Hesin bókaklubburin hevur longu í ár sent 7 væla bøkur til limir sínar, og tríggjar koma afturat í ár, har umframt eru komin trý stuttsøgusøvn (Finnbogi Ísakson týddi) (at lesa stuttsøgur er ikki minni gevandi og stuttligt enn at lesa skaldsøgur) og tann frálíka Orðalagslæran hjá Jeffrei Henriksen. Ikki eiti á, og so kosta tær bara 160 kr. fyri limirnar. Eisini tøknin at prenta bøkur hevur gjørt eitt risa lop. Dimmalætting hevur prentað tær og Helgi Justinussen hevur bundið tær inn. Báðar fyritøkurnar hava rós uppiborið. Helmingurin av bókunum eru skrivaðar í nítiárunum og týddar til bókaklubban. Hóast tú hevur lisið tær báðar Aftur á slóðina (Hans Thomsen týddi) og Fjúrtan dagar fyri frostnætur (Finnbogi Ísakson týddi), mátti tú lesa tær aftur, nú tú hugdi niður í tær. Hinar fimm eru afturlítandi sjálvsævisøgur og ættarsøgur. Lívsins aks hjá Sven Delblanc (Jákup í Skemmuni hevur týtt) hevur undirheitið: Barnaminnir. Sera vælskrivaðar endurminningar. Kanska herskin og opinskárað frásøgn, men tú ivast ikki í, at her er ein stórur høvundur, ið vil skera inn á bein í endurminningum sínum, hóast tað pínir og verkir.
Tær fýra eru skrivaðar av kvinnum í ymsum aldri og frá tveimum londum, Svøríki, USA-Kina. Eydnufelagið (Turið Sigurdardóttir týddi) munnu flest komast við, hon varð lisin upp í Útvarpinum, men hon tolir at verða lisin. Her er nógvur lívsvísdómur og poesiur, sum skal lesast eisin fleiri ferð.
Ein vetur í Stokkhólmi og Áðrenn tú sovnar hevur Jákup í Skemmuni týtt og tað seinnu hevur Linn Ullmann, dóttir ta kendu Liv Ullmann og tann ikki minni kenda Ingmar Bergmann, skrivað. Tær báðar liggja í kjalarvørrinum á tí nú so kenda »kvinnuskaldskapinum«. Hvørgin teirra ber nakað nýtt fram. Tú hevur lisið hetta ofta fyrr, men eitt ávíst undirhald er tað sjálvsagt, og tær eru lætt lisnar. Tó ivast tú í, um tann hjá Linn var komin út og lisin so nógv, um hennara kendu foreldur ikki áttu ein týðandi part av søguni, men hon skrivar um sítt egna lív. Slatur er altíð slatur, ikki bara í Føroyum, og hevur sítt virði so ella so.
Beint nú havi eg lisið ta seinastu: Anna, Hanna og Jóhanna hjá Marianne Frederiksson (Jákup í Skemmuni týddi). Hóast sínar 359 síður er hon skjótt lisin. Hon lesur seg mest sum av sær sjálvum, og tú skilir, at hon er nú millum mest seldu bøkur í Europa, tí henda søgan, sum fevnir um trý ættarlið av kvinnum, er væl fortald.
Óivað verður hon flokkað millum kvinnubókmentirnar, men her er ein annar tóni, ein leitan og roynd at skilja bæði kynini. Einki »frelst« ella frammanundan lagdar ætlanir og hugtøk, sum skulu prógvast. Hon hevur eina søgu, ið má sigast. Í so máta líkist hon Eydnufelagnum, sum er um tvey ættarlið av kinesiskum amerikanarum.
Jú, eg hyggi eisini í sjónvarpið, men tað er vælsignað at hava eina bók liggjandi, hon fer ongan veg.
Anna, Hanna og Jóhanna stóð seg væl í kappingini við skýggjan. Ja, tað var bara Dagur og vika, sum var kappingarfør.
Nú mundi eg gloymt málið. Eg eri nú so mikið gamal, at tað líkasum situr í einum, hatta við málinum. Tosaði ella skrivaði tú um eina bók, varð altíð okkurt sagt um málið. Sigast má um allar fýra týðararnar, at teir hvør í sínum lagi megna at handfara móðurmálið so mikið væl, at tú hugsar ikki um tað. Tú steðgar ikki á. Soleiðis skal tað vera. Tøknin gongur í sjeymílastyvlum, men tað skal ein eldsál sum Jonhard Mikkelsen til at fáa hana at bera okkum so nógvar bøkur á føroyskum og tað alt í einum ári.
Steinbjørn B. Jacobsen