Eftir lokna skúlagongd fór Harald í læru sum bilmekanikari á bilverkstaðnum hjá P/F Vilhelm Nielsen í Havn. Har dámdi honum best at umvæla Bedford lastbilarnar, sum tað vóru nógvir av í Føroyum tá.
Miðskeiðis í 70-unum fór Harald at arbeiða hjá Super Dekk Service, har hann var í nógv ár. Hann koyrdi eisini býbuss í nógv ár.
Síðan 2001 hevur hann arbeitt sum lastbilaførari hjá P/f Just Sivertsen. Innan sítt starvsøki er Harald kendur sum ein raskur og arbeiðssamur maður.
Foreldrini hjá Harald vóru: Johanna, f. Joensen, ættað úr Kollafirði, og Ásmund Haraldsen, postmaður, ættaður úr Havn.
Harald er elst av trimum systkjum, systararnar hjá honum eru: Ásla, sum býr í Danmark og Lis, sum býr í Hoyvík.
Ásla flutti til Danmarkar fyrst í 70-unum og giftist við Frits Skov, sum hevði arbeitt í Mjørkadali. Tey fingu sonin Ásmund, sum í dag er 21 ára gamal.
Nakað síðan kom Ásmund út fyri einari álvarsligari ferðsluvanlukku á motorsúkklu og misti annað beinið, og í mars í ár doyði maðurin, Frits, av krabbameini.
Føðingardagin verður Harald burturstaddur.