Noreg, Sovjetsamveldið ella Ísland altíð eru skjótastir at brúka orðið landasvíkjari móti heiðurligum føroyingum.

Annars høvdu teir eitt illaskrivað pubertilt speidarablað, sum æt Framin ? í hesum klodduta tjóðveldisorgani skrivaði meginparturin av teimum føroysku studentum, sum høvdu álvarsom grammatisk problemir og tí kompenseraðu við at gerast tjóðveldismenn, tí sjálvandi høvdu danir skyldina av teirra kleyvarskapi.

Í næstan hvørjum blaði trúttaðu teir paroluna: NATO úr Føroyum og Føroyar úr NATO, hetta var fyri teir allarmest áleikandi politiska mál!

Vit aðrir hildu, at tað vóru heilt onnur mál, sum leikaðu á í Føroyum, eitt nú social og fíggjarlig viðurskifti hjá vanliga føroyinginum. Men nei, fyri teir var tað Nato og bara Nato, sum taldi.

Blaðstjóri á hesum ússaliga meinigheitsblaði var pápi fullveldið, tá ein hin mest antiamerikanski kommunistatilbiðjarin í Keypmannahavn, nú imperialistiskt vælsignaður amerikanskur oljuvinur, harra Kjartan Hoydal.

Í blaðstjóratíð hansara var hann so revolutionerur, at hann bara lat seg síggja í fótformaðum skóm, kastaðari Mao-skjúrtu og skrøddum neytabrókum ? í dag er hann ikki rukkutur, men gongur nýstrokin og ansaligur í nálastrípaðum citydressi, vælbustaðum leðurskóm og imperiibyggjaraslipsi, tá ið hann ikki letur seg sjónvarpsmynda í ímutum oljuhjálmi, skitnum maskinklæðum og strembarafægu arm í arm við kapitalistinum, Poul Mohr. Gud viti, hvar teir báðir dálka seg? Ikki er tað av føroyskari olju, men hvør veit, kanska amerikanskari. Mem hon kann geva baksláttur! Jú, meira enn so ? okkurt broytist á mansins ævi.

Hetta átti at verið tankavekjandi fyri mong ung, sum hava latið seg heilavaskað av hesum skrupulleysu opportunistum ikki gjøgnumskoðað teirra maktsjúku, ja, kanska tikið teirra nationalistisku sápublørur í álvara.

Nú fara teir aftur avstað til Danmarkar og nú skal alt aftur vera í loyndum, dyljast sum mansmorð fyri føroysku fjøldini ? hetta er nakað, teir hava lært frá kammirátunum í Warszawa-samgonguni. Har var alt greitt á loynifundum, so kundi fólkið ikki blanda seg uppí. Vónandi fara danir ikki at eftirlíka teimum í hesum, tí hann, sum loynir bæði lýgur og bluffar ? og tað er lagna Føroyinga, sum stendur uppá spæl.

Men vitið eftir. Teir koma heimaftur sum teir eru vanir, sum grátikonur, ið vena seg við falskari jeremiadu um, hvussu illavornir danir eru. Teir halda fram við at kúga, eyðræna og mergsúgva okkum, alt meðan teir smyrja okkum av við 1000 kr. seðlum, sum mest detta niður í túninum hjá Høgna Hoydali og Zachariassi Wangi. Jú, víst eru danir fúlir, men teir hava boðið Høgna, at hann skal sleppa undan allari buking uppá fýra ár, men tað vil hann heldur ikki, so honum má dáma bank. Helst er tað, sum sagt hevur verið, at tjóðveldismenn eru masochistar. Summir teirra hava jú fingið danska »útstationeringsviðbót« fyri at vera millum sínar egnu.


Hervaldið av landinum

Tað er nakað av einum tigaralopi í opportunismu frá Karsteni í 1960 til Høgna í 2000. Karstin næstan græt um, hvussu grúiligt Nato var, nú biddar Høgni um ókeypis innivist sum óvápnaður snultaralimur. Ja, skomm er lítil í hesum monnum.

Henda ábyrgdarleysa og púra ógrundaða Nato-kúvending, nú táið militeri vandin at kalla heilt er burtur, kann einans finna grundarlag í teirra privata endamáli, og tað er í markleysari egoismu at noyða eina anakronistiska og avgjørt óynskta fullveldisskipan niður yvir sakleysar landsmenn, ið ikki skoyta um teirra óhugnaliga ørvitisveldi, hóast tað verður vælpakkað inn í tøvdar, útslitnar og avoldaðar nationalar flosklar.

Hesir diktatorisku høvuðkambar hava, sum ein javnaðarmaður tók til í 70-árunum, bara okkara neyðars plágaða føðiland sum hobby. Teirra »føðilandsalskur« er óektaður, larmandi og innantómur.

