fáa øll túsund fólkini til borðs í einum, at ganga upp. Men hann fegnaðist um, at tað var eydnast teimum. Og samstundis legði hann afturat, at soleiðis sum økingin í undirtøkuni til fundirnar hevur verið [...] vælupplagdur og legði hart út. Nógv ferð var á honum allatíðina, og nógvar góðar søgur komu frá honum. Millum annað fekk Heindrikur prinsur sín part. Men hann hermdi nakrar ferðir eftir danskarum, sum helst [...] eisini ein tónleikagrunn, sum letur pening til einstaklingar ella bólkar. Og hesuferð hevði nevndin í grunninum gjørt av, at lata Pæturi við Keldu 100.000 krónur til eina fløguútgávu, sum hann arbeiðir við
rygg til við umleið trimum milliardum krónum. Hesaferð sprændi danski staturin (Finansiel Stabilitet) umleið tríggjar milliardir krónur inn í Eik Banka-samtakið. Hvør er so munurin á Bankamálinum frá 90-árunum [...] við støði í upplýsingum frá Eik Grunninum sjálvum! Onki kanningararbeiði. Onki sjálvstøðugt arbeiði. Tað tykist, sum var bert autopiloturin tendraður. Hvussu kundi hetta bera til? Tað vita vit framvegis [...] er alt annað líka mikið. Hvussu við øðrum eftirlitum? Ein komandi kanning av Skráseting Føroya fer helst at vísa, at Skrásetingin hvørki hevur neyðuga starvsfólka-, fíggjar- ella fakliga orku til at hava
websíðurnar kunnu fáa nýtt tilfar. Frá 1996 til 1999 var ágóðin hjá Lanslide $10 milliónir. 85 % av peninginum stavaði frá barnaporno. Thomas, konan Janice og dóttir Janice fluttu til eini glæsilig hús á preriuni [...] Townshend hevði keypt sær atgongd til eina barnapornosíðu á alnetin-um. Orsøkin til, at Pete Townshend, saman við mongum øðrum, er komin í trupulleika byrjaði í einum lítlum reyðum múrsteinshúsum á horninum [...] hansara 250.000 gjaldskort frá viðskiftafólki kring allan heimin. Barnaporno-kundar frá 60 ymiskum londum vóru nøktaðir av virkseminum hjá Reedy. Ein av teimum var Pete Townshead frá The Who. Í februar mánað
spæla seg leysar til skot. Trýstu nógv og spældu lítið Fimm minuttir undan steðginum javnaði B36, og tá liðformaðurin hjá GÍ, Magni Jarnskor, samstundis sá reyða kortið, vóru øll líkindi til, at B36 skuldi [...] tveimum, kantspælarin sneiddi framvið mótstøðumanninum, brúkti møguleikan at senda til viðspælaran sum fintu og av einum so ungum manni var tað eitt frágera gott avrik, tá hann setti bóltin millum málverjan [...] (1?1) Fótbóltur er eitt undarligt spæl. Í síðsta enda eru tað málini, sum telja, og tað er einki annað, ið gevur úrtøku, tá støðutalvurnar verða settar upp. Í øðrum ítróttargreinum, t.d. í boksing, verður
Heilt kanel og nelikar Gløggmix Piparblandingar Krydd til jólasnapsin Jólate.. og mangt mangt annað.. 8. Hjarta við dropaperlum Seymaða hjartað er frá Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, har handarbeiði er ein [...] úr toyi og minst til at leggja kant afturat til seyming. Drag perlur á bandið og legg millum pettini niðri í endanum. Seyma allan vegin runt, men lat eitt lítið op verða í síðuni til fylluna. Fyll í og [...] kanel At brúka Ein gamlan pott Heil kanel Band Mannagongd Vaska og turka pottin. Sker kanelstengurnar til og líma tær á pottin við límpistóli. Lat torna og bind eitt fínt band um. 4. Turkaðar appilsinir At
skelkur. Pápin hvarv í USA, tá ið Ilka var lítil, og hon hevur ikki hoyrt frá honum í 33 ár. Nú vil hon finna fram til, hví hann fór frá sínari donsku familju. Sommeren jeg mødte dig, upprunaheitið Foreign [...] Ranva Hjelm Jacobsen. Bókin kom út í 2016. Tá Fritz fer til Danmarkar at læra, fylgir dama hansara Marita stutt eftir. Tey fara ongantíð aftur til Føroya. Longsulin eftir Føroyum fer í arv, og abbadótturin [...] Krimisøga. Ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík. Hetta eru stórtíðindi hjá teimum seks vinkonunum, sum hittast til bindiklubbakvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin, ið skal
i sum Jeremy Brett, tá ið hann spældi Holmes í árunum frá 1984 til 1994. Í hansara útgávu er Sherlock Holmes spontanur og genialur hvørt um annað. [...] ið er at finna stavivillur í skjølum og brøvum, hann fær. Røðin um Morse varð framleidd árini frá 1987 til 2000, og longu tvey ár seinni doyði høvuðsleikarin John Thaw av krabbameini. 33 partar eru í røðini [...] er stjørnan í hesi fantastisku ensku krimirøðini. Tony Hill verður biðin um at hjálpa løgregluni í einum máli, og tá tað gongur væl, verður hann biðin aftur og aftur. Fyrsti parturin av Wire in the Blood
háárstíðini, frá hálvum juni til hálvan august og tað er tí at hetta má verða besta tíð at royna tað í. ? Ber tað ikki til í háárstíð við tveimum flogførum, so verður torført at fáa tað at bera til annars. [...] ella loyvi at flúgva til Føroyar og teir høvdu einkarrætt til flúgvingina í nógv ár. Men einaferð mitt í 80-árunum bleiv tað forpurrað og føroyingar fingu sín part av konsessiónini til Føroya-flúgvingina [...] torført at taka støðu til. ? Tað fyriliggja ongar beinleiðis ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi, sum vit kunnu taka støðu til, og her hugsi eg um tær operationellu umstøðurnar, tilgongdin til vøllin og íløgurnar
tað er hann eisini flokslærari hjá einum tíggjunda flokki. Hann greiðir frá, at tað í ár eru tveir lærarar til ta støddfrøðiligu deildina, meðan tað eru tríggir til ta málsligu. Men hetta verður tillagað [...] krevur nógv av næmingunum. Serliga við uppmøting og at møta til tíðina, og hevur tað víst seg, at tey taka tað til eftirtektar og møta væl upp til tíðina. Og vit lærarar hava so kunnað koyrt víðari upp á [...] teimum stórar møguleikar til at arbeiða við evnum í deildunum. Tí á tímatalvuni stendur bert, at tey skula hava mál í fýra tímar ein fyrrapart, ikki hvat mál. So er tað upp til lærararnar sjálvar, hvat
ljóðaði soleiðis: »Meirilutin í arbeiðsbólkinum mælir til at savna allar 10. floks næmingarnar í Tórshavnar kommunu í ein sjálvstøðugan skúladepil frá skúlaárinum 2008/2009 við egnari leiðslu og lærarum [...] arbeiða í hesum skúla«. Meirilutin mælti til at savna 10. flokk í Eysturskúlanum. Býráðið samtykti at taka undir við meirilutatilmælinum, tó so at ætlanin bleiv útsett til skúlaárið 2010/2011. Skjótt var tó [...] hevur koyrt eftir einum leisti tey síðstu 4 árini, sum hevur víst seg at rigga sera væl og sum bæði lærarar, næmingar og foreldur eru glað fyri. At kapping er millum skúlar er bara til gagns fyri næmingin