eru framleiddar í Føroyum, og allar tríggjar fingu tær sera gott skoðsmál í hesari. -jm [...] vaksna fólkinum í Týsklandi kennir til samtakið og 33% av teimum siga seg ávirkast av kanningum teirra, tá ið tey keypa. Talan er um eina umfatandi kanning hjá Stiftung Warentest, sum varð gjørd í heyst, av [...] á frystar portiónir. Kanningin fór fram á tann hátt, at Stiftung Warentest fór út í allar tær størstu handilketurnar í Týsklandi og keypti frystar laksaportiónir úr aldum laksi og laksaportiónir og la
til infrastruktur. Í kjakinum millum gestirnar og føroysku luttakararnar var staðfest, at vit hava somu trupulleikar á ávísum økjum, t.d. stóra almenna ognarlutin í vinnulívinum og í at fáa eina effektiva [...] grønlendsku gestunum, sigur Ole Rud, stjóri í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum. Teir hildu at partar av føroysku umsitingini eru minni og effektivari enn í Grønlandi. Til dømis var nógv spurt um føroysku [...] effektiva kapping á einum lítlum marknaði. Tað var Arbeiðsgevarafelagið í Grønlandi sum skipaði fyri vitjanini í farnu viku og 40 vinnulívsfólk, politikarar og embætisfólk luttóku. Endamáli við ferðini var at
kkurin átalar ta viðfer, útlendingar búsitandi í føroyum fáa. Innlendismálaráðið hevur sett eitt útgreiningararbeiði í verk fyri at gera greiðar reglur í samband við viðgerð av arbeiðs- og uppihaldsloyvum [...] Verandi mannagongd hoyrir ikki heima í einum framkomnum samfelag, og er als ikki í samsvar við føroyska siðvenju og mentan. Landsnevnd Sjálvstýrisflokksins Sámal Petur í Grund, form. Starvsnevnd Sjálvstý [...] her í áravís, eiga hús og heim, tosað málið, eru avhildin av bygdafólkinum og blivin ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Fleiri av hesum ganga vegna væntandi svar úr Innlendismálaráðnum í støðugum
virknastu tónleikarar í Prix Føroyum. Teir skulu nú aftur í eldin á palli, og hesuferð verður tað við bólkinum Plúmm. Konsertin verður hóskvøldið 28.04 kl.20 á Gamla Meiarínum í havn. Teir, ið manna bólkin [...] aftanfyri trummurnar í Showmonnum. Hesuferð er hann við Plúmm sum forsangari. James hevur fyrr verið partur av bólkinum. So langt síðani sum í 1981 vann bólkurin eina tónleikakapping í SMS undir navninum [...] Tónleikabólkurin Plúmm er aftur konsertaktuellur. Konsert verður hóskvøldið kl. 20 á Gamla Meiarínum í havn Nú, Prix Føroyar og Atlantic Music Event eru farin aftur um bak, fáa flestu tónleikararnir, ið
tíðarskeið í Føroyum og læra seg betur føroyskt. Og tá hesi fólkini fáa starv á universitetunum, eru tey før fyri at hava skeið í føroyskum. At tað eru fólk, sum hava førleika at undirvísa í føroyskum uttan [...] Íslandi. Seinni í ár verður eitt altjóða skeið í føroyskum fyri fólk uttan fyri Norðurlond. Og tað tykist at vera stórur áhugi millum útlendingar fyri at læra seg føroyskt og at fáa innlit í føroyskar bókmentir [...] verða eisini hildin í øðrum Norðurlondum, har føroyskir studentar kunnu vera við. Endamálið við hesum skeiðunum er at kunna um tey norðurlendsku málini og læra um bókmentirnar og mentanina í teimum ymsu londunum
soleiðis hevur tað tó verið í longri tíð. Hjá Húsamekling hava tey úr at gera, og tey duga sum sagt als ikki at síggja nøkur tekin í sól og mána um, at sethúsamarknaðurin í Føroyum er á veg niðureftir. [...] skjótt seld, siga tey á Húsamekling. Serliga í Havnini er tað lætt at sleppa av við hús, verður sagt, meðan tað gongur eitt sindur meiri striltið í onkrum øðrum øki í landinum, har arbeiðsmarknaðurin er eitt [...] Nógv hevur verið tosað um ringu tíðirnar, ið sigast verða í væntu her á landi. Ringar tíðir merkja sum oftast eisini fallandi húsaprísir, men hjá Húsamekling merkja tey einki til fallandi sethúsaprísir
sunnudagin og mánadagin upp í stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og regn av og á. Hitin kemur upp í eini 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 997 hPa. vestan fyri Skotland fer í landnyrðing. Eitt annað lágtrýst [...] lágtrýst, vestan fyri Írland kemur móti Føroyum. Í dag: Lágtrýstið við Skotland fer í landnyrðing og gevur óstøðugt veður á okkara leiðum. Seinni eisini kaldari veður. [...] Veðrið í dag: Fyrrapartin lot til andøvsgul av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin veksur hann vindin til hvassan vind og regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin: Fyrrapartin
um settist tíðliga seinnapartin sunnudagin í Hannover, har føroyska ferðalagið skal halda til komandi dagarnar. Í mun til dystin í Litava er einki at ivast í, at áhugin fyri hesum dystinum er munandi størri [...] Bussferðir í hópatali eru fyriskipaðar úr bæði Keypmannahavn og Jútlandi, og roknað verður við, at eini 500 føroysk viðhaldsfólk verða á staðnum, tá dysturin verður blástur ígongd. Eisini í týsku miðlunum [...] so verða ávaringartekin av ymsum slag send út. Ikki minst mundi hepni javnleikurin hjá skotum í Føroyum gera sítt til, at so er.
Yrkisdepilin í tíðindaskrivi, sum sent varð út um dagarnar. Spurt verður eisini um aldur kyn, yrkisgrein og búðstað hjá læruplássinum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Serliga er depilin áhugaður í at vita, [...] og býtið millum lærutíð og almennar lærugreinar, stendur í tíndaskrivinum. Kanningin, sum nú verður gjørd, er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og vónar yrkisdepilin, at hon fær góða undirtøku, so úrslitið [...] lata spurnarblaðið inn aftur er longu í ovurmorgin tann, 14. mars. Úrslitini av kanningini verða løgd fram á árliga yrkisfundinum hjá Yrkisdeplinum. Hesin verður í ár hildin tann 26. mars
útróðrarmenninir eru í øðini, tí fiskivinnumyndugleikarnir hava givið teimum boð um at gevast við útróðrinum sunnukvøldið. Eins og í Føroyum er tey smærri fiskiførini í Noregi býtt sundur í bólkar, og teir [...] teir smáu útróðrarbátarnir eru í bólki II. Í hesum bólkinum eru ikki færri enn 5000 bátar, og toskakvotan hjá teimum er góð 13.000 tons. Í vetur varð avgjørt, at 5.000 av teimum 13.000 tonsunum skulu goymast [...] tonsini. Tí noyðast bátarnir at gevast nú sunnukvøldið, og teir sleppa so ikki útaftur fyrr enn 1. mai. Í fjør sluppu útróðrarbatarnir at halda fram, men tá var úrslitið, at øll toskakvotan var liðug tann 13