Hartarbeiðandi føroyskar kvinnur og menn, sum stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, hava ikki uppiborið at verða reduceraði til politiskt ítriv hjá forkelaðum mammudreingjum, sum hava fingið ókeypis útbúgving í Danmark, og nú ikki unna øðrum føroyingum ella komandi ættarliðum at fáa somu rættindi. Við undantaki av teimum, sum Høgni og sjónvarpið hava heilavaskað og manipulerað, so veit alt Føroya fólk væl, at tað er gerandislagnan hjá teimum, sum telvað verður um, og sum hesir steinøru menn brúka sum innsats í teirra vitleysa roulettspæli.

Teir eru 100% líkaglaðir við landið og fólkið, nei fyri teir eru onnur bara amboð fyri maktsjúku, havisjúku og privatar ambitiónir. Og teir eru fornermaðir, ógvuliga firtnir við fólkið um, at teir ikki vilja vita av teirra ótespiliga Hoydalsveldi. Og vil tjóðin ikki sum teir, so vilja teir helst hava skift fólkið út, eins og Bert Brecht helt fyri á sinni. Tí teir eru totaliterir menn, sum ikki nakrantíð vilja góðkenna demokratiska mannagongd.

Lat okkum minnst til, at meirilutin av hesum høvuðkambum vóru við at selja sína tjóðveldissál og Føroyar til eitt diktatoriskt bølmannastýri eystanfyri ? nú eru teir í ferð við at velja okkum til NATO. Ófatuligt, at tolna føroyska tjóðin finnur seg í tí.


Krage søger mage

Teir vita væl, at grova Natosvikið kann ongantíð verjast við sakligum argumentum ? hetta er jú orðloysing og ósømuligt svik móti øllum lyftum. So nú roynir Høgni Hoydal í argumentneyð síni at verja seg við, at teir ætla sær uppí eina serliga friðardeild av NATO, sum eitur Partnership for Peace. Høgni roynir at billa fólki inn, at menn brúka ikki vápn í hesi deild, bara brókatøk. Hetta ljóðar jú vakurt, ein serligur militerur friðarkrókur, har menn mest spæla kort í tí annars brutalu militeru samgonguni. Men hvussu friðarligir eru nú hesir, sum hava fingið serstatus og sum Høgni so fegin vil inn saman við?

Jú, rætt er gitt ? hesin kortbklubbi eru allir ófriðarkropparnir úr Warszawa-gonguni ? teir »gomlu kammirátarnir« hjá feðgunum Hoydal inntil 1989, táið teir duttu oman av Berlin-múrinum. Meðan Pólland, Rumenia, Tjekkia, Baltisku londini, Bulgaria o.s.fr. flestøll hava fingið nýggjan politiskan yvirbygning, so er tann militeri ? stórt sæð tann sami. Nakrir fáir officerar eru, men flestu bartrogini úr gomlu Warszawa-gonguni sita enn í leiðandi størvum, m.a. í Partnership for Peace, har Høgni nú vil inn at snulta. Meðan hinir gjalda og eru alvápnaðir ? ætla Arnfinnur og Høgni sær inn sum gratistar við berum nevum! Kann nakað karaktiserast sum ein mordaraklubbi, so er tað felagsskapurin, Partnership for Peace við øllum teimum gomlu kaldakrígsmonnunum.

Tað er ein nossligur drongur, sum vil dragsa føroyingar inn í eitt so spýggiligt selskap. Men fyri Hoydalsmenninar og aðrar kommunistiskar tjóðveldisleivdir vil tað vera eitt kærkomið høvi til at hálsfevnast aftur við øllum teir gomlu kammirátunum frá køldu krígstíðini. Vælgagnist føroyingum, um teir troysta sær at vera saman við slíkum yvirgangskroppum.

Nei, vegna tess og tessvegna, at øll militerstøða í Norðureuropa í dag er fundamentalt øðrvísi, mega vit taka ta gomlu Framaparoluna fram og siga, at nú og fyrst nú er skil í henni: nú má Nato úr Føroyum og Danmark/Føroyar úr Nato.

Í Mjørkadali sløðist helst enn onkur dani, sum hevði verið rørdur um at sloppið at drukkið Natoskál við Hoydalsmonnum.

Hevði pápi mín upplivað, at tjóðveldismenn, enntá Hoydalsmenn hættaðu sær at søkja innliman í eina Nato-kliku, so hevði hann, sum hann plagdi, tikið til George Orwell, sum sarkastiskt næstan skrivaði skránna hjá tjóðveldisflokkinum, hesi andstyggiligu sekt: Kríggj er friður. Svart er hvítt. Hatur er kærleiki! Og vit kundu lagt afturat: Høgni, Arnfinnur og Zacharias Wang eru rættsiktaðir. Hetta eru dogmini, sum henda vitleysa landsgonga er baserað uppá.

Er tað løgið, at menn á donskum arbeiðsplássum nevna hesar báðar láturligu figurarnar, Høgna og Arnfinn fyri Gøg & Gokke? Eitt er, at teir eru rukkur og ikki vita av tí sjálvir, men verri er, at teir gera hampaføroyingum fyri skommum. Hesir hjálparleysu amatørar og teirra ússaliga stýri fer skjótt yvir í søguna sum óvitastýrið, sum eingin, ? heldur ikki teirra egnu ? kundu taka í álvara.