Seinnapartin týsdagin legði Eyðun Kristiansen, verkætlanarleiðari fram niðurstøðurnar frá hesi kanningini sum ber heitið “Okkara lív sum eldri”.
Framløgan var í Tilhaldinum í Havn, har rættiliga nógv fólk vóru komin at lurta.
Tað eru fólk ymsastaðni frá í landinum, sum hava luttikið í hesi trý ára verkætlanini, sum er gjørd saman við ávísum kommunum í Svøríki, Noregi, Finlandi og Skotlandi.
Í kanningini varð staðfest tað, sum flest øll helst munnu gruna, at tey eldru vilja búgva heima so leingi sum tilber.
Ikki færri enn 70% av teimum eldru ynsktu hetta, - og tað gera tey, hóast tey meta egnu hús síni at vera í størra lagi og ikki beinleiðis egnað sum bústaður hjá eldri.
Verkætlanin, har Føroya Kommunufelag stóð fyri til føroyska partinum, var gjørd í samstarvi við kommunur, útbúgvingarstovnar og felagsskapir í fleiri av grannalondum okkara.