Boyd
6 stjørnur
Illsinti, órímiligi, men sera dugnaligi løgreglumaðurin Peter Boyd er leiðari fyri einari kriminaldeild, sum tekur uppaftur gomul mál, sum ikki vórðu uppklárað í síni tíð. Hetta er tað besta av enskum krimi, tú kanst uppliva. Fløktar morðgátur, sosialar tvístøður, framúr góðir sjónleikarar og spennandi klimaks. Waking The Dead, sum røðin eitur á enskum, er framleidd síðani 2000, og tey tíggju árini síðani eru 82 partar framleiddir. Nýggir partar verða nú framleiddir, og teir skulu sýnast næsta ár. Sjónvarp Føroya hevur sent røðina undir navninum Boyd.
Wire In The Blood
6 stjørnur
Forvirraði, men gløggi sálarfrøðingurin Tony Hill er stjørnan í hesi fantastisku ensku krimirøðini. Tony Hill verður biðin um at hjálpa løgregluni í einum máli, og tá tað gongur væl, verður hann biðin aftur og aftur. Fyrsti parturin av Wire in the Blood varð sendur í 2002, og punktum varð sent fyri røðina í 2008, tí hildið varð, at framleiðslan var ov dýr. 24 partar eru gjørdir av Wire in the Blood, og hesa røð kanst tú skaffa tær fyri rímiligan pening í dvd-pakkum. SvF hevur ikki sent Wire in the Blood.
Barnaby
4 stjørnur
Barnaby kenna føroyingar væl, tí krimirøðin er í fleiri førum send í føroyskum sjónvarpi. Løgreglumaðurin Tom Barnaby uppklárar dráp, sum verða framd í bygdaligum umhvørvi í Onglandi. Midsomer Murders hevur verið í luftini síðani 1997, og higartil eru 73 partar gjørdir í røðini. Høvuðsleikarin John Nettles hevur boðað frá, at partarnir, sum nú verða famleiddir, verða hansara seinastu sum Tom Barnaby.
Inspector Morse
4 stjørnur
Endeavour Morse er illsintur og besverligur løgreglumaður, men hann er eisini dugnaligur til sítt arbeiði. Honum dámar øl, klassiskan tónleik, gamlar bilar, skaldskap og krossorðagátur. Yndisítrivið er at finna stavivillur í skjølum og brøvum, hann fær. Røðin um Morse varð framleidd árini frá 1987 til 2000, og longu tvey ár seinni doyði høvuðsleikarin John Thaw av krabbameini. 33 partar eru í røðini.
Lewis
4 stjørnur
Tá ið Morse takkaði fyri seg, fekk hjálparmaður hansara sína egnu røð. Lewis kemur afturíaftur sum løgreglumaður í Oxford, og hann fær nú ein hjálparmann, sum hann kann ráða yvir. Nógvir av pørtunum í røðini ganga fyri seg í skúlaumhvørvi í Oxford, og søgurnar eru góðar og rættiliga typiskar enskar. Tríggjar sesongir eru gjørdar av Lewis, og boðað er frá, at eitt fjórða umfar skal gerast. Samanlagt eru 12 partar gjørdir síðani 2006.
Touch of Frost
4 stjørnur
Jack Frost er ikki lættur at hava við at gera, hann er í støðugum stríði við leiðsluna hjá sær, men hann leggur nógv fyri í arbeiðnum sum kriminalpolitistur. Hann hevur skiftandi hjálparmenn afturat sær, og málburðurin kann verða harður. 42 partar eru framleiddir í røðini síðani 1992, og seinastu partarnir vórðu sendir í enskum sjónvarpi á páskum.
Vincent
4 stjørnur
Ray Winstone spælir tann harði og buldraligi privatdetektivurin Vincent, sum er leiðari fyri einum liði av fólki, sum sneytar eftir ótrúgvum fólkum, harðligum ungfólki og drápsmonnum. Tíverri vórðu bert átta partar gjørdir í hesi røð, men teir eru avgjørt verdir at síggja. Ikki minst takka verið frálíka høvuðsleiklutinum hjá Ray Winstone.
Hercule Poirot
4 stjørnur
Belgiski detektivurin Hercule Poirot er nakað fyri seg. Agatha Christie skrivaði søgurnar um Poirot, og fleiri kendir sjónleikarar hava spælt Poirot í filmum. Síðani 1989 hevur David Suchet dugað framúr væl at gjørt Poirot til ein livandi persón í sjónvarpsfilmum, og nú er hann við at koma á mál við at hava spælt allar tær upprunaligu søgurnar um Poirot á filmi.
Taggart
5 stjørnur
There’s been a murder! Tað er tiltikin setningur tikin úr kendu skotsku krimirøðini, sum er tann drúgvasta krimirøðin í Bretlandi nakrantíð. Fyrsti parturin við Mark McManus í høvuðsleiklutinum varð sýndur í 1982, og á jólum í fjør var partur nummar 100 vístur. Í 1994 doyði McManus brádliga av sjúkum, meðan hann var í holt við upptøkur til Taggart, men røðin helt fram, og nú er Matt Burke leiðandi løgreglumaðurin í røðini, sum framvegis ber navnið Taggart.
Sherlock Holmes
5 stjørnur
Søgurnar hjá Sir Arthur Conan Doyle um Sherlock Holmes eru klassiskar, og ein long røð av sjónleikarum hava verið í leiklutinum sum Sherlock Holmes. Men tað er neyvan nakar sjónleikari, sum hevur tulkað Sherlock Holmes so sannførandi sum Jeremy Brett, tá ið hann spældi Holmes í árunum frá 1984 til 1994. Í hansara útgávu er Sherlock Holmes spontanur og genialur hvørt um annað.