10 pynti-tips til jóla

1. Frostað frukt


At brúka

Frukt

Eggjahvíta

Sukur


Mannagongd

Smyr eggjahvítan á fruktina og vend henni í sukri ella stroy tað omaná. Set fruktirnar at torna og legg hana pent í eina skál ella brúka hana í einari dekoratión.



2. Gamaldags innpakningur


At brúka

Brúnt pappír

Blað ella bók

Grovt band

Lakk

Stempul

Grann


Mannagongd

Pakka gávuna inn í brúna pappírið. Skræð eitt petti úr blaðnum ella bókini og líma á pakkan. Bind band um. Smelta lakkið við at halda tað yvir logandi eldi og lat tað dryppa niður á pakkan og bandið. Stempla niðurí meðan lakkið enn er flótandi og lat tað harðna. Pynta við granni.



3. Urtapottur við kanel


At brúka

Ein gamlan pott

Heil kanel

Band


Mannagongd

Vaska og turka pottin. Sker kanelstengurnar til og líma tær á pottin við límpistóli. Lat torna og bind eitt fínt band um.



4. Turkaðar appilsinir


At brúka

Appilsinir

Køkspappír

Mikroovn


Mannagongd

Sker appilsinina í skivur, sum tú leggur á eitt køkspappír. Set tað inn í mikroovnin at torna á tiðni-programminum. Tað tekur vanliga einar 15-20 minuttum, men ansa eftir, at tær ikki torna ov skjótt, tí so verða tær ov brúnar.



5. Blikk-staki


At brúka

Brúkt dós

Spray


Mannagongd

Sker lokið av. Sker blikkið í álir nakrar centimetrar niður. Bend teir út. Set ljós í. Ávaring: Ansa væl eftir fingrunum.



6.

Hvítur eingil


At brúka

Hvítt filt

gulltráð


Mannagongd

Tekna og klipp tveir hvítir einglar út úr filti. Seyma teir saman við stórum stingum í gulltráði.



7.


Alt gott til jólini á apotekinum

Á apotekinum fært tú alt tað jólagóða, sum kann vera torført at finna aðrastaðni..


Stjørnuanis

Pommeransskal

Heilar kardamummur

Sildakrydd

Heilt kanel og nelikar

Gløggmix

Piparblandingar

Krydd til jólasnapsin

Jólate.. og mangt mangt annað..



8.

Hjarta við dropaperlum


Seymaða hjartað er frá Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, har handarbeiði er ein av lærugreinunum


At brúka

Toy

Plátuvatt e.l.

Perlur

Band


Mannagongd

Tekna eitt hjarta og ger eina skabilón. Klipp tvey hjørtu úr toyi og minst til at leggja kant afturat til seyming. Drag perlur á bandið og legg millum pettini niðri í endanum. Seyma allan vegin runt, men lat eitt lítið op verða í síðuni til fylluna. Fyll í og seyma fyri.



9. Appilsinir


At brúka

Appilsinir

Heilar nelikar

Reytt band


Mannagongd

Trýst nelikur inn í appilsinina í einum vøkrum mynstri. Bind band um. Hong tær upp ella legg tær í eina skál.



10. Kærleikskalendari

Ger ein vaksna-jólakalendara við erotiskum gávum: Morgunmat upp á song,

massaga, eitt lítið, ein stuttsøga, eitt bræv, undirklæðir...