Kappingin er skipað í aldursbólkar, og hevur hvørt land tvey umboð í hvørjum bólki.
Í Føroyum vóru úttøkukappingar og finala, sum samstundis vóru FM-kappingar, í november mánaði. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vunnu sær rætt at umboða Føroyar í Íslandi.
Tveir av okkara sterkastu telvarum ? Martin Poulsen og IM Helgi Dam Ziska - hava staðið fyri venjingum undan NM. Somuleiðis hevur venjingarlega verið vesturi í Vágunum, á Hotel Vágum, har danin Esben Lund, sum rekur Copenhagen Chess School, fyriskipaði venjingunum. Sera væleydnað lega, undir sera góðum umstøðum.
Søguliga sæð, hevur hepnast fleiri føroyskum telvarum at vinna bronsuheiðursmerki í NM, og stundum hevur resta sera lítið í enn betri plaseringum. Men í 2006 kom loksins søguliga gjøgnumbrotið, tá IM Helgi Dam Ziska, vann NM-gull í aldursbólkinum U16.
Føroysku telvararnir í kappingini eru Høgni Egilstoft Nielsen, Heðin Gregersen, Sára Traber Olsen, Johan Hentze, Hjalti Toftum Jógvansson, Rógvi Egilstoft Nielsen, Rógvi Dragaberg, Herborg Hansen, Jón Gregersen og Helgi Dam Ziska.
Kappast verður í døgunum 16. til 18. februar, og ber til at fylgja við einstøku talvunum á www.faroechess.com.