Ein nýggjur hvítvøruhandil letur í dag upp á Hálsi, og er tað Poul Jacobsen, sum er stjóri í nýggja handlinum. Navnið á handlinum er EL-Keyp, og er hann partur av vælkendu handilsketuna EL-Køb, sum hevur 35-40% av marknaðinum í Danmark.
Poul Jacobsen, stjóri í nýggja hvítvøruhandlinum, sigur, at allar vanligar hvítvørur kunnu fáast til keyps, samstundis sum smálutir innan el-tól eisini verða seldir í nýggja handlinum.
El-Keyp fer at liggja í nýggjum høli við síðuna av Køksmiðstøðini, og sambært Poul Jacobsen hóskar tað eisini sera væl fyri handilin at liggja har, við tað at hatta er ein sokallað miðstøð fyri húsharhaldstól.
- Vit síggja fleiri og størri møguleikar við at fara uppí handilsketuna EL-Køb, tí har fáa vit bestu prísirnar sum eru á marknaðinum, sigur Poul Jacobsen við Sosialin. Poul leggur afturat, at tað hevur leingi verið arbeitt við hesi ætlan, og nú er so klárt at lata upp.
Vinjard Johansen og Jarnold Nattestad reka handilin, sum í dag letur upp á Hálsi